21. mars
Polar Amaroq var inni í Nuuk, har hann landaði og skifti fólk. Teir fóru útaftur dagin eftir, men máttu inn aftur við onkrum breki á frystarínum.
Síðstu nátt var eitt øgiliga ringt veður, kolandi stormur av suðri. Fortalt var, at teir máldu um 40 sekund úti á feltinum. Onkur hevði ikki trolið úti fyri veður.
22. mars
Í dag kom Akamalik inn her at landa. Teir høvdu um 400 tons inni. Teir blivu útlossaðir og loystu longu kl 0700 til nýggjan túr. Regina C kom eisini inn higar. Meiningin var, at teir skuldu landa í Nuuk, men teir fingu maskintrupulleikar. Teir vóru her um okkara leiðir nærindis av Sisimiut, so teir komu inn higar. Eykalutirnir skuldu koma hertil í dag. Men tað er nú einaferð so, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eykalutir uttanifrá. Regina C hevði gott og væl 200 tons inni, og nú liggja teir so og bíða til mánadagin eftir eykalutinum. Lómur kom í morgun inn at landa. Teir hava knapt 80 tons henda túrin.
Í dag er eisini Steffen C inni í Manitsoq og landar. Teir hava fulla last inni.
24. mars
Tað er so ringt skil við kaipláss, at Regina C mátti frá kaj og liggur nú inni í Amertloqfjørðinum sunnan fyri Sisimiut og bíðar til fraktskipið Mary Artica verður útlossa, so teir kunna koma inn at leggja seg aftur við Atlantskajuna, sum hon verður kallað. Teir kunna ikki liggja aðra staðir, tí teir stinga um 8 metur, og tað eru ikki 8 metur undir á hinum plássunum, tá tað er fjøra. Regina C kemur nokk til kaj aftur um midnátt.
26.mars
Tað varð, sum eg vantaði við at fáa eykalutin út úr Streymfjørðinum. Tað var ikki pláss í flogfarinum. Skiparin royndi, um tað var møguligt at leiga eitt flogfar. Men har var onki at gera. Alt, sum flúgva kundi, stóð í Nuuk. So varð ein síðsta roynd gjørd, og tað var at fara við kavaskutara inn til Streymfjørðin. Skiparin og ein annar fóru við hvør sínum kavaskutara móti Streymfjørðinum. Teir fóru hiðani um kl 1600, og teir høvdu eina avtalu við ein mann har inni, at hann skuldi koyra einar 30 km út ímóti teimun. Teir komu aftur við deilinum um kl 2230, og so varð farið í gongd við at seta saman.
Qaqqatsiaq er inni í Nuuk og landar, og Markus skuldi inn í morgin eftir landingarætlanini.
27. mars
Regina C loysti í morgun um kl 0400 fyri nýggjum túri.
30. mars
Í dag eru – 5,3 stig og stilli. Polar Timmijarmiut kom inn í gjár at landa. Teir hava fulla last inni. Teir hava sett siglitíðina til kl 1300 í dag til nýggjan túr. Lómur kom eisini inn at landa. Teir høvdu gott 110 tons inni. Lómur loysti nakað áðrenn midnátt. Skiparin fylgir teimun gomlu, vil ikki loysa fyri nýggjum túri fríggjadag.
2. apríl
Í dag eru – 11 stig og vindur av suðri við kavaælingi. Akamalik kom inn at millumlanda í morgun. Teir hava gott 370 tons inni eftir 9 døgum. Teir skulla inn at landa í Nuuk 2. páskadag og skifta fólk. Frætt er í kvøld, at Lómur er á veg suður til Nuuk at landa. Teir hava roynt uppi á Diskobankanum, og teir hava um 110 tons inni. Teir skullu landa mikumorgunin.
3. apríl
Í dag eru – 12,5 stig og stilli. Tasremiut kom inn í morgun at landa. Teir hava 325 tons eftir 12 døgum. Teir hava bara eitt trol, har hinir trolararnir hava tvey trol at royna við í senn. Teir hava eina fabrikk, sum ikki er av teimun størstu at taka ímóti rækjum. Skiparin er Ivan Olsen. Hann sigur frá, at eftir at hava verið í Nuuk og landa síðsta túr, sum var um 380 tons, løgdu teir út aftur tann 19 marts kl 1700, beint áðrenn ódnin brast á. Menn, sum hava búð í Nuuk í nógv Harrans ár, siga seg ikki vita um slíkt veður har á leiðini. Til alla lukku høvdu teir loyst líka áðrenn ódnin brast á. Teir merktu sjálvandi eisini til ódnina. Tað var orkan av landsynningi og suðri. Teir byrjaðu ikki at fiska fyri 21. og endaðu túrin við góðum fiskiskapi uppi í Buðunum, sum vit vanliga kalla leiðina, sum er í kantinum í ein útnyrðing úr Sisimiut. Sigast kann um Buðan, at tann leiðin er áhugaverd um hesa tiðina á árinum, eftir at ísurin hevur ligið og fjalt alt hetta økið í 2 mánaðir. Teir sluppu til fyri ísinum, og tað lukkaðist óføra væl. Teir fiskaðu 325 tons intil 2. apríl. Tá fóru teir inn til Sisimiut at landa. Manningin á Tarsermiut ynskir øllum heima eini Gleðiligar Páskir. Í kvøld kom so Qaqatsiaq við Markus uppá sleip. Teir høvdu fingið um skrúvuna. Kavarabátur fór úr Nuuk og skuldi verða her í morgin.
Markus hevur verið úti í trý døgn, og teir hava um 220 tons inni. Teir leggja tað upp her, tá teir komu inn álíkavæl.
4. apríl
Í dag – 15,2 stig og stilli. Dúkkarin kom í morgun at taka burtur av, men teir blivu ikki lidnir í kvøld, so teir fortseta aftur í morgin.
6. apríl
Í dag er langifríggjadagur. Tað eru – 10 stig og stilli. So lukkaðist tað Markus at sleppa út aftur á nýggjan túr. Frætt er úr Eysturgrønlandi. Arktik Viking liggur einsamallur har fyri tíðina, men Ocen Tiger skuldi verið á veg út aftur, aftan á at teir hava gjørt aftur skaðan í sliskuni. Havborg og Fríborg eru farin til Svalbard og Remøy, ein av norðmonnunum, er farin til Flemmish Cap. Remøy Viking er farin til Jan Mayn, og restin av flotanum er farin heim.
2. páskadagur 9. apríl
Í dag eru – 14 stig. Stilli er inni á landi, ikki ond á luftini. Úti á er væl av vindi. Hann er eystan, og tann ísur, sum var her inni í gjár, er allur horvin. Akamalik er á veg til Nuuk at landa og skifta fólk. Við tí, teir løgdu upp her, hava teir fiskað knapt 600 tons hendan túrin.
10. apríl
Í dag er – 16,9 stig og stilli. Polar Nagtoralik kom inn at landa í morgun. Skipið er so gott sum fult. Teir byrjaðu henda túrin í Eysturgrønlandi og endaðu her úti fyri í Holsteinsborgdýpinum. Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Teir hava fulla last henda túrin.
11. apríl
Í dag er – 16,2 stig og stilli. Polar Nagtoralik loysti nýggjan túr seinnapartin. Teir vóru ikki meir enn leysir, tá kom Qaqqatsiaq inn at landa. Teir hava fulla last inni. Tað var sum at ganga heima í túninum og føla tann vælsignaðan luktin av røstum kjøti. Rákin lá inn yvir kajuna. Teir vóru so vælsignaðir har umborð og ringdu til mín, at maturin stóð á borðinum. Ein slíkan bita sigur mann ikki nei takk til. Tað stóðu steikt røst kjógv á borðinum klár til at seta knívin í. Tig og tala ikki, hvussu væl tað smakkaði.
Qaqqatsiaq hevur fiskað í 12 dagar og hevur fulla last. Bátarnir hava roynt í nógvum ísi hesa síðstu tíð. Lómur landar í Nuuk í dag. Teir hava um 110 tons av ísaðum rækjum inni eftir trimum døgnum.
12. apríl
Í dag eru - 13,6 stig og blika logn. Polar Natarnaq kom inn í morgun at skifta fólk. Har vóru tveir føroyingar við. Annar var úr Vágunum og hin av Strondum. Tað var ikki ein tespulig sjón hjá teimun at síggja eitt talsterkt lið av 11 politistum, ið tóku ímóti teimun. Hald varð lagt á skipið beinanvegin. Eingin slapp í land. Alt fólkið varð tikið til avhoyringar uttan føroyingarnir. Teir sluppu kortini ikki í land, fyrr enn teir skuldu niðan á sjómansheimið at fáa sær ein bita til døgurða. Ja, tað var við stíli. Teir blivu koyrdir við politieskortu. Søgur siga, at onkur situr inni nú á politistøðini. Søgan byrjaði við, at tað bleiv funnið 14 kilo av hasj umborð á skipinum niðri í Danmark herfyri. Onkur fann gott 10 kilo uppi á gálganum, og so bleiv restin funnin í onkrari tunnu. Tað var skiparin, sum boðaði politinum frá. Tað komu fýra hasjhundar umborð og kannaðu skipið. Teir vóru inn í Føroyum á veg til Grønlands. Tá teir komu til Nuuk, var politiið umborð har við hundum og kannaðu skipið, men uttan nakað úrslit. Teir vóru inni her og skiftu skipara. Teir høvdu verið úti og fiskað, og hesa tíðina hevur so løgreglan kannað málið og er komin til, at tá skipið kom aftur higar, skuldi onkur handtakast.
13. apríl
Í dag er –10 stig og blika logn. Qaqqatsiaq loysti aftur í kvøld til nýggjan túr. Tað hevur gingið striltið at landa í dag, tí tað er lønarútgjaldsdagur. Tað sær út sum at onkur heldur vil brúka pengarnar beinavegin enn at fortjena teir. Hetta er nú einaferð so, og tað broytist nokk ikki við bræði.
15. apríl
Í dag er – 7 stig og blika logn. Polar Amaroq kom inn til Nuuk at landa í morgun. Ja, heima hjá tykkum var summarmáladagur í gjár. Tað kunna vit ikki siga, sjálvt um vit hava haft fínasta veður í eina tíð.
Um kl 1300 hendi tað her, at tveir trý ára gamlir tvíburadreingir duttu á sjógv inni við brúnna, sum gongur yvir til flogvøllin. Fólk sá tilburðin. Til alla lukku sá politiið, tá tað kom oman á kajuna, tveir mans í eini jollu við 150 hk motori. Teir fingu at vita, hvat var áfatt og fóru so við fullari ferð inn ímóti brúnni, har fólk stóð og peikaðu á, hvar dreinginir lógu. Menninir í jolluni sóðu tvær svartar draktir, sum vóru á veg inn undir ísin. Til alla lukku fingu teir fatur á hvør sínum. Tann eini tyktist lívleysur, bláur í andlitinum, og hjá hinum tyktist at vera nærum sama støða. Dreingirnir fingu hvør sær hjartamasagu í stundini. Tað kom lív í annan næstan beinanvegin. So at sigla til lands við báðum. Tá teir komu til brúnna á Tangasøluni, kom lív í hin drongin. So út á sjúkrahúsið við fullari ferð, tí dreingirnir vóru ógvuliga kaldir av at liggja so leingi í sjónum. Teir báðir menninir gjørdu eitt øgiliga stórt bragd, og teir eru róstir upp um æsir av fólki og útvarpi. Søgan sigur onki um, hvussu teir báðir brøðunir eru dotnir á sjógv, men onkur man hava ansað ov illa eftir teimum.
16. apríl
Í dag eru –7 stig og kavaælingur av suðri. Polar Timmjarmiut kom inn at landa í morgun og at skifta fólk. Skipið er so at siga fult.
17. apríl
Í dag er – 3 stig og stilli. Polar Timmjarmiut loysti til nýggjan túr aftaná døgurða.










