U18 genturnar taptu stórt

Fótbóltur: Kvinnuunglingalandsliðið tapti 8-0 fyri Noregi

U18 landsliðið við kvinnum var fyri svíðandi ósigri í fyrra EM-dysti sínum í Noregi.

Føroyska liðið spældi móti norsku vertunum og tapti heili 8-0, í hálvleikinum var støðan 4-0. Noregi telist millumtey sterkastu londini í heiminum, tá tað kemur til kvinnufótbólt.

U18 kvinnuliðið hevur ongantíð áður roynt seg í altjóða kapping, og hetta var bara næsti landsdysturin hjá liðnum nakrantíð.

Hetta er eisini fyrstu ferð at skipað verður fyri EM-kapping fyri U18 lið, áður hevur verið kappast í øðrum aldursbólkum.

Føroyska liðið hevur ein dyst eftir á ferðini til Noregs. Hann er eisini í EM-undankappingini og er móti Ungarn. Dysturin verður spældur í morgin, og føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya leygardagin.