onkrum máli.- Tá val er, tosa politikarar um grundsjónarmið og aðrar flokspolitiskar ideologiir, men tá teir fara til verka í tinginum, er talan um realpolitik, og tá tagnar alt tos um ideologir, sigur Finnbogi [...] torført tað er at seta sær fyri og halda eina politiska kós. - Eg eri sannførdur um, at tað ber til at flyta samfelagið. Um eg nú fari at gevast í politikki,so havi eg fingið eina barlast, sum er góð at hava [...] landinum, so er tað ikki rætt. - Eitt nú stýra politikarar ikki høvuðsvinnu okkara. Hon stýrir sær sjálv, á tann hátt, at politikarar gera tað, sum áhugabólkarnir vilja, sjálvt um teir vita, at tað er skeivt
Síðani bant eg tað um bringuna, og koyrdi allar slangurnar í lumman, so eg fekk runnið, sigur hann. – Tað er kampviljin, sum er umráðandi. Ein má stríðast ímóti sjúkuni, tí tað er ikki bert uppgávan hjá [...] á tilgongdina, er hann ovfarin yvir, hvussu væl viðgerðin hevur gingið. – Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann. – Um eg nú sleppi út at røra [...] søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað rennarin Guttorm Sørensen, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 06/03 – 2017. Hjá
eigarunum, sum upprunaliga vóru 16 í tali, men sum nú eru 11. Nógvir mans hava gjøgnum hesi mongu ár havt sítt livibreyð umborð á hesum skipi, sum nú er farið úr føroyska fiskiskipaflotanum. Danir siga, at [...] men enn er ikki endaliga gjørt av, um hetta verður so – ella um teir fýra føroyingarnir bara sigla skipið til Írlands. Tróndur í Gøtu hevur sína søgu, og ein heilur hópur kundi verið sagt um hetta skip [...] á Gøtuvík. - Eg hugsaði slett ikki um skipið ella stálið sum fór, men um tey fólk, sum hava verið um hesa verkætlan, heilt frá byrjan til dagin í dag. Eg hugsaði um allar teir og øll tey, sum hava staðið
máltíð er goldin við tí, sum fløskurnar hava kastað av sær, sigur Bagge, eitt sindur errin kortini. Húsaleiga, sjúkrakassi og aðrar útreiðslur er farið av avlamishjálpini. Og avlopið, ið var, er farið til [...] nógv at takka. - Nú eri eg so komin hartil, at eg skal flyta inn í húsini. Tú, tað er so snedugt ? ja, so óveruligt at tað er bara heilt løgið. - Eitt veit eg kortini, og tað er, at tað er sera hugaligt at [...] ikki at siga ALT ? um tað at savna fløskur á náttartíð ella árla á morgni. - Eg plagdi onkutíð at hitta eina av nonnunum, systir Juliu í somu ørindum, sigur hann og harmast um, at hon nú er farin. At byrja
brosi. Klaksvík, hósdagur 27. mai 2010: Atli er júst komin til arbeiðis. Hann hevur sagt farvæl við sonin sum er farin í skúlan við Ósánna; við konuna sum er farin til arbeiðis í Barnahúsinum Margit, og [...] virknum manni er í øllum førum komin gott í gongd. At Atli ber eitt likamligt brek, skal ein næstan vita fyri at síggja. - Eg eri komin yvir tað, og eg merki so einki til nakað, - heldur ikki nú ið tit bóðu [...] Lívið hevur lært meg, at tað nyttar einki at hugsa um tað farna, tí eg má fyrihalda meg til tað, sum eg havi. Hetta er sum at koyra í Árnafjarðartunlinum: Um tú bara hyggur í bakspeglið, so rennur tú í veggin
sum ringja inn spyrja um, er, um tey kunnu fortelja uttan at nakað fer víðari og tað lova vit teimum sjálvsagt. Tað er ógvuliga ringt at fara inn á trupulleikar sum kynsmisbrúk í eini telefon. Tú kanst [...] einsamøll, serliga tá ið tað snýr seg um teir stóru trupulleikarnar. Tey flestu ringja inn um tað, vit vanliga rópa tannáringatrupulleikar. Tey spyrja okkum til ráðs um kynslív og kynssjúkur, hvussu tey skulu [...] tað ræður um kynslívið. - Rúsdrekka- og rúsevnismisbrúk er eisini ein vanligur trupulleiki. Kanska eru tey við í einum bólki, har slíkt verður brúkt og so vilja tey vita, hvussu vandamikið tað er. Etitrupulleikar
Seyðahald Nú fjalltíð er, og fjøllini verða gingin um landið, hava vit skift orð við røktingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skiftandi ár [...] Longu nú er spinnandi galið í nógvum hagapørtum kring landið. Hann sigur, at tað er hin útlendski seyðurin, sum gjøgnum árini er komin til landið, ið hevur borið okkum tálgafitina. Seyðurin er vorðin [...] vit sjálvi. - Í dag er tað ikki so ”in” at eta feitt, so vektin einsamøll er ikki so avgerandi. Fyri meg, sum havi gjørt hesar royndir nú í so mong ár, er tað slagið av fitini, ið er alt avgerandi. Álit
verið Golgata, er tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan stendur ídag, ella tað er í Grav-urtagarðinum. Fyri onnur hevur tað minni týdning um tað er tað eina ella [...] gera. ? Sjálvt sederkvøldið, tað er tá ið sjálv páskamáltíðin verður hildin, er næstan alt stilt. Tá er næstan eingin ferðsla á vegunum í Jerúsalem, og ein kennir, at hetta er ein serstakur dagur fyri fólkið [...] Eyðhild. Fari avstað aftur »Tað er nú tað«, svarar Eyðhild, tá ið eg havi hug at heilsa henni við heilsanini »Næsta ár í Jerúsalem«. ? Um eg havi pening, so møguliga. Eitt er tó víst; eg fari avstað aftur
visjón um at hava ein bóndagarð, har øll eru vælkomin – høgur sum lágur. Okkara visjón er, at her skal altíð vera pláss fyri øllum, annaðhvørt um ein er nýliga fráskildur, júst vorðin edrúur, er smæðin [...] sindur kløkkur, tá hann fekk at vita um søluna. - Tað føldist so óveruligt, og føldist sum um at teppið nú var skrykt undan mær og konuni í einum. Men eg kom skjótt yvir tað, tí bara 10 minuttir seinni sat [...] at hava hægsta boðið tá avtornar: - Men um vit skulu taka eitt kempu lán og noyðast av garðinum at arbeiða frá 8 til 16, so er poengið líkasum farið, tí her er so nógv eftir at gera. Vit vilja heldur brúka
umstøðum farið av landinum bara fyri at uppliva tveir minuttir av sólarmyrking. Og skuldi eg farið til Avstralia at ferðast, so hevði tað verið av øðrum orsøkum enn hesari. Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar [...] serliga um sólarmyrkingina í 1954. Foreldur míni vóru stødd uttanlands um hetta mundið, og sjálvur varð eg borin í heim eitt ár seinri, so í næstu fjølskylduni havi eg av góðum grundum einki hoyrt um sama [...] svøvnin av hesum, men sjálvandi er tað spennandi og ein framíhjárættur at uppliva eitt so serstakt og sjaldsamt náttúrufyribrigdi, sum hendan sólarmyrkingin í roynd og veru er. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen