lum ? tað er bara ein spurningur um, at hava sett seg væl inn í málini. Soleiðis man vera í øllum lívsins viðurskiftum. Kona ella maður. Ja, hvørjar politiskar ambitiónir hevur kvinnan so? Man hon hava [...] systemið. Eitt system, ið ofta ber dám av gigantomani. Hon, sum betur enn nakar annar dugir at síggja tað stóra í tí smáa, og tað er ein dygd; sum ættarlið eftir ættarlið hevur verið føddur fíggjarmálaráðharri [...] hvørjar ambitiónir hava menn? Er nakað at snakka um? Tí konan man eins væl og maðurin fara upp í politikk, tí at hon heldur seg duga líka so væl at virka við í at menna samfelagið. At bøta um, leggja sín
sóknast ein ungur politikari, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, eftir roknistykkinum, sum sigur nakað um, hvat vit lata aftur fyri hesa nú nógv tødnaðu milliard! Jú, so er, roknistykkini eru so ymisk, og [...] segði ein klókur maður, at tað var lættari at koma upp á mánan enn at broyta heilan og hugan á fólki. Ein annar klókur maður, ja fleiri, hava bent á, at um eitt menniskja fyrst av álvara vil nakað, so kann [...] av Reyni, at teir, sum keyptu og bygdu skip, máttu vera eitt sindur ørir (ella okkurt tílíkt). Roknistykki jú, men hvussu við øllum tí ókenda? Fleiri søgur eru um skiparar, sum søgdu, tá teir sóu
tað heimligt. Og tað er tað so lítil meining í, tí hann sleppur bara at vera her til 27. apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kamarinum. Tí er tað einasta hann hevur við sær ein telda. Hana brúkar hann til [...] Elias, sum merkir trupulleikan á egnum skinni. Hann ánar ikki hvar hann skal búgva. Fær hann kanska eitt kamar sum hetta, einaferð enn; í eina stutta tíð og so aftur at flyta, ella verður hann bara fluttur [...] fluttur til okkurt, sum Almannastovan leigar til onnur sum hann, sum ikki hava so nógvan pening? Hann veit tað ikki sjálvur, men hann sær eitt sindur ræddur út við tankan.
kendur sum ein skjótur og vandamikil áleypari. Í Watford spældi hann ein dyst á eykaliðnum á miðjuni. Spælistílurin í Onglandi er eisini væl øðrvísi enn í Føroyum, men Heðin sigur, at tað má ein so bert [...] Ronnie Rosenthal, sum eins og Barnes er meira kendur sum Liverpool-spælari. Og manager er eingin annar enn Graham Taylor, sum fyri nøkrum árum síðani var enskur landsliðsvenjari, men sum fekk sekkin, tá [...] spæla fótbólt í Føroyum og í Onglandi. ? Eg fekk ein lítlan skelk í fyrstani. Har er einki, sum eitur stempling, og ferðin er sera høg. Men tað má ein so venja seg við. Graham Taylor og Ronnie Rosenthal
áhugabólkurin koma við er ódokumenterað. Her er ein greið misfatan av, hvør tað er, sum skal gera arbeiðið. Tað er álagt Føroya Fornminnissavni at varðveita Múrin sum fornminni, og til tað hava vit útvegað okkum [...] krøv, sum verða sett framman undan, og tann grundleggjandi treytin verður, at Múrurin skal varðveitast sum tað ektaða, orginala fornminnið, hann er. Vil tað siga, at verkætlanin úr Kirkjubø, sum hevur [...] hevur til endamáls at gera Múrin til ein brúksbygning ella framsýningarhøli av forngripum úr Kirkjubø ikki lýkur grundleggjandi treytirnar. ? Ein og hvør kann taka lut í kappingini. Men luttakararnir skulu
. Men sparingarnar hava eisini rakt her. Vit sum í 1988 vóru lesandi fegnaðust stórliga, tá LFÚ kundi vera við til at gera eina føroyska stuðulsskipan, sum bøtti munandi um korini hjá teimum lesandi í [...] ungdómi! At teir so í dag í álvara tosa um at taka stuðulin frá teimum, sum eru undir 18 ár er bert prógv um, at hetta eru fólk, ið ikki eru sína uppgávu vaksin. Sjálvandi skulu øll, sum fara undir eina [...] lesandi er at gera skipanir fyri fólk, sum hava stovnað familju, sett egið búgv, ella sum av øðrum orsøkum í dag ikki hava javnbjóðis møguleika til útbúgving - eins og av álvara eigur at verða farið undir
Tó so kann tað verða ein trupulleiki í longdini um fiskakeyparar niðri í Evropa missi álitið á okkum sum leverandørar, tí so vilja teir ikki betala so høgan prís fyri tann føroyska fiskin, sum teir annars [...] prísin. Tann, sum fæst við feskan fisk, má vera við alla tíðina. Tað er sum at rógva út. Tann, sum rør út dag um dag, hevur føling við, hvussu fiskurin ferðast og fær tí meiri enn tann, sum bara rør út einstakar [...] ofta verið ov seinur. Og saman við tí, at bara ein fráferð er, ger, at tænastan ikki á tí støði, sum hon átti at verið. Ikki tí. Sjálvir merkja vit tað ikki so nógv, tí táið okkara vøra er komin umborð
alneyðugt, at tað er ein loysn, sum øll vinnan stendur aftanfyri, tí tað er so dýrt at fáast við flutning. Verður tað ikki ein samskipað loysn, er tað heilt vónleyst. Men um tað skal vera ein loysn saman við [...] Tað er ikki so langt síðani, at vit høvdu trígjar fráferðir úr Føroyum um vikuna, um enn teir allir vóru hósdag og fríggjadag. Sjálvandi skuldi ein verið fyrr í vikuni. Men nú er bara ein møguleiki og [...] stovna eitt nýtt skipafelag, sum kann taka sær av flutninginum. Men tað avsannar stjórin, Hans Johs. á Brúgv. Men hann er samdur í, at flutningurin er ikki nóg góður, sum er og hann sigur, at fiskasølan
eindurtikið í ár - bara so bindikonurnar vita tað. Hon er útbúgvin sjúkrasystir, og hevur havt nógv ymisk álitisstørv innan umsorgan og ráðgeving. Hon var útlærd í 1982 og arbeiddi sum sjúkrasystir til 1985 [...] 1985, tá hon fór í starv sum heimasjúkrasystir. Í 1988 - 90 starvaðist hon sum ráðgevi í ættleiðing á Ríkisumboðnum, og ferðaðist kring landið og tosaði við fólk, sum ynsktu at ættleiða børn. Síðani fór [...] seg undan, tá heitt verður á tær. Tað var eisini tað fyrsta eg hugsaði,men so gjørdi eg av, at nú skuldi tað vera. Eg havi so ofta sitið við stokkum á aftasta bonki á fundunum og lurta við hálvum oyra
Tað sýnist sum at tað eru so nógv mál, ið eru vorðin stórmál undan hesum valinum, at tú hevur ilt við at síggja skógina fyri berum trøum, sum tikið verður til. Eg skal her tríva í eitt mál, sum líkasum er [...] skal vera vón mín, at eitt komandi landsstýri við einum javnaðarløgmanni á odda, alt fyri eitt fær í lag tingingar við bretar. Og latið okkum tá fáa menn sum Árna Olafsson og Hallgir W. Poulsen, sum nú sita [...] um, nú tosað bara verður um loysing og samband, bankaskuld og uttanlandsskuld. Tað er ósemja okkara við bretar um markið. Eg havi fylgt væl við í hesum máli, serstakliga í Sosialinum, sum eftir mínum tykki