Gamlir kenningar, nýggir skapningar og søgur um forelskilsi er nakað av tí, børn og ung kunnu gleða seg til, nú fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini í ár eru komnar út
Til tey ungu gevur forlagið hesuferð út bøkurnar Fríkorter og Eldsins Loyndarmál.
Fríkorter er ein nútímans søga úr Grønlandi um forelskilsi og hjartasorg. Bókin vann grønlendsku barnabókakappingina í fjør.
Eldsins loyndarmál er um ungu gentuna Sofíu, sum hevur verið fyri tí vanlagnu at hava traðkað á eina av mongu niðurgrivnu minunum í borgarakríggsherjaða Mosambik. Sofía missir bæði beinini, men tað er ikki tað ringasta ...
Tey eitt sindur yngru børnini kunnu stuttleika sær við myndabókunum Pingvinin og Pettson tjaldar.
Pingvinin snýr seg um Búa, sum ein dagin fær eina eskju við eini pingvin í. Búi stríðist við at fáa pingvinina at siga okkurt, men til endan verður ovboðið hjá pingvinini.
Næstan øll kenna fressin Findus og eigarmann hansara Pettson. Í Pettson tjaldar skulu teir báðir út at tjalda saman við hønunum ? men ikki gongst sum ætlað.
Lítla bókin Skap og snið er ætlað at fanga áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun og læra tey at seta orð á tey skap og snið, sum tey síggja rundan um seg.