deildarliðið hjá KÍ var frammanfyri 2-0 móti HB, og KÍ var so nógv tað betra liðið. Tað eydnaðist KÍ at vinna, og í Klaksvík siga teir, at HB liðið mundi vera eitt tað lakasta 2. deildarliðið, sum hevur verið [...] Tað hevur verið meiri sjáldan í ár, at klaksvíkingar hava verið omaná, tá dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og mótstøðuliðið hevur verið HB. Og tað var ikki frítt, at onkrir áskoðarar kendu fjáltur [...] brotsteiginum, og Andreas Josephsen var tryggur úr ellivu metrum. Tað var um reppið, at HB noyddist at spæla um plássið í næstbestu deildini, men málmunurin ger, at teir endaðu bæði omanfyri NSÍ og EB/Streym
teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er týdningarmikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum [...] orkuna uppá at spola frá miðstrikuni og frameftir. Men tað bilar ikki so nógv, tá tað, sum nú verður rópt vongverjar, røkja ódnirnar bæði hjá gomlum bakkunum og vongunum. Og soleiðis hevur tað verið hjá [...] lítlari løtu vendi frá at vera undir við einum máli og til at vera yvir við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum
men nú hava tað verið og fara kanska at vera nógvir eystureuropearar. Tað hevur t.d. við tað at gera, at frælsi er vorðið størri í teirra parti av heiminum, og tað hevur aftur gjørt, at tað hevur verið [...] ikki, at fleiri útlendskur venjarar í 1. deild komandi ár er tað sama sum at útbúgvingarpolitikkurin hjá FSF er miseydnaður. ? Tað er eitt sindur upp og niður við hasum har, og tað ber ikki til at gera [...] útbúgving nú í mong ár, og tað eru nógvir føroyingar, sum hava tikið lut í venjaraskeiðum. Málið hevur verið, at útbúgva føroyingar at standa fyri fótbóltsvenjingini í Føroyum, og tað hevur gingið væl. Men
tvey ár afturat, og fyribils havi eg hugsanirnar savnaðar um at standa meg so væl her, sum tað ber til. Eg kenni tað framvegis soleiðis, at stríðið fyri at sleppa á liðið her og fyri at sleppa undan ni [...] eftir, og so er at vóna, at tað fer at hilnast væl. Altjóða umhvørvi Noreg er frammarlaga á nógvum økjum, og ikki minst í liðfótbólti hava teir gjørt vart við seg hesi seinnu árini. Mótstøðuliðið hjá Kongsvinger [...] Juliani og teimum hava teir Europa Cup uppgávu á heimavølli at hugsa um. Í kvøld skulu teir spæla móti Aston Villa, sum er oddalið í eingilsku kappingini. Og tað kann væl henda, at Strømgodset fer at gera
komandi ár fara at hava føroyingin millum stólparnar. Tað er framvegis ikki greitt, hvar Jens Martin fer at spæla í vetur. Í fyrstu atløgu sær tað út til, at hann og alt skreytið fara at koma heim til Føroya [...] síðsta umfarinum, og ÍBV vann. Tað kom væl við hjá Leiftri, tí sigurin hjá vestmannaeyingum hevur við sær, at teir fara í Europa Cup kappingina fyri meistaralið, og tað hevur aftur við særk, at Leiftur, Páll [...] Leiftur megnaði at venda og vann 2-1. Jens Martin Knudsen stóð seg enn eina ferð sera væl, og eftir síðsta stríðið varð staðfest, at taðp er semja um á Ólafsfirði, at føroyski málverjin hevur verið ein brandur
fótbóltsspælara, sum ynskir at vera við, har tað gongur fyri seg, og sum so ofta hevur víst seg at hava máltev, man tað kennast sum ein lætti at sleppa at royna seg í 1. deild, eftir at hann hevur verið á da [...] javnleikin, og áskoðararnir eru farnir at troyttast av, at teirra lið stendur seg so illa móti botnliðum. Ímóti B93 og Aarhus Fremad hevur FCK síðani summarsteðgin mist fýra stig. Jákup Mikkelsen og Herfølge [...] í juni komandi ár, at Herfølge tapti. Jan Allan út í ljósið Positivu tíðindini úr Danmark hetta vikuskiftið vóru, at Jan Allan Müller nú fer at sleppa burtur úr fótbóltsmyrkrinum, sum hann hevur verið
minuttir eftir, og heimaliðið trýsti framvegis fyri at fáa fleiri mál, men B71-málverjin Waldemar Novicki vísti, at hann í øllum førum hevur 1. deildarstøði, og at hann uttan iva fer at bjarga B71 okkurt [...] sera, sera« ? tað hava teir gjørt ofta eftirhondini ? og teir verða aftur í 1. deild í 1999. Um teir skulu standa seg, noyðast teir uttan iva av oynni at leita sær eftir styrki, og sum tað eisini varð nevnt [...] teirra kappingarári við at vinna 5-3 á B36 í Gundadali leygardagin. Sandoyingar høvdu langt síðani tryggjað sær uppflytingina, men tað er altíð stuttligari at enda við einum sigri, og tað gjørdu teir so í einum
kunnu næstan til eina og hvørja tíð gerast meistarar tá teir hava so gott fólk, sum teir hava. ? Hvussu fer at verða næsta ár er ikki gott at vita, men tað er greitt, at B71 flytir upp og teir hava útlendskan [...] leikarar fyri at vera nøkulunda vísir í at vit verða hangandi. Men LÍF eigur nakrar »hálvar« og nakrar »heilar« leikarar í øðrum feløgum, og tað er ikki óhugsandi, at hesir eru áhugaðir í at koma at leika við [...] hann heldur at hugburðurin í feløgunum er, at bara lúsin útlendsk er, so? ? Tað kann í hvussu er ikki verða rætt, at vit brúka eina rúgvu av peningi at útbúgva venjarar til at venja aðru og triðju deild,
skuldu spæla um uppflyting ella ikki. Og tað var júst tað teir gjørdu. Venjarin hjá leirvíkingum Harry Benjaminsen sigur, at hann hevði væntað, at sundalagsmenn fóru at leggja varisliga út, tí teir skuldu [...] tvørturum og har stóð Jonhard púra blankur. Hann setti bóltin í kassan og so var støðan 4-0 til LÍF og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Hetta úrslitið hevur við sær, at leirvíkingar skulu til at spæla [...] byrjaði, at vit skuldu flyta upp, men tað sigur seg sjálvt, at nú vit hava fingið møguleikan at spæla um uppflytingina, so eru øll nøgd, sum hava við liðið at gera. Mótstøðulið verður eftir øllum at døma Sumba
kolandi stormur gjørdi tað púra ómøguligt at spæla tí sum líktist fótbólti, sigur venjarin hjá FS Vágum. ? Og tað er galdandi fyri bæði liðini. Fyri mær sá tað soleiðis út, at tað liðið, sum fyrst fekk [...] nøgdir við at verða enn eitt ár í aðru deild, tí so fáa vit tíð at stabilisera liðið. Vit hava nógvar ungar og sera evnaríkar spælarar, sum hava víst, at teir kunnu spæla á liðnum og eg haldi at teir búnast [...] fór at vinna dystin, og tað vóru vit, sum vóru so hepnir, sigur Albert Ari Thomassen. Tað var í grundini Royn, sum hevði mest at spæla fyri av liðunum sum møttust í Hvalba. Hvalbingar hava ligið og togast