Tað skrivar Reiðarafelagið fyri Handilsskip í morgun: Føroyska handilsskipavinnan er í vøkstri, og fleiri nýggj skip eru í gerð hjá føroyskum reiðaríum. Men hóast jaligu gongdina eru karmarnir hjá vinnuni [...] ikki dagførdir í mun til tann veruleika, sum altjóða shipping virkar undir í dag. Tað merkir, at føroyska skipaskrásetingin ikki altíð er eitt líka kappingarført val sum skipaskrásetingar í øðrum londum [...] førum er ein natúrligur partur av virkseminum í altjóða shipping. Eisini ásetir útlendingalógin, at arbeiðsloyvi krevst, um skip eru meira enn 26 ferðir í Føroyum um árið. Hetta eru reglur, sum gera føroyska
Bóltfelag skrivar soleiðis: Í dag, gamlaárskvøld, líta okur frameftir og vóna, at tað nýggja árið hevur nógv gott at bjóða. Hetta er eisini galdandi fyri okum í Tvøroyrar Bóltfelag, og í hesum sambandi hava okur [...] Nevndin í TB er í ferð við at leggja eina langtíðarætlan fyri felagið, og her er tað sera týdningarmikið, at okur fáa eina fyrimynd, sum kann ganga fremst. Gilli hevur roynt tað mesta, ið roynast kann í fótbólti [...] fótbólti. Hann fór heilt ungur at leika við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC, hann hevur spælt í bestu deildunum í Føroyum, Danmark og Noregi, og hann hevur leikt ikki færri enn 66 landsdystir fyri føroyska landsliðið
tal av 80+ ára gomlum og tal av búplássum í 2024. Í miðal var dekningstigið fyri 80+ í Føroyum 24% í 2024, sí talvu 1. Dekningsstigið er talið av 80+ ára gomlum í lutfall til hvørt búpláss. Tað vil siga [...] sum tað er í dag (25%), er tørvur á at byggja 332 búpláss komandi 10 árini, sí talvu 2. Ymiskt er, hvussu tørvurin er kring landið, tí dekningsstigini eru ymisk í dag. Um bygnaðurin á økinum í framtíðini [...] verður eins og hann er í dag við eldrasamstørvunum, so verður fíggingartørvurin 1,2 milliardir krónur í 2035, við tí fortreyt, at hvørt búpláss kostar 3,7 mió. kr. at byggja. Les meira í frágreiðing "Kommu
egið felag í Føroyum. Síðani stovnandi aðalfundin í 1976, har Marjun Sigurðsdóttir varð vald til forkvinnu, hevur felagið verið ein hornasteinur í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum. Í núverandi [...] fagna felagsskapinum. Í hesum sambandi skipar felagið fyri einum spennandi almennum fakdegi, fokus verður sett á søguna, fakliga stoltleikan og framtíðar avbjóðingar í einum samfelag í støðugari broyting [...] barnaverndætlanini í Vágs Kommunu, høvuðsboðskapurin er, at vit í felag finna tær bestu loysnirnar. Øll eru vælkomin at keypa atgongumerkir til fakdagin á www.atgongumerki.fo Til ber at seta seg í samband við
Tað er ikki bara í Føroyum, at fiskimenn og reiðarar seta seg upp ímóti einari nýggjari fiskiveiðiskipan, sum leingi hevur verið ávegis. Í Grønlandi fyriliggur eisini uppskot, sum nú er sent til hoyringar [...] sermitsiaq.ag framgongur ikki í lógaruppskotinum eftir hvørjum treytum, nýggju kvoturnar skulu býtast. Ei heldur um talan verður um kvotur, sum verða galdandi eitt ár í senn. Í Grønlandi meta reiðaríini, [...] slíkum treytum. - Í øðrum londum verður útluting av kvotum tikin burtur frá politisku skipanini, men tað er júst tað øvuta, sum ætlanin er at gera í Grønlandi, sigur stýrisformaðurin í Polar Seafood.
Uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum var sent til hoyringar í desember, er broytt og tillagað, nú tað er komið í løgtingið. Ætlanin at skerja tímatalið við tveimum tímum í øllum floksstigum hevur [...] fær í fólkaskúlanum. Skal nakað skerjast, so skal tað takast frá øðrum lærugreinum, sigur Hanna Jensen. Áhaldandi orðaskiftið um, at enskt trokar seg inn á føroyskt, umframt tað at børn í Føroyum lesa [...] lítið mál í tí stóra heimssamfelagnum, har enskt er ráðandi á øllum miðlum, sum børn og ung eru drigin at, hevur ávirkað hoyringarskrivini, heldur landsstýriskvinnan. - Í kjakinum, sum var í sambandi við
Í dag bórust tíðindini, at Føroyar hava fingið rættindi at skipa fyri eini undankapping til EM í hondbólti í 2020. Talan er um bólk A, har Føroyar eru í bólki saman við Kýpros og Grikkalandi. Besta liðið [...] liðið í bólkinum vinnur rættin til at luttaka í næsta umfari í undankappingini. Í Hondbóltssambandinum eru tað glað fyri møguleikan at skipa fyri kappingini, og hóast tey ikki hava tikið av enn, so væntar [...] kostnaðin av kappingini, so sum gisting hjá hinum liðunum, meðan vit fáa inntøkurnar. Kappingin verður í Føroyum 13. til 15. januar 2017.
landsstýrismaður í vinnumálum. Hann heldur lítið um tað, sum fór fram í løgtinginum í gjár. Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot hjá Høgna Hoydal um at fáa netbankan aftur á føroyskar hendur. Í tí sambandi róstu [...] uppundir, at seta talgildingina í verk. Tað hevði verið Føroya fólki, og samfelagnum sum heild, at frama. Sostatt hevði tað skapt nógv arbeiðspláss í KT vinnuni í Føroyum. - Verður tað framt, eiga allur [...] skal flytast heim aftur. Í eini viðmerking sigur hann, at tað er neyvan nógv at ivast í, at tað er ein stórur fyrimunur, bæði fyri bankarnar, og fyri brúkaran, at verða partur í einum stórum kervið, sum
hevur víst, at hann vil hava eitt stjórnarskifti í Føroyum. Aksel V. Johannesne, formaður í Javnaðarflokkinum, Sstóri sigursharrin á løgtingsvalinum í gjár, heldur framvegis fast um, at hann fer fyrst [...] hittast á fundi í kvøld og tá er endamálið at lodda dýpið. Sjálvur ivast formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki í, at andstøðuflokkarnir eiga at kunna semjast um eina samgongu, sum heldur í fýra ár, har nógvar [...] flokkarnar, sum eru í andstøðu. Samgongan fekk ein lúsing á valinum í gjár, men Kaj Leo Holm Johannesen er framvegis løgmaður, og enn er hann ikki sinnaður at leggja frá sær. Eftir valið í gjár segði hann
býráðssamgonguna fyri eina politiska høgrasnaring í sambandi við broytingar í verandi skipan við bíðilistum til grundstykki í Tórshavnar Kommunu. Býráðið í Tórshavn hevur gjørt eina snaring, men tað er ein [...] Verandi skipan forðar fólki, sum eiga eina húsaogn og lesandi í útlandinum (ikki búsitandi í Føroyum) at sleppa á biðilista til grundstykki í kommununi. Hetta forðar aftur fyri einum dynamikki, har allir [...] fólkavøkstri í kommununi. Jógvan, vit loypa ikki búkk um bíðilistan. Vit í samgonguni beina burtur forðingar fyri menning og vøkstri – borgarin og tíðin krevur tað. Annfinn Brekkstein, Býráðslimur í Tórshavnar