áhugaverd at lurta eftir. Eitt tað besta við Hildigarð var, at mann altíð visti hvar mann hevði hana. Um mann spurdi hana um okkurt, fekk mann altíð svar, hóast tað ikki altíð var ta svarið mann ynskti sær [...] okkum inn í alt hetta nýggja, og vera førar fyri at vegleiða limirnar í samband við stóru broytingarnar. Heimafturkomnar fóru vit málrættað at arbeiða fyri at fáa heilsuútbúgvingarnar til Føroyar. Vit arbeiddu [...] teimum, ið var við til at byggja land og leggja rygg til har á stóð. Eftir hana standa varðar, ið hon hevur verið við til at byggja. Hon var nakað heilt serligt, og er tað løgi, at mann ikki longur kann ringja
løgreglan eisini einum prutli, har tvey fólk vóru á. Tað er ikki loyvt at hava ferðafólk á einum vanligum prutli. Bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, vóru eldri enn 15 ár og fingu tí hvør sína bót. [...] Beint fyri klokkan níggju mikumorgunin fekk løgreglan fráboðan um herverk móti einum bili á Garðavegi í Klaksvík. Bæði síðuspeglini vóru tikin av bilinum. Herverkið er framt onkuntíð millum leygardagin [...] hava sæð eitthvørt illgrunasamt á staðnum um vikuskiftið. Um 13 tíðina í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp við avkoyringina til Sandvíkarhjalla. Ein bilur skuldi snara inn á Hjalla, tá ein annar bilur, sum
Hellas Verona á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann stórsigur 5-0 á Arezzo. Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt [...] fekk ein mann vístan av vøllinum. Salvatore Cerbone við tveimum málum, Gabriele Zappa, Samuele Mulattieri og Edoardo Iannoni syrgdu fyri málunum hjá Hellas Verona. Hellas Verona hevur fýra stig fyri tríggjar [...] tríggjar dystir. Andrias fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,3 frá Soccerstand og karakterin: 7,0 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Fríggjakvøldið klokkan 20 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti Benevento
økisrættinum, sum avgjørdi, at hann skuldi varðhaldsfongslast í 28 dagar. Hann kærdi avgerðina til landsrættin. Týsdagin avgjørdi landsrætturin, at grundarlag ikki var fyri at halda manninum aftur, og tí [...] leysan ein mann, sum varð handtikin í sambandi við, at ein 29 ára gomul kvinna doyði í Maniitsoq sunnudagin. Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í tíðindaskrivi. Maðurin varð mánadagin førdur fyri dómaran [...] Henda orðingin verður brúkt, tá ikki ber til beinanvegin at útiloka, at eitt brotsverk kann vera framt. Løgreglan hevur ikki upplýst aldurin á manninum ella, um hann og kvinnan kendust. Kelda: Ritzau
skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar. Av tí at viðkomandi var so ólátaður endaði persónurin var eisini hann tikin við á støðina og endaði í brummuni. Ein annars rættiliga uppfarandi persónur á sama s [...] skeinkistað tykstist at vera í so ávirkaður. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum til nærri kanningar. Tá ein patrulja hjá løgregluni koyrdi í búnum um midnáttarleitið kom hon fram á tveir mans, sum lógu og bardust [...] Løgreglan hevur havt úr at gera seinasta samdøgrið og havt ikki færri enn fýra persónar sovandi í brummunum á poltistøðini. Fyrsta var um húsaófrið í Havn. Men tað vísti seg tó, at óynskti persónur var farin
Tveir bilførarar vórðu máldir at koyra ávikavist 105 og 109 kilometrar um tíman og fingu klipp. Ein bilførari, sum bert hevði havt koyrikortið í stutta tíð, varð máldur at koyra 116 kilometrar um tíman og [...] ein lastbilur máldur at koyra 87 kilometrar um tíman, hóast mesta loyvda ferðin hjá honum var 70 kilometrar um tíman. Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið og bót fyri at tosa í telefon undir koyring [...] hendi eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini í Gøtudali. Ein bilførari helt ikki nóg góða frástøðu og rendi á bilin frammanfyri. Tað hevði klipp í koyrikortið við sær. Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar við
Hoydal kendust frá kórsangi, men funnu skjótt út av, at teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó [...] lóggávuni og ætlanina um at gera føroyska náttúru og veðurlag til ein kappingarfyrimun. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] einum felags áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky liggur og búnast á tunnum. Faer Isles
í Oslo, tá mans-EM í hondbólti varð spælt í januar. Men hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund váttar fyri norska miðlinum [...] stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á kappingina. Men nógvu áskoðararnir vóru ikki nóg mikið til at fáa roknistykkið at ganga upp. – Tað er ikki superdramatiskt. Tað er [...] Langerud fyri VG. – Øll onnur tjena pengar Noreg skal aftur vera vertur fyri stórum hondbóltskappingum. Landið skal saman við øðrum londum, teirra millum Danmark, skipa fyri kvinnu-EM í 2028 og mans-HM í 2031
imponerandi, at ukrainski forsetin velur at ganga oman gjøgnum Karl Johan, tvørtur um Slotsplássið og til dómkirkjuna - soleiðis sum hann gjørdi - bert tímar eftir, at roynt varð at leypa á flogfarið hjá [...] um Oslo í gjár. - Ukrainski forsetin kunnaði okkum í gjár um, at roynt hevði verið at leypa á flogfarið hjá honum við einari dronu, men eg kann ikki fara í smálutir við hesum. Soleiðis sigur norski fí [...] Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at flogfarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, mund verið rakt av einari dronu, tá flogfarið skuldi fara úr Moldova við kós móti norska høvuðsstaðnum
ferðin er 60. Bilførarin, sum varð máldur at koyra 93 kilometrar um tíman, kann vænta treytaða frádøming av koyrikortinum. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði [...] ferðslueftirlitið hevði kortini úr at gera í gjár. Millum klokkan 9 og 13 var ferðsluløgreglan á patrulju í Havn, Norðurstreymoy og Runavík. Fýra mál vórðu skrivað fyri ov nógva ferð. Trý av málunum geva [...] ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið. Harumframt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring. Tað gevur eisini klipp. Trý klipp innan trý ár hava