Tað er ikki bara í Føroyum, at fiskimenn og reiðarar seta seg upp ímóti einari nýggjari fiskiveiðiskipan, sum leingi hevur verið ávegis. Í Grønlandi fyriliggur eisini uppskot, sum nú er sent til hoyringar, um eina nýggja fiskiveiðiskipan, ið ger upp við lívslongu kvoturnar.
Reiðríini, Royal Greenland, Polar Seafood, Qajaq Trawl og Niisa Trawl, hava bílagt nýggjar og stórar trolarar á ymiskum skipasmiðjum. Hetta eru skip fyri umleið 1,7 miljardir krónur, og hesar íløgur vórðu í fjør heyst góðkendar av myndugleikunum – uttan, at nakað varð sagt um afturtøku av kvotunum.
Við ætlaðu broytingunum kunnu grønlendsku reiðaríini nú síggja fram til, at grundarlagið kann verða rivið undan hesum íløgum.
- Vit verða sjálvandi noyddir at biðja óheftar løgfrøðingar meta um hesi viðurskifti, og so mugu vit síggja, um grundarlag er fyri at reisa endurgjaldskrav, sigur Henrik Leth, stýrisformaður í Royal Greenland, sum ikki útilokar, at talan kann gerast um miljarda stórt endurgjaldskrav móti landsstýrinum.
Í lógaruppskotinum hjá grønlendska landsstýrinum framgongur, at lívslongu kvoturnar skulu uppsigast yvir eitt tíðarskeið á í minsta lagi fimm ár. Síðan er ætlanin, at fiskivinnuumsitingin framyvir skal býta út rækjukvoturnar og kvoturnar av fiski, soleiðis at fleiri fiskimenn sleppa inn í vinnuna.
Sambært www.sermitsiaq.ag framgongur ikki í lógaruppskotinum eftir hvørjum treytum, nýggju kvoturnar skulu býtast. Ei heldur um talan verður um kvotur, sum verða galdandi eitt ár í senn.
Í Grønlandi meta reiðaríini, at tað kann gerast trupult at fíggja skip og útróðrarbátar undir slíkum treytum.
- Í øðrum londum verður útluting av kvotum tikin burtur frá politisku skipanini, men tað er júst tað øvuta, sum ætlanin er at gera í Grønlandi, sigur stýrisformaðurin í Polar Seafood.










