Tørvur á 332 búplássum komandi 10 árini

Demografiska gongdin merkir, at talið av fólki, ið eru 80 ár og eldri fer at vaksa munandi komandi árini.

Um dekningsstigið skal haldast umleið á sama stigi, sum tað er í dag (25%), er tørvur á at byggja 332 búpláss komandi 10 árini og kostnaðurin er mettur til 1,2 mia. kr. 

 

Talið av 80+ ára gomlum byrjar at vaksa munandi komandi árini, sí myndina niðanfyri. Orsøkin er øktur livialdur, og harafturat at fleiri stórir árgangir gerast 80+ ára gomul. Talið av 80+ ára gomlum fer at vaksa úr 2.800 fólkum í 2025 til 4.000 fólk í 2035, ein vøkstur á sløk 45%.

 

Tal av 80+ og 90+ ára gomlum

 

##med2##

 

Av tí at tey flestu sum búgva á røktarheimum eru yvir 80 ár, verður talið av fólki, sum eru 80 ár og eldri, nýtt sum meting fyri tørvin á røktarheimsplássum komandi 10 árini.

 

Talva 1 niðanfyri vísir tal av 80+ ára gomlum og tal av búplássum í 2024. Í miðal var dekningstigið fyri 80+ í Føroyum 24% í 2024, sí talvu 1. Dekningsstigið er talið av 80+ ára gomlum í lutfall til hvørt búpláss. Tað vil siga at, at umleið eitt búpláss er fyri fýra persónar, sum eru eldri enn 80 ár.

 

Um dekningsstigið skal haldast umleið á sama stigi, sum tað er í dag (25%), er tørvur á at byggja 332 búpláss komandi 10 árini, sí talvu 2. Ymiskt er, hvussu tørvurin er kring landið, tí dekningsstigini eru ymisk í dag. Um bygnaðurin á økinum í framtíðini verður eins og hann er í dag við eldrasamstørvunum, so verður fíggingartørvurin 1,2 milliardir krónur í 2035, við tí fortreyt, at hvørt búpláss kostar 3,7 mió. kr. at byggja.

 

 Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her