Eg havi einki ímóti at tosa við løgmann

- Men veljarin hevur víst, at hann vil hava broyting í

- Veljarin hevur víst, at hann vil hava eitt stjórnarskifti í Føroyum.

 

Aksel V. Johannesne, formaður í Javnaðarflokkinum, Sstóri sigursharrin á løgtingsvalinum í gjár, heldur framvegis fast um, at hann fer fyrst og fremst at royna at skipa eina samgongu ímillum  flokkarnar, sum eru í andstøðu.

 

Samgongan fekk ein lúsing á valinum í gjár, men Kaj Leo Holm Johannesen er framvegis løgmaður, og enn er hann ikki sinnaður at leggja frá sær.

 

Eftir valið í gjár segði hann, at hann ætlaði at tosa við formannin í Javnaðarflokkinum um at skipa samgongu, og tað endurtók hann í KvF í morgun.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur fingið fundarboð frá løgmanni.

 

- Eg havi einki ímóti at fara á fund við løgmann. Men eg haldi fast um, at veljarin hevur víst, at hann vil hava eitt stjórnarskifti, og at tað, sum liggur fremst, er at andstøðan skipar samgongu, sigur hann.

 

Hann sigur, at hevur umhugsað at heita á løgmann um at leggja frá sær, tá ið hann og løgmaður hittast um eina løtu, men tað hevur hann ikki tikið endaliga støðu til.

 

Annars hevur andstøðan avtalað at hittast á fundi í kvøld og tá er endamálið at lodda dýpið.

 

Sjálvur ivast formaðurin í Javnaðarflokkinum ikki í, at andstøðuflokkarnir eiga at kunna semjast um eina samgongu, sum heldur í fýra ár, har nógvar av teimum stóru nýskipanum, sum hendan samgongan ikki hevur klárað, verða gjørdar. Her hugsar hann fyrst og fremst um eina fiskivinnunýskipan.

 

Hann heldur, at stóra avbjóðingin verður at finna semju um ríkisrættarligu støðuna og kósina frameftir, men eisini tað heldur hann, eigur at bera til.