Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur júst givið út fimm nýggjar bøkur til børn og ung. Tað eru bøkurnar Skap og snið til tey smæstu og myndabøkurnar Pingvinin og Pettson tjaldar, til eitt sindur eldri børn. Til tey ungu gevur forlagið hesuferð út bøkurnar Fríkorter og Eldsins Loyndarmál
Skap og snið.
Lítla bókin Skap og snið er ætlað at fanga áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun og læra tey at seta orð á tey skap og snið, sum tey síggja rundan um seg. Bókin er úr pappi við litføgrum myndum og klaffum at lyfta.
Tað er Marita Thomsen, sum týddi Skap og snið úr enskum. Bókin er 12 blaðsíður.
Virðislønt Pingvin
Bert eitt ár eftir at snøgga myndabókin Pingvinin, eftir Polly Dunbar, kom út í Onglandi, hevur bókin fingið heilar tríggjar virðislønir.
Søgan er um Búa, sum ein dagin fær eina eskju, har ein pingvin liggur niðri í. Búi stríðist við at fáa pingvinina at siga okkurt, men nógv skal til, áðrenn tað gerst ovboðið hjá pingvinini.
Marna Jacobsen týddi bókina úr enskum.
Gamlir kenningar
Tað er næstan óneyðugt at greiða frá stuttligu myndabókini Pettson tjaldar. Næstan øll kenna fressin Findus og eigarmann hansara Pettson. Sum altíð finna teir báðir eisini í hesi bókini uppá okkurt stuttligt. Hesuferð skulu teir út at tjalda saman við hønunum – men ikki gongst sum ætlað.
Tað er Niels Jákup Thomsen sum hevur týtt úr svenskum. Bókin er 28 blaðsíður.
Forelskilsi og hjartasorg
Bókin Fríkorter, eftir grønlendska rithøvundan, Naja Lund, er ein nútímans søga úr Grønlandi. Ein søga um at vera forelskað og hava hjartasorg og um at bera upp á so stóra sorg, at tú ætlar at gera enda á tær. Men eisini um at hava vinir, sum hjálpa tær í neyðini.
Fríkorter vann grønlendsku kappingina í 2007 um at skriva barnabók.
Karl N. Hansen hevur týtt bókina, sum Niels Motzfeldt hevur myndprýtt.
Børn og kríggj
”Hann hugsaði við sær, at styrki var ikki ein maður, sum kundi lyfta hundrað kilo yvir høvd. Styrki var eitt barn, sum hóraði undan við lívinum, eftir at tað hevði traðkað á eina landminu”
Hetta hugsar læknin í bókini Eldsins loyndarmál, tá hann hittir gentuna Sofíu, sum hevur verið fyri tí vanlagnu at hava traðkað á eina av mongu niðurgrivnu minunum í borgarakríggsherjaða Mosambik. Sofía missir bæði beinini, men tað er ikki tað ringasta ...
Eldsins loyndarmál hevur fingið sera góð ummæli – orð sum ógloymandi og sterk hava verið brúkt um hesa frásøgnina úr einum landi, har armóð og ófriður eru partur av gerandisdegnum.
Bókin er tann fyrsta í eini røð a trimum eftir kenda svenska krimiskaldið, Henning Mankell.
Jákup í Skemmuni týddi bókina úr svenskum.










