Hava savnast um gamlar bilar í 25 ár

Í dag kann felagið Føroya Ellisakfør hátíðarhalda 25 ára stovningardagin.

 

Tað var hendan februardagin í ringastu krepputíð í 1992, at nakrir menn í Havn tóku seg saman at stovna eitt felag, sum skuldi varða av áhugamálinum hjá teimum, sum høvdu alsk til gamlar bilar og motorsúkklur.

 

Felagið setti beinanvegin út í kortið at bøta umstøðurnar hjá teimum, sum vilja varðveita, innflyta og skráseta gamlar bilar. Flestu gomlu bilarnir í Føroyum vóru burturbeindir, so fyri at finna gamlar bilar, sum høvdu verið vanligir í Føroyum, var neyðugt at innflyta teir.

 

Tað var skjótt, at tosað var bæði við landsstýrið, Bileftirlitið og Tryggingina. Lógaruppskot kom fyri Løgtingið um, at bilar og motrsúkklur, eldri enn 30 ár, ikki skuldu rinda skrásetingargjald og heldur ikki veggjald. Hetta var góð hjálp, tí um tú fann tær eitt áhugavert ellisakfar uttanlands, so kundi tú innflyta tað við einans at gjalda meirvirðisgjald. Markið upp á 30 ár er seinni broytt til 25 ár.

 

Í avtalu við Tryggingarsambandið Føroyar varð eisini fingin í lag avtala um lagaliga trygging av ellisakførum, og við Bileftirlitið (seinni Akstovuna) varð fingin í lag avtala um at brúka gamlar nummarplátur, sum svara til tíðina, bilurin er frá.

 

Felagið hevur í dag um hálvtannaðhundrað limir og skipar javnan fyri tiltøkum, har øll familjan kann vera við.

 

Eitt av mest eyðsýndu tiltøkunum hjá Føroya Ellisakførum er flaggdagin í Havn, tá ellisakfør koyra í skrúðkoyring og verða sýnd fram í Tórsgøtu. Hetta hevur verið siður síðani fyrsta flaggdag flagsins í 1992.

 

Í 1998 gjørdi felagið eina leiguavtalu við Tórshavnar kommunu um gamla vatnbrunnin undir Gráasteini, sum hevði staðið tómur í nøkur ár. Brunnurin hevur tak úr betongi, tá var bara um at seta hol á, so bilar kundu fáast inn. Eftir at limir í felagnum høvdu baksast við brunnin í eina tíð, var parkeringsøki gjørt uttanfyri, stórt portur sett í brunnin, sum fekk bæði ljós og avfuktingarskipan. Í dag hýsir brunnurin – sum er 750 fermetrar til støddar – eini hálvthundrað ellisakførum. Limir hava framíhjárætt at leiga sær pláss í brunninum, sum fyrst og fremst er til at hýsa ellisakførum.

 

Tað er ikki neyðugt at eiga eitt akfar fyri at vera við í felagnum – bert áhugin er har.

 

Limir í felagnum hittast mánakvøld í felagshølunum Yviri við Strond 22 – reyðu húsini, har radioamatørarnir eisini eru – til hugnaligt prát og ein kaffimunn.

 

Í sambandi viði 25 ára stovningardagin í dag hittast limir til hátíðarveitslu í Kiwanishúsinum í kvøld klokkan 19.