Tað gongur framá hjá Viljormi

Føroyski landsliðsbakkurin er við at koma fyri seg eftir skurðviðgerð í knænum

Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur Davidsen, var ímóti endanum av árinum í fjør heldur óheppin við einum skaða í knænum. Hetta gjørdi at Viljormur Davidsen mátti sita uttanfyri millum áskoðararnar, tá landsliðið í november mánað spældi á útivølli móti Sveis.

 

Fyrst í december slapp Viljormur Davidsen so framat til skurðviðgerð, har ein slímsekkur í knænum var tikin vekk.

 

Vanligt er talan ikki um ein álvarsaman skaða, men hjá Viljormi hevur talan verið um ein meira drúgvan skaða. Í samrøðu við danska blaðið Vejle Amts Folkeblad, sigur føroyski verjuleikarin.

 

-       Tað er ymiskt frá persóni til persón hvussu langa tíð upptreningin eftir ein slíkan skaða gongur. Hjá mær tók tað tíverri eitt sindur longri tíð, men nú gongur framá.

-       Eg vænti at eg umleið tann 1. Februar, kann byrja at venja saman við mínum liðfeløgum.

 

At enda sigur Viljormur Davidsen, at hann er sannførdur um, at hann nokk skal gerast klárur til tann 5. Marts, tá næstbesta danska deildin aftur fer av bakkastokki. Eisini verður hann helst klárur til landsdystin hjá Føroyum í marts, sum er á útivølli móti Andorra.