Jens Martin er ársins spælari

Fótbóltur: Leiftur verður við í Europa Cup komandi summar

Síðsta umfarið í íslendsku landskappingin varð avgreitt í vikuskiftinum. Størsti spenningurin var sjálvandi um, hvør fór at vinna meistaraheitið.

Stríðið stóð millum ÍBV, sum var meistari í fjør og sum fyrr í summar vann steypafinaluna móti Leiftri, og KR Reykjavík.

Hesi bæði liðini tørnaðu saman í síðsta umfarinum, og ÍBV vann. Tað kom væl við hjá Leiftri, tí sigurin hjá vestmannaeyingum hevur við sær, at teir fara í Europa Cup kappingina fyri meistaralið, og tað hevur aftur við særk, at Leiftur, Páll Guðlaugsson og Jens Martin Knudsen sleppa upp í part í europeisku kappingini fyri steypavinnarar.


Nógv skreyt til

Jens Martin

Í síðsta umfarinum spældi Leiftur móti Váli, sum kom á odda 1-0, men Leiftur megnaði at venda og vann 2-1.

Jens Martin Knudsen stóð seg enn eina ferð sera væl, og eftir síðsta stríðið varð staðfest, at taðp er semja um á Ólafsfirði, at føroyski málverjin hevur verið ein brandur alt árið.

Jens Martin Knudsen varð av liðfeløgunum og eisini av stuðlunum hjá felagnum, kosin sum ársins spælari í Leiftri. Hann fekk ikki færri enn trý steyp, og teir í Leiftri góvu til kennar, at teir eru fegnir um, at teir eisini komandi ár fara at hava føroyingin millum stólparnar.

Tað er framvegis ikki greitt, hvar Jens Martin fer at spæla í vetur. Í fyrstu atløgu sær tað út til, at hann og alt skreytið fara at koma heim til Føroya, men tað verður ikki fyrrenn eftir komandi vikuskifti. Tá skulu ÍBV sum meistari og Leiftur, sum tapti steypafinaluna móti ÍBV, spæla dystin, sum er vorðin afturvendandi endi á fótbóltsárinum í Íslandi.

Í tí sambandinum verða ársins spæalri í Íslanndi og ársins lið kjósaði, og so fáa vit at síggja, um Jens Martin fær meiri at dragsa heim við sær!