tosað við onnum um, hvat gentan skal hava sagt, men Jenis av Rana verður ikki ákærdur fyri nakað í hesum sambandi. - Eg eri ómetaliga fegin um, at fútin hevur ásannað, at onki er í skuldsetingunum um at [...] brotið fráboðanarskylduna. Hetta hevði Jenis av Rana ikki droymt um. Og hann tvíheldur um, at hann er púra ósekur. - Ongin hevur verið inni í míni viðtali og fortalt mær um kynsligt misbrúk, leggur hann [...] hann afturat. Í viðtalini hevur hann heldur ongantíð tikið onnur atlit enn tey hjá sjúklinganum. Tí er hann eisini púra sannførdur um, at hann verður fríkendur. - At fútin bara vil hava meg at betala bót
og ein hálvur minuttur er eftir at spæla. Neistin var á odda við trimum miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tær hava ikki fingið mál seinastu sjey minuttirnar. Havnarfelagið er tó framvegis á odda, men [...] spæla sína millum eina løtu, áðrenn ein sleppur leys á vonginum. Hon hevur væl av plássi og er ótrýst. Nú er sloppið hjá gestunum - næstan. Men við einari frálíkari bjarging syrgir Fríða Petersen fyri [...] so var hon ógvuliga trygg framman fyri málinum. Tað við sær, at tær vunnu sær eina lítla leiðslu frá byrjan. Tað er tó harmuligt hjá venjaranum Milan Djekic, at hann ikki hevur fleiri stórskjúttar á liðnum
jørð, og nú hava fleiri enn 160 fólk sagt seg vera misbrúkt á barnaheimi Lítla bretska oyggin Jersey við sínum 90.000 íbúgvum er rættiliga komin í fokus, eftir at restirnar av einum barnalíki vórðu funnar [...] Skotlandi, og tey nokta at kenna nakað til misbrúkið. Gølan hevur eisini elvt til politiskt rumbul í lítla oyggjasamfelagnum, har fyrrverandi heilsumálaráðharri sigur seg vera kroystan frá fyri at leggja lok
gólvið. Tað er í slíkum løtum, at kríggið knappliga fær eitt andlit. At endaleysu tíðindini um harðskap og deyða, sum rura okkum inn í ein ræðandi dvala av ísakaldari líkasælu, gerast livandi. Tað er heima hjá [...] hvussu klókt tað er at prenta og endurprenta hesar tekningar, tá vit framman undan kenna avleiðingarnar. Og í næstu viku kemur filmurin hjá hollendska høgrapolitikaranum Wilders, sum er tíggju ferðir so [...] og kveistraði hjúnini Avi og Manal út í eina tilveru sum heimleys. Vit eru hendan fríggjadagin í lítla býnum Sderot í Negev oyðimørkini sunnast í Ísrael á markinum til Gaza. Lítli býurin, sum stjelur
fleiri eru í gerð. So hóast tað kanska ikki er nóg væl skipað hjá okkum viðvíkjandi orðabókagerð, so er kortini nógv at gleðast um. Tað er gott, tí allastaðni er tørvurin á orðabókum sjónligur í gerandisdegnum [...] Hetta er ein sera stórur dagur í føroyskari orðabókasøgu, ja, í føroyskari málsøgu. Og eg fari at takka fyri at vera boðin við til hesa framløgu og at fáa tann heiður at bera eina lítla heilsan fram. Og [...] í dag, nú tit sigla heim og kunnu leggja at landi við fullari last. Tit hava verið eldsálir, og tað er ikki ov nógv sagt, at tit hava verið við til og hava byrgt uppundir at kollvelta føroyska orðabókagerð
ið kl. 20.30 er ungdómsmøti við Eivinn Bringsberg, Rebekka Heinesen syngur Leygardagin kl. 10 morgunbøn. Sunnudagin kl. 18 er møti við Paula Høj. Lisa Frederiksberg syngur. Barnamøti er samstundis. Hvønn [...] Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Frítíðarfelagið »Antares« Postsmoga 11, 490 Strendur Frítíðarfelag hvørs endamál er at røkja áhugamál [...] tilkomin og eldri til hugna. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Opið er mánadag til fríggjadag kl. 10.00 – 17.00 Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks Mánadagur
Tað er eingin ivi um, at tað er tungt at vera socialdemokratur á fólkatingi. Hetta er triðja valskeiðið flokkurin er í andstøðu, og er tað nakað, sum er oyðimarkaferðing hjá einum flokki, so er tað at [...] sítt besta ummæli. Hann sigur, at Ole Vagn er sera nógv virdur. Hann er javnaðarmaður av tí góða gamla skúlanum, sum heldur fast um tær gomlu dygdirnar. Teimum er ikki so nógvir eftir av. Tað hoyrist kanska [...] hevur tað sera strævið. Eitt er arbeiðið í fólkatinginum. Eitt annað er alt tað, sum skal gerast á heimabeitinum við at luttaka á fundum og tiltøkum av øllum møguligum slag. Tað er hetta, sum skapar undirtøku
og Eldsins Loyndarmál. Fríkorter er ein nútímans søga úr Grønlandi um forelskilsi og hjartasorg. Bókin vann grønlendsku barnabókakappingina í fjør. Eldsins loyndarmál er um ungu gentuna Sofíu, sum hevur [...] Pettson tjaldar skulu teir báðir út at tjalda saman við hønunum ? men ikki gongst sum ætlað. Lítla bókin Skap og snið er ætlað at fanga áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun og læra tey at seta orð á tey skap [...] Gamlir kenningar, nýggir skapningar og søgur um forelskilsi er nakað av tí, børn og ung kunnu gleða seg til, nú fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini í ár eru komnar út Til tey ungu gevur forlagið hesuferð
Loyndarmál Skap og snið. Lítla bókin Skap og snið er ætlað at fanga áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun og læra tey at seta orð á tey skap og snið, sum tey síggja rundan um seg. Bókin er úr pappi við litføgrum [...] gongst sum ætlað. Tað er Niels Jákup Thomsen sum hevur týtt úr svenskum. Bókin er 28 blaðsíður. Forelskilsi og hjartasorg Bókin Fríkorter, eftir grønlendska rithøvundan, Naja Lund, er ein nútímans søga úr [...] litføgrum myndum og klaffum at lyfta. Tað er Marita Thomsen, sum týddi Skap og snið úr enskum. Bókin er 12 blaðsíður. Virðislønt Pingvin Bert eitt ár eftir at snøgga myndabókin Pingvinin, eftir Polly Dunbar
Havast skal í huga at innlatingarfreistin er 15. mars 2008. Fyrimunirnir við at skráseta um internetið eru fleiri. Tú fært boð í brævið frá TAKS, um at sjálvuppgávan er móttikin, tú sleppur undan pappírum og [...] Fleiri hava valt at skráseta sjálvuppgávuna higartil í ár, eftir eina lítla viku, enn tað vóru tilsamans í fjør. Tað skrivar TAKS í tíðindaskrivi Gott 800 hava longu nýtt henda møguleika, har tað í fjør [...] svarar telefonum og teldupost og fer at vera virkin til innlatingarfreistina av sjálvuppgávuni 15. mars er úti.