necesse” – ella ”At sigla er neyðugt, men ikki at liva”. - Søgan ber eisini týðilig prógv um, at júst sjóvinna og handil vóru grundarlagið fyri tátíðarinnar stórveldum. Lítla landið Fønikia, sum lá, har [...] við hesi ráðstevnu er júst at gera vart við, at her liggur lendið, sum bíðar eftir, at hakin verður meira dúgliga brúktur, Hann vísti á, at millum møguleikar, sum peikað hevur verið á, er eitt nú KT-vinna [...] KT-vinna, fíggjarvirksemi og ferðavinna – og hetta er skilagott, legði hann aftrat. - Men tá ið hesi málsøki verða sett í miðdepilin, kann tað tykjast uppaftur meira løgið, at ein siglandi tjóð sum okkara ikki
tó ásannast, at tað tekur longri tíð og er mangan bæði truplari og baldrutari at fara úr Klaksvík til Svínoyar, hóast geografiska frástøðan er munandi minni. Tað er tí við stórum harmi, at vit, ið varða [...] Tórshavn.) er einki hent annað enn tað, at brimið hevur máað eitt sindur meira burtur av kaikantinum, og Másin nú er farin at leka verri enn nakrantíð. Hetta ynski varð borið fram, tí Havnin er kyrrasta [...] túrur, enn tað ofta er á verandi farleið, har tað kann rulla so illa, at mong als ikki hætta sær hesa leið á vetrartíð, ella um tað bara er eitt lítið sindur at í sjónum. Harumframt er tað mangan trupult
í Salem nú stólarnir hjá Teddy og Nancy standa tómir,tí tey bæði fyltu so nógv. Men Harrin er hin sami, og er mentur at føra verk sítt víðari. Góði Henry, børn, svigarbørn, barnabørn, og familja, Harrin [...] sunnudagsskúlalærari hjá okkum, saman við Teddy. Tað sum serliga hevur fest seg í minnið frá tí tíðini, er tá hon segði okkum frá líðingum Jesusar og krossfestingini, hvussu hon hevði ilt við at goyma tær eymu [...] hendan hátt untist tað Nancy, at leggja ein týðningarmiklan part av tí andaligu barlast í okkara lítla lívsfar, sum vit børn høvdu so nógv brúk fyri, til ferðina um lívsins hav. Tey seinnu árini, eftir
Streymnes: - Fyri okkum er sera týdningarmikið at hava í huga, at hetta er ikki ein deild. Mørkin skal vera og er eitt heim – heimið hjá øllum hesum 32 húsfólkunum, slær Jona Dam fast, tá Sosialurin hittir [...] royna vit ikki at fara frá borðinum, fyrrenn alt er yvirstaðið. Hetta kann gott taka sína tíð, men tað er líkamikið fyri okkum. - Okkara hægsta ynski er, at hetta skal vera ein góð og hugnalig løta fyri [...] telefonsamrøður aftrat, og so er tað málið loyst, sigur Jona. Ein heim fyri húsfólkið Eitt sum Jona Dam og øll hini starvsfólkini á Mørkini leggja stóran dent á, er at hetta er eitt heim og ikki ein deild
einari neyðtøku er broytt í dag, so hon eisini fevnir um annað kynsligt samband enn samlegu. Og aldursmarkið fyri nær talan er um yvirgang á ómyndingar er hækkað úr 16 ár upp í 18. Í lóggávuni er eisini eitt [...] Fremsta avbjóðingin beint nú, er at fáa í lag aftur lóg og landaskil, sigur Frances Johnson Morris. Vantandi rættartrygdin er ein av mongu avleiðingunum av krígnum, sum lítla vesturafrikaska landið hevur [...] ikki minst, at steðga slíkari hernaðarmegi. Hóast borgarakríggið í Liberia er av, er kynsligi harðskapurin ikki av. Neyðtøka er í dag hitt vanligasta brotsverki í landinum. Tí arbeiða ST og aðrir altjóða
misnýtslu. Spurningurin er so, hvat er til ráða at taka, tá ið ein genta ella kvinna er komin soleiðis fyri, at hon skal taka støðu til møguliga fosturtøku. Eitt eymt evni Fosturtøka er eitt eymt evni at taka [...] fordríva fostur, so hetta er óivað eisini farið fram hjá okkum. Mangt er í neyðini nýtt. Til hít brúktu okkara forfedrar tarm av seyði, fiski, umframt tarm og bløðru av kópi. Hinvegin er ivasamt, um nakrar plantur [...] møguligar avleiðingar av, at sáð møtir eggi. Tí er neyðugt, at øll ung fáa góða og tíðarhóskandi seksualundirvísing, tó at slík undirvísing ikki altíð er nokk. Sambært læknaligari vitan veitir eingin f
Hillary Clinton hevur havt eina lítla framgongd í Texas og Ohio, sum hava uppstillingarval í dag Tann seinasta meiningakanningin í USA vísir, at Hillary Clinton hevur havt eina lítla framgongd í Texas og Ohio [...] Ohio, har uppstillingarval er í dag. Kanningin, sum Reuters hevur gjørt, vísir, at í Texas ætla 47 prosent av demokratunum at atkvøða fyri Hillary Clinton, og at 44 prosent ætla at atkvøða fyri Barrack Obama
standa á, um man so kann siga. - Tað fyrsta er umsiting av skipum (ship management), annað er at umboða skip (port agency), sum koma til Føroya, og triðja beinið er keyp og søla av skipum. Hann sigur, at felagið [...] eina veruliga altjóða skipaskrá í Føroyum, er neyðugt at gera hana so attraktiva, at hon stendur seg í kappingini við hinar skráirnar. Tað gevur í hvussu er lítla meining, um okkara FAS-skipan eftir eina [...] felagið sum smápartafelag. Joan er dóttir Torleiv, og tí kunnu vit siga, at felagið nú verður rikið víðari í øðrum ættarliði. Trý høvuðsbein Høvuðsvirksemið hjá Tor Shipping er umsiting av skipum – ella tað
enskt als ikki er nóg mikið í tættari samskifti við aðrar mentanir. Enskt er eitt mál, sum øll mugu duga, sum heimurin er skipaður í dag, men eitt fremmandamál (møguliga afturat donskum) er ikki nøktandi [...] men eisini børnini. Mál er eitt samskiftisamboð, og um tað einans er tað, so kundi allur heimurin bert skift til enskt, ella tað til ta tíð ráðandi heimsmálið. Trupulleikin er bert, at mál stendur ikki [...] mentan, og málið fer altíð at vera partur av hesum. Tí er mál meiri enn bert eitt amboð. Tað er partur av samleika hins einstaka og hjá bólkinum, sum hann er partur av. Bólkurin kann vera familja, ungdómsbólkur
serligan tørv at gera tað júst nú. Eg vildi hava teg fyri meg sjálvan – bert eina lítla løtu. Kanska var tað tí, at dagurin í dag er tín pápi – hesin dagurin av øllum og álíkavæl ert tú ikki her. Kenslur mínar [...] hevur goymt har – eg vildi so ynskt, at tú á tínum 80 ára føðingardegi var her hjá okkum – bert eina lítla løtu. Eitt eri eg glað fyri pápi – sjálvt um havið tók nakað so dýrabart frá mær, beiggja og mammu