Tann seinasta meiningakanningin bendir á, at Hillary Clinton hevur havt eina lítla framgongd í Texas og Ohio, sum hava uppstillingarval í dag Tann seinasta meiningakanningin í USA vísir, at Hillary Clinton hevur havt eina lítla framgongd í Texas og Ohio, har uppstillingarval er í dag.
Kanningin, sum Reuters hevur gjørt, vísir, at í Texas ætla 47 prosent av demokratunum at atkvøða fyri Hillary Clinton, og at 44 prosent ætla at atkvøða fyri Barrack Obama. Í Ohio fáa tey 44 prosent í part.
Samanborið við næstseinastu kanning hjá Reuters hevur Hillary Clinton fingið trý prosentstig afturat í Texas og tvey í Ohio.
Hillary Clinton má vinna bæði í Ohio og Texas, um hon framvegis skal hava møguleikan at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í novembur.