FAS má gerast meira attraktiv

- Føroyska altjóða skipaskrásetingin kom í sínari tíð sum ein neyðloysn fyri ávís skip, men í dag hevur skipanin stórar kappingarneytar. – Vit fáa javnan uppringingar frá føroyskum sjófólki, sum heldur vilja sigla undir norsku og donsku skipaskráunum, tí hesar geva teimum meira í lønarposan. Hetta er tann stóri – og akutti - trupulleikin í løtuni, sigur Hentzar Steingrímsson hjá Tor Shipping

Á skrivstovuni hjá Tor Shipping í Niels Finsensgøtu 23 í Havn arbeiða fýra fólk, sum hava dagligu umsitingina av felagnum og teimum uppgávum, sum felagið hevur.

Tað eru hjúnini, Joan og Hentzar Steingrímsson, sum í dag eiga felagið, ið Torleivur M. Mikkelsen legði lunnar undir longu í 1990. Tvey ár seinni byrjaði felagið sum smápartafelag.

Joan er dóttir Torleiv, og tí kunnu vit siga, at felagið nú verður rikið víðari í øðrum ættarliði.

 

Trý høvuðsbein

Høvuðsvirksemið hjá Tor Shipping er umsiting av skipum – ella tað, sum rópt verður ship management.

Hentzar sigur, at felagið eigur eingi skip, men umsitir skip fyri onnur.

- Hesi skip eru í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS), og tey flestu sigla undir føroyskum flaggi, tó ikki øll.

Hann vísir á, at tað serliga eru danir, norðmenn og íslendingar, sum eiga hesi skip, ið Tor Shipping umsitir.

Hentzar sigur, at Tor Shipping hevur trý høvuðsbein at standa á, um man so kann siga.

- Tað fyrsta er umsiting av skipum (ship management), annað er at umboða skip (port agency), sum koma til Føroya, og triðja beinið er keyp og søla av skipum.

Hann sigur, at felagið hjá teimum soleiðis umboðar bróðurpartin av cruice-skipunum, sum koma higar um summarið, og tí er summartíðin ein nokso “hektisk” tíð hjá Tor Shipping.

 

Hvat vilja vit?

Nú ráðstevnan Shipping Føroyar 2008 á fyrsta sinni verður í Norðurlandahúsinum 7. mars, heldur Hentzar, at føroyskir myndugleikar eiga at taka upp spurningin, hvat teir vilja við FAS.

- Málið má verða at gera føroysku altjóða skipaskrásetingina betur, enn hon er í dag.

Hann vísir á, at í løtuni er støðan við føroysku manningunum undir FAS rættiliga akutt, sum hann tekur til.

- Føroysk sjófólk undir FAS hava ov lítið eftir á botnlinjuni í mun til tey, sum sigla undir norsku NIS og donsku DIS-skipanunum og eisini í mun til, hvat somu persónar høvdu havt eftir, um teir mynstraðu við norskt ella danskt skrásettum skipum. Við øðrum orðum eru sjálvt føroysk sjófólk verri fyri undir FAS enn somu sjófólk høvdu verið undir øðrum líknandi skipanum aðrastaðni.

Hentzar sigur, at ein orsøkin til, at tað hóast hetta hevur eydnast Tor Shipping at fáa fleiri skip undir sín ”hatt”, helst er, at felagið higartil hevur kunnað mannað skipini við føroyskum sjófólki, og serliga yvirmenn eru í dag ein mangulvøra world wide, sum hann tekur til.

- Men spurningurin er, hvussu hetta fer at eydnast í framtíðini, um umstøðurnar hjá manningunum ikki gerast betur, leggur hann aftrat.

 

Meira í lønarposa

Hentzar Steingrímsson sigur, at føroyska altjóða skipaskrásetingin ongantíð er komin veruliga upp at standa, og tað er eingin loyna, at skipanin virkar ikki nóg væl.

- FAS-skipanin kom í sínari tíð sum ein neyðloysn fyri ávís skip, men í dag hevur skipanin stórar kappingarneytar í norsku og donsku skipanunum.

Hann sigur, at felagið javnan fær uppringingar frá føroyskum sjófólki, sum heldur vilja sigla undir norsku og donsku skipaskráunum, tí hesar geva teimum meira í lønarposan. Hetta er tann stóri trupulleikin í løtuni, sigur hann.

- Føroyska altjóða skipaskrásetingin liggur undir vinnumálaráðnum, og eg haldi, at tey signalir, sum vit hava hoyrt seinastu tíðina, siga okkum, at myndugleikarnir eru sinnaðir at gera nakað við málið.

Men, leggur Hentzar Steingrímsson aftrat:

- Vilja vit hava eina veruliga altjóða skipaskrá í Føroyum, er neyðugt at gera hana so attraktiva, at hon stendur seg í kappingini við hinar skráirnar. Tað gevur í hvussu er lítla meining, um okkara FAS-skipan eftir eina broyting framhaldandi verður minni attraktiv enn NIS og DIS-skrásetingin, sigur hann.