kvøld umboðaði fyri 111. ferð. Fyrsta ferðin var longu í 2013. Nú skaðalistin er so langur, varð Rói valdur at vera millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri við at skora. Hetta var bara onnur ferðin [...] steðginum javnaði Víkingur til 1-1. Olaf Bárðarson, sum í vikuni var darvaður av skaða, men var pjøssaður so mikið, at hann í kvøld var førur fyri at vera millum teir fyrstu ellivu, legði innfyri úr høgru [...] bar eyka orku við sær. Ein ofraði seg fyri allar, og allir ofraðu seg fyri ein, og tað var aftur og aftur, at tað var um reppið, at teir í EB/Streymi fingu møguleika at fara í mótálop. Síðstu løtuna royndi
fótfimu leikararnir hjá KÍF lætt spæl. Sum áðurnevnt var tað serliga landsliðsleikarin Regin Petersen, sum var í rætta hýrinum, og tá ið verjan hjá VÍF var so gávumild, langaði hann bóltin ferð aftaná ferð [...] fyrri hálvleikur leið móti endanum, og síðani hildu teir tørn, tað ið eftir var av dystinum. Tað tættasta, ið VÍF var gestunum, var trý mál, men sigurin hjá KÍF tóktist ongantíð at verða í vanda. Sjálvt um [...] Áki Olsen var við ferð á veg fram eftir vøllinum, tá ið Gert kom tuskandi aftaná honum. Gert togaði í Áka aftanífrá, og dómarin metti, at hann eisini slóg Áka í andlitið, og reyða kortið var beinan vegin
25-19, og so var Fleyr í hálvfinaluni. TB hevði annars fingið betri byrjanina upp á dystin, men eftir 12-12 í fyrsta setti dró Fleyr frá og vann lættliga 25-16. Fimm á rað frá 5-7 til 10-7 og onnur seks [...] rað frá 10-9 til 16-9 vóru grundarlagið undir sigrinum hjá TB í øðrum setti, men tað var kortini líka við, at settið var lorkað burtur, tá ið Fleyr kom afturíaftur og fór framum 20-18. Men so vann TB aftur [...] 3-1 (25-16, 25-27, 25-23, 25-19) Møguleikin hjá KÍF at spæla seg í hálvfinaluna var mest teoretiskur, og fyrsta treyt var at vinna 3-0 á oddaliðnum í bólkinum, Drátti. Tann vónin svann burtur í einki, tá
við verandi flogvølli er ikki størri enn so, at vit hava rímiliga regluligt flogsamband, eini 96 - 97 % varð upplýst. Loysir tað seg at brúka milliardir, tá óvist er um alt verður nakað betur - ella kanska [...] di at órógva flogferðsluna á okkara leiðum. Av flogvøllinum verður sagt at reglusemið er uml. 96 - 97 %. Vit kunnu so spyrja okkum sjálv, hvussu stórur er hesin trupuleikin? og ber tað til at hækka reglusemið [...] ókeypis til føroyingar í 1945, skrivaði Tórshavnar Kommuna mótmælisskriv til myndugleikarnar. Helst var tað tí at nakað hendið uttan fyri Havnina. Tíbetur varð ikki lurtað eftir mótmælinum hjá havnamonnum
við at fáa eykalutin út úr Streymfjørðinum. Tað var ikki pláss í flogfarinum. Skiparin royndi, um tað var møguligt at leiga eitt flogfar. Men har var onki at gera. Alt, sum flúgva kundi, stóð í Nuuk [...] 21. mars Polar Amaroq var inni í Nuuk, har hann landaði og skifti fólk. Teir fóru útaftur dagin eftir, men máttu inn aftur við onkrum breki á frystarínum. Síðstu nátt var eitt øgiliga ringt veður, kolandi [...] hava um 110 tons av ísaðum rækjum inni eftir trimum døgnum. 12. apríl Í dag eru - 13,6 stig og blika logn. Polar Natarnaq kom inn í morgun at skifta fólk. Har vóru tveir føroyingar við. Annar var úr Vágunum
og Alex Jacobsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3790 gr. 22. november fingu Hannefía og Jens Pauli Joensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 24. november [...] Strøm Rasmussen, Trongisvágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3450 gr. 26. november fingu Gerda og Rúni Mortensen, Streymnes, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr. 28. november [...] Súsanna Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2750 gr. 28. november fingu Sigrun Hansen og Andrias Højgaard, Toftir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 2850 gr. 28. november
Vígdis Finnbogadóttir 95 ára føðingardag. Hon var forseti í Íslandi í 16 ár - frá 1980 og til 1996. Vígdis var fyrsti kvinnuligi forseti í Europa og harvið eisini í Íslandi, og hon var fyrsta kvinna at vera [...] Vígdis Finnbogadóttir var fyrstu ferð vald 29. juni 1980. Talan var um rættiliga spennandi val. Vígdis fekk 33,8 % av atkvøðunum, og næstur henni var Guðlaugur Þorvaldsson, sum var semingsmaður, við 32 [...] innanlands og uttanlands er hon heiðrað. Í september 1987 var Vígdis Finnbogadóttir á almennari vitjan í Føroyum. Vertur var Atli P. Dam, sum tá var løgmaður. Føroysku miðlarnar vóru ta ferðina á einum máli
gjørdist nummar 8 í finaluni. Mattias var aftur á olympisku leikunum í Athen í 2000, men tá leyp hann ikki væl. Besta lopið hjá Mattiasi nakrantíð var 8,21 metrar og var hetta eisini norðurlendskt met í nógv [...] teir báðir við. Her vann Jorma gull í trístøkki, meðan Mattias, sum tá bara var 18 ára gamal, vann silvur á 400m, gull í 110m rimarenning og 400m rimarenning umframt gull í 4x100m og silvur í 4x400m. Síðani [...] 1995/96 var besta tíðarskeiðið hjá Sunneborn. Í 1995 vann hann silvur til heimsmeistaraheitið innandura og árið eftir gjørdist hann evropameistari í longdarlopi innandura. Í august 1996 var hann við á
á fyrsta sinni fór at gjalda pengar út í juni í 2001 var hægsta útgjald úr skipanini 35.000 krónur. Tað vil siga, at fólk, sum høvdu eina løn sum var upp til 35.000 krónur fingu fulla løn, tá tey fóru í [...] landsstýrismaðurin, sum legði málið um Barsilsskipanina fram um aldarskiftið var Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Løgmaður var Anfinn Kallsberg, sáli, úr Fólkaflokkinum. Kanska tað hevði borið til við eini [...] okkin og Fólkaflokkin fram broytingaruppskot, sum skar 10.000 krónur av hægsta útgjaldinum. Talan var um 17 menn og eina kvinnu, sum løgdu fram hetta broytingaruppskotið: Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen
stevnuni, og hesu ferð vóru tað 110, sum teknaðu seg. Tískil noyddust fyrireikararnir velja 60 luttakarar burturúr, sum skuldu sleppa at vera við á stevnuni. ? Fyrsta krav var, at tey, sum høvdu okkurt at [...] pall-list ella myndalist sluppu við. Tað var ógvuliga ringt at velja burturúr, tí tríggir fjórðingar høvdu okkurt at sýna fram. So tóku vit eisini fyrilit fyri um luttakarin var ov gamal til at luttaka næstu ferð [...] Men av tí, at landsstýriskvinnan í mentanarmálum var ov sein til ein bát, náddi hon ikki at verða í Norðurlandahúsinum klokkan 19, sum ætlað, og var tað tí Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum,