Fleiri hava valt at skráseta sjálvuppgávuna higartil í ár, eftir eina lítla viku, enn tað vóru tilsamans í fjør. Tað skrivar TAKS í tíðindaskrivi
Gott 800 hava longu nýtt henda møguleika, har tað í fjør vóru 711 skrásetingar í alt um internetið. Havast skal í huga at innlatingarfreistin er 15. mars 2008.
Fyrimunirnir við at skráseta um internetið eru fleiri. Tú fært boð í brævið frá TAKS, um at sjálvuppgávan er móttikin, tú sleppur undan pappírum og tú kanst skráseta upplýsingarnar, tá tað passar tær. Harumframt fært tú skjótari skattauppgerð, enn um tú hevði sent sjálvuppgávuna við postinum.
TAKS hevur í samband við innlating av sjálvuppgávu, víðka virksemið við eini kundatænastu tlf 35 2007, sum eisini svarar í úrtíð. Henda tænasta svarar telefonum og teldupost og fer at vera virkin til innlatingarfreistina av sjálvuppgávuni 15. mars er úti.