2009 fekk Klaksvíkar Kommuna handað bygningin sum gávu frá Niels Mortensen, eftir at bygningurin hevði staðið tómur í langa tíð. Síðani var Grunnurin Spinnaríið stovnaður, og arbeitt hevur verið við verkætlanini [...] upprunaliga vera liðug til summarfrítíðina, men timburmennirnir hava brúkt nógva tíð uppá bráfeingis trygdarskaðar eftir jólaódninar, so tann tíðarætlanin helt ikki, sigur Eyðbjørn Poulsen. [...] bjálving og hita. Endamálið er at gera eitt sonevnt livandi museum, sigur Eyðbjørn Poulsen. Til dømis, so skal ovara hæddin ikki bert vera bátasavn, men eisini ein báta smiðja, har til ber at síggja bátar
hava víst sína ónøgd um nýggju bíleggingarskipanina umborð á Teistanum, sum eftir ætlan skal royndarkoyrast um eina mánað ella so. Skipanin verður bert galdandi á dekkinum. Tað vil siga, at tú kann einans [...] r komnir út ov tíðliga. - Eg vildi gjarna, at vit høvdu havt tíð at gera alt liðugt áðrenn nakað kom út alment, men tað stutta av tí langa er, at vit innarbeiða ein 15% avsláttur inn í skipanina nú. Tað [...] arbeiddur inn í skipanina. Tað merkir, at um tú til dømis hevur eitt mánaðarkort, ið gevur tær avsláttur, so kann tú ikki nýta tað í bíleggingarskipanini. Tú má rinda fullan prís um tú bíleggur. Tað hevði havt
– Nú er tað farið at síggja heilt gott út! Tað halda tey í býráðnum á Tvøroyri Um ikki so langa tíð verður farið undir at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil, men tað hevur verið rættiliga nógv kjak um, hvar [...] Upprunaliga skuldi tunnilin verða 2.200 metrar langur, men eftir tí seinastu linjuføringini hevði hann verið slakar 2.500 fermetrar. Men eftir hesi nýggju linjuføringini verður hann góðar 3.000 metrar. [...] kommunurnar í Hvalba og í Sandvík, sett seg ímóti. Tey halda, at tað hevur stóran týdning at fáa tunnilin so langt út ímóti Tvøroyri sum gjørligt fyri at sleppa undan tí drúgvu brekkuni niðan ígjøgnum dalin.
Brunnurin hevur tak úr betongi, tá var bara um at seta hol á, so bilar kundu fáast inn. Eftir at limir í felagnum høvdu baksast við brunnin í eina tíð, var parkeringsøki gjørt uttanfyri, stórt portur sett í [...] vilja varðveita, innflyta og skráseta gamlar bilar. Flestu gomlu bilarnir í Føroyum vóru burturbeindir, so fyri at finna gamlar bilar, sum høvdu verið vanligir í Føroyum, var neyðugt at innflyta teir. Tað var [...] heldur ikki veggjald. Hetta var góð hjálp, tí um tú fann tær eitt áhugavert ellisakfar uttanlands, so kundi tú innflyta tað við einans at gjalda meirvirðisgjald. Markið upp á 30 ár er seinni broytt til
in. - Tað er ymiskt frá persóni til persón hvussu langa tíð upptreningin eftir ein slíkan skaða gongur. Hjá mær tók tað tíverri eitt sindur longri tíð, men nú gongur framá. - Eg vænti at eg umleið tann [...] landsliðið í november mánað spældi á útivølli móti Sveis. Fyrst í december slapp Viljormur Davidsen so framat til skurðviðgerð, har ein slímsekkur í knænum var tikin vekk. Vanligt er talan ikki um ein
Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti um seg í náttarlívinum í Havn. Í langa tíð hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í miðbýnum í Havn um næturnar um vikuskiftini. Endamálið við tí [...] sissandi ávirkan á fólk, at løgreglufólk eru í býnum. Men samstundis hevur løgreglan gjørt av arbeiða eftir eini nullhugsjón, hvat ólátaðum atburði viðvíkur. Tað merkir, at løgreglan góðtekur ikki ólátaðan [...] av í nátt. Løgreglan sigur, at hann spýtti á løgreglubilin og tí tí sambandi fóru løgreglufólkini eftir honum og hann fær nú eina bót upp á nakrar hundrað krónur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar. Herfyri
oktobur varð varandi loysnin gjørd, men tað tók ikki langa tíð, so fóru íbúgvarnir at ilskast aftur. - Vegaføringin er fullkomiliga skeiv. Fyrst av øllum so er eingin ivi um, at hæddarmunurin fer at elva til [...] Argjum. Eftir at byrja varð upp á nýggjastu útstykkingarnar og nýggju raðhúsini undir Kongavarða, varð innkoyringarvegurin broyttur. Fyrst gramdu íbúgvarnir undir Kongavarða seg um, at tað tók ov langa tíð [...] óttaðust. - Í hálku verða brekkurnar ein stórur trupulleiki. Kommunan gravar ikki her inni, tá tað kavar, so tað verður ein avbjóðing at sleppa úr gøtuni. Vit mugu hava ferð á, um vit skulu megna at koma niðan
Marine Harvest í Føroyum, sigur, at tá ið teir kannaðu málið eftir ódnirnar, sum herjaðu á jólum og ímillum jóla og nýggjár, komu teir eftir at ein partur av laksunum í teimum báðum ringunum, er deyður [...] leikaðu, og teirra niðurstøða er, at tað hevur laksurin ikki tolt. Mátingar eru gjørdar á Sandsvág í langa tíð, men hetta er fyrsti veturin, tey hava roynt at havt laks í ringunum. Og Hans Jákup Mikkelsen sigur [...] loysnin kann so eisini verða, at steðga við aling á Sandsvág, tí tað er ov harðbalið. Hans Jákup Mikkelsen ásannar, at talan er um eitt fíggjarligt bakkast. Men hetta er ikki verri enn so, enn at hetta
at árini líkasum glíða út millum fingrarnar. Tá eg haldi, at eg nú havi fingið tamarhald á tíðini, so fýkur hon avstað sum ein rakett! Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Hon vísir á, at tey hátíðarhalda [...] hús her í Havn, eta ein betri bita saman við familju og kanska onkrum vinfólkum. Um tað viðrar, savnast grannalagið til bál. - 90 ára føðingardagur í sjónvarpinum er eitt "must" á hvørjum ári, og sum [...] børnini eru vorðin stór, er fýrverk ikki fremst í huganum longur. Mær dámar einki skot og krútroyk, so maðurin og børnini hava mest staðið fyri tí partinum. Eg vil tó siga, at tað er ein hátíðardámur á
tað er ikki so einfalt sum tað – ið hvussu so er ikki í politikki. Tað er ringt at fara frá nøkrum, sum tú ert komin so væl inn í, og sum samanumtikið hevur gingið so væl. Sum sagt, so er tað so gott og gevandi [...] ómetaliga nógv og røkkur so óendaliga langt, so er tað so viðbrekið. Tað krevur, at vit fara við tí í trúskapi og í eyðmýkt. Eg veit, at tit hava evnini. So eg vóni, at tit eisini hava hugburðin sum skal til, [...] mun. Og tá ein hevur roynt tað, so kennist tað so skjótt sum ein skylda at royna at gera allan tann mun, sum ein kann. – Og tann kenslan varð so styrkt av, at tað vóru so sera nógv, bæði í Javnaðarflokkinum