Tekstur og myndir av Mette Byrgesen Jensen og Eva Nitschke, freelance-journalistar
----
Liberia sleikir enn sárini eftir 14 ára drúgva borgarakríggið, sum endaði í 2003. Síðstu tvey árini við einari kvinnu við róðrið – nevniliga fyrsta kvinnuliga forsetanum, sum nakrantíð er vald á einum demokratiskum valið í Afrika. Síðani januar 2006 hevur Ellen Johnson-Sirleaf stjórnað landinum sannførandi og skilagott. Og síðan hon tók við leiðsluni, hava alt fleiri kvinnur fingið álitissessir í landsins leiðslu.
Til dømis er løgmálaráðharrin Frances Johnson Morris ein av mongu nýggju kvinnuligu ráðharrunum í landinum. Tá ið danska heimasíðutíðarritið FORUM hittir hana, er ongin ivi um, hvat stendur ovast á dagsskránni hjá løgmálaráðharranum:
- Fremsta avbjóðingin beint nú, er at fáa í lag aftur lóg og landaskil, sigur Frances Johnson Morris.
Vantandi rættartrygdin er ein av mongu avleiðingunum av krígnum, sum lítla vesturafrikaska landið hevur í felag við onnur ófriðarøki í heimspartinum.
Neyðtøka – meira reglan enn undantakið
Sum í flestu kríggjum nú á døgum, verða ógvusligar neyðtøkur og skipaður kynsligur harðskapur mótvegis kvinnum og børnum, brúkt sum vápn til kúgan og stuldur.
Út frá fáu hagtølunum, sum finnast um hetta evnið, verður mett, at áleið 60–70 prosent av øllum kvinnum í Liberia hava verið fyri kynsligum harðskapi. Eisini verður mett, at 40 prosent av øllum kvinnum vórðu neyðtiknar undir borgarakrígnum. Í summum økjum av landinum vórðu úti við 75 prosent av kvinnunum neyðtiknar.
Tað er ikki bara í Liberia at skipaður kynsligur harðskapur hevur verið brúkt sum vápn. Altjóða kvinnustríðsdagin 8. mars í 2007 kunngjørdi ST tekst- og myndabókina ”The shame of war” ið eru vitnisfrágreiðingar um kynsliga misnýtslu, sum kvinnur um allan heim eru fyri, tá mannfólkini fara í kríggj. Endamálið við útgávuni var at kunna um, skelka, og ikki minst, at steðga slíkari hernaðarmegi.
Hóast borgarakríggið í Liberia er av, er kynsligi harðskapurin ikki av. Neyðtøka er í dag hitt vanligasta brotsverki í landinum. Tí arbeiða ST og aðrir altjóða felagsskapir í dag við at fyribyrgja kynsligan harðskap í landinum. Tað sama gera lokal feløg. Ikki minst er uppgávan, at fáa statin at byggja upp eina rættarskipan, sum kann røkja og døma rættvíst í málum um kynsligan harðskap móti kvinnum.
Kollveltandi lóggáva
Júst trupulleikin við mongu neyðtøkunum fekk ein hóp av kvinnum at gera uppreistur undir borgarakrígnum. Frances Johnson Morris, sum seinni gjørdist løgmálaráðharri, var longu í 1994 millum stigtakararnar til Felagsskapin av Kvinnuligum Advokatum, AFELL (Association of Female Lawyers). Felagsskapurin stríðist bæði fyri kvinnurættindum og at fáa í lag munadyggari rættarsókn av neyðtøkbrotsumonnum.
Og drúgva lobbyarbeiðið hjá AFELL hevur havt politiskar broytingar við sær. Í 2003 kom nýggj arvalóg í gildi fyri kvinnur, og í 2005 kom ein kollveltandi lógarbroyting í gildi um neyðtøku. Hóast tað altíð er torført at rættarsøkja í málum frá borgarakrígnum, verður tað lættari í nýggjari neyðtøkumálum. Endamálið er, at neyðtøka og kynsligur harðskapur skulu ikki vera partur av endurreista Liberia.
Hørð revsing, men veik skipan
Kvinnuligu advokatarnir í AFELL ynsktu at seta í verk harða og skjóta revsing, tí tær mettu, at hetta hevði fyribyrgjandi ávirkan. Tí settu tær sær fyri, at arbeiða fyri so harðari revsing sum gjørligt í neyðtøkumálum. Eisini kundi talan verða um deyðarevsing. Hóast hetta síðsta ongantíð gjørdist veruleiki, so eru tær í AFELL kortini væl nøgdar við nýggju lóggávuna.
Og tær greiða frá, at allýsingin av einari neyðtøku er broytt í dag, so hon eisini fevnir um annað kynsligt samband enn samlegu. Og aldursmarkið fyri nær talan er um yvirgang á ómyndingar er hækkað úr 16 ár upp í 18. Í lóggávuni er eisini eitt heilt brot um hópneyðtøkur, sum var ein stórur trupulleiki undir borgarakrígnum. Revsingin fyri ”vanliga” neyðtøku er upp í 10 ára fongsul. Fyri hópneyðtøkur ella yvirgang móti ómyndingum kann revsingin vera lívlangt fongsul, við ongum møguleika fyri royndarleyslating.
- Men tað er framvegis ikki nóg mikið, sigur løgfrøðingurin Zeor Daylue-Bernard, sum eisini er leiðari fyri AFEEL. Alt ov fá mál enda í rættinum, og flestu teirra verða als ikki meldað, av tí at rættarskipanin virkar so illa.
- Veika rættarskipanin darvar stríðnum móti neyðtøkum, sigur hon.
Sambært einari kanning, sum AFELL gjørdi á vári í 2007, lógu 84 mál um kynsligan harðskap og bíðaðu eftir at koma fyri rættin ella dómi.
Zeor Daylue-Bernard greiðir frá:
- Flestu rættarsalirnir í Liberia rigga ikki, og har eru ongir skikkaðir advokatar og dómarar úti um landið. Ofta er tað ógjørligt at savna saman prógv, so neyðtøkubrotsmenninir kunnu rættarsøkjast, ella eisini rindar onkur dómarunum pening fyri at gloyma lógarbrotið. Hetta er eyðmýkjandi út um øll mørk fyri fólkini, sum hava verið fyri neyðtøkum.
Ókeypis rættarhjálp og ráðgeving
Torført er at fáa sálarfrøðiliga hjálp og ráðgeving. Eitt nú er bert ein útbúgvin sálarlækni í høvuðsstaðnum Monrovia. Altjóða og lokalir felagsskapir royna at skipa samrøður, bæði fyri einstaklingar og bólkar. Men bert ein lítil partur av fólkinum hava hendan framíhjárætt.
Men í høvuðsstaðnum hava kvinnuligu advokatarnir latið upp eina ókeypis rættarhjálp. Enn er rúmið merkt av flytióruddi – pappkassarnir eru ikki pakkaðar út enn. Men borð og stólar eru tøk so ráðgevarnir hjá AFELL kunnu taka ímóti viðskiftafólki sínum. Og flytiórudd forðar ikki fólki at streyma til.
Ókeypis ráðgevingin hjá advoktatunum er opin mánadag til fríggjadag millum 14 og 17.30. Tilsamans eru 29 advokatar, harav 8 hvønn dag. Restin skiftist um at koma inn aftaná vanliga arbeiðstíð. Advoktarnir eru serfrøðingar á hvør sínum øki, og átaka sær nógv ymisk mál. Ein góður partur av málunum verður fylgdur heilt til dóms.
Ráðgevi og fyrimynd
Hóast AFELL er ein kvinnufelagsskapur, venda mannfólk seg eisini til ráðgevingina. Tá talan er um yvirgang móti børnum, koma páparnir við døtrunum at fáa hjálp. Harumframt hava advokatarnir eisini nógv mál, har maðurin til dømis hevur funnið sær eina nýggja konu, og mamman at børnunum forðar honum at síggja børnini.
- Eisini hava vit lættari mál, eitt nú í sambandi við hjúnaskilnað og samverurætt, sigur Dewey Gray, løgfrøðingur.
Gray er 42 ár og mamma at tveimum børnum, 18 og 20 ár í dag. Tá hon var 21 ára gomul gjørdist hon við barn við einum manni, sum fór frá henni. Tí noyddist hon at gevast í studentaskúlanum. Men foreldrini stuðlaðu henni, so hon fekk starv í uttanríkisráðnum og í 2000 fekk hon prógv sum løgfrøðingur. Síðani í fjør hevur hon arbeitt fulla tíð fyri rættarhjálpina hjá AFELL.
- Eg brúki mítt egna lív sum fyrimynd. ”Eg havi stríðst, og tað kanst tú eisini”, sigi eg við viðskiftafólk míni, fyri á tann hátt at eggja teimum til at koma víðari, sigur løgfrøðingurin við einum stórum smíli.
Brotsmenninir ganga leysir
Tær hava úr at gera hendan týsdagin. Nógv fólk hava tørv á ráðgeving og hjálp til at rættarmál ella at koma víðari í lívinum. Ein teirra er 20 ára gamla Aminata:
- Tann 28. mai 2006 kl. 3.35 á morgni brutu tíggju mans við skotvápnum inni í húsini, har eg búði við eldra beiggja mínum, familju hansara og einari systur. Teir knústu hurðina og stjólu alt, sum hevði nakað virði í húsinum. Tá teir høvdu tømt húsini, neyðtóku teir meg og yngri bróðurdóttir mína, meðan familjan hugdi at. Ongin av monnunum varð dømdur, hvørki fyri rán ella neyðtøku, greiðir hon frá.
Síðsta árið hevur Aminata javnan vitjað rættarhjálpina, fyri at fáa stuðul til at koma víðari aftaná neyðtøkuna:
- Millum annað stuðla vit henni við skúlagongd, so hon kann gerast sjúkrasystir, sum hon droymir um, sigur Dewey Gray.
Ákæra varð ongantíð reist móti brotsmonnunum – hóast Aminata kendi ein teirra.
Fleiri kvinnur í politibúna
Fyri at koma trupulleikunum við rættartrygdini til lívs, varð allur løgregluhópurin í Liberia koyrdur til hús fyri hálvumøðrum ári síðani. Atburðurin og leikluturin hjá løgregluni undir borgarakrígnum var somikið harðrendur og ivingarsamur, at fólkið hevði mist álitið til politiið.
Í dag er ein kvinna sett í starv sum løgregluovasti. Í 2006 varð Beatrice Munah Sieh heintað heim til Liberia úr New Jersey í USA, har hon starvaðist sum lærari. Í samstarv við altjóða samfelagið hevur landið sett sær sum mál, at seta á stovn ein nýútbúnan løgregluhóp við 3.500 politistum – harav skal ein fimtingur vera kvinnur.
Fyri at eggja kvinnunum í Liberia at fara í politibúnan, sendi ST fyri fyrstu ferð nakrantíð, ein bólk av indiskum politikvinnum til landið í mars 2007. Enn er málið um 20 prosent kvinnuligar politistar ikki rokkið í Liberia, men tað er væl áleiðis. Higartil er talið komið upp á 7 prosent, ella fleiri enn 200 kvinnur ganga á politiskúlanum. Við fleiri kvinnum innan løgregluna verður roknað við, at kvinnulig offur fáa betri viðferð í viðbreknum málum, so sum neyðtøkumálum.
Betri løn og javnstøða á bygd
Hóast alt verður gáað nógv meiri um trupulleikarnar við neyðtøku nú enn fyrr. Og eftir øllum at døma hevur arbeiðið hjá AFELL við at ráðgeva neyðtøkuoffur og at undirvísa løgregluni, dómarum og ákærum eydnast væl. Tað sama hava workshops fyri kvinnur og menn í útjaðaranum, har endamálið er at koma siðbundna hugsunarháttinum um at kvinnan er ogn mansins til lívs.
Til dømis hittust 300 mannfólk herfyri í ráðhúsinum í Barnesville, sum er ein lítil býur í útjaðaranum av Monrovia. Í longum stólarøðum sótu teir hugagóðir og lýddu á ein fyrilestur, sum samstundis var ein herligur uppsangur um ráðandi kvinnusýnið. Allan dagin brúktu teir á ráðhúsinum, har fokus varð sett á rættindi, lóggávu, altjóða sáttmálar, siðvenjur og loysnir, sum skuldu geva monnunum íblástur til at bera boðskapin víðari út í samfelagið.
Harumframt vónar løgmálaráðið at tað her at eydnast at rinda betri lønir til útbúnar dómarar og advokatar, sum velja at flyta út á landið. Eitt nú eru avtalur gjørdar við løgfrøðingar, sum eru undir útbúgving, um at fáa teir at binda seg til ein ávísan landslut í eitt áramál. Afturfyri fáa teir fíggjarligan stuðul í lestrartíðini.
Karmar um rættartrygd
Í høvuðsstaðnum Monrovia verður ein av dómstólunum júst nú umbygdur við stuðli frá eitt nú Danida. Hesin skal bara fáast við neyðtøkumál. Rættarsalurin verður bygdur á ein hátt, so ofrini ikki verða beinleiðis konfronterað við brotsmenninar.
Løgmálaráðharrin, Frances Johnson Morris, roknar við, at hetta kann fáa fleiri offur til at koma fram og at melda hendingarnar. Og at Liberia, gjøgnum rættarskipanina, fær fleiri kvinnur úr øllum samfelagsstættum at ganga á odda í umfatandi endurreisingini av krígsherjaða landinum.
--
Frelance-journalistarnir Mette Byrgesen Jensen og Eva Nitschke vóru í Liberia við stuðli úr grunninum til upplýsing hjá Danida.
Týtt hevur: Rigmor Dam
--
Liberia
Fólkatal: 3,2 mio., herav uml. 1,3 mio. í høvuðsstaðnum Monrovia
Væntað livitíð: 42,5 ár
Arbejðsloysi: Uml. 80 %
Analfabetisma: Uml. 74 % fyri kvinnur, 50 % fyri mannfólk
--
AFELL
Association of Female Lawyers arbeiðir fyri rættindi hjá kvinnum í Liberia.
Ráðgevingin í miðbýnum í Monrovia bjóðar ókeypis rættarhjálp til eitt nú neyðtøkuoffur, umframt ráðgeving og stuðul í málum um hjúnaskilnað, samveru og barnapening.
--