Tá leirvíkingar seinasta vikuskiftið í síðstu løtu megnaðu at fáa javnleik móti hvalbingum skaptu teir sær sjálvum eina góða útgangsstøðu til dystin móti sundalagsmonnum hetta vikuskiftið. Teir skuldu spæla sítt spæl og vinna. So var tað líkamikið hvat Royn gjørdi í Hvalba. Snøgt sagt ? leirvíkingar kundu sjálvir avgera, um teir skuldu spæla um uppflyting ella ikki.
Og tað var júst tað teir gjørdu. Venjarin hjá leirvíkingum Harry Benjaminsen sigur, at hann hevði væntað, at sundalagsmenn fóru at leggja varisliga út, tí teir skuldu helst hava stig við sær av vøllinum aftur, men so var ikki.
? Teir løgdu út sum eitt óløgi og tað tók meg á bóli, sigur hann.
? Tað gekk ein løta áðrenn vit høvdu umstillað okkum til teirra taktisku skipan. M.a. lógu vit ov langt frá teimum og teir fingu alt ov nógv pláss á miðjuni.
Men teir fingu skil á hesum, og tá einir tjúgu minuttir vóru farnir av dystinum fingu leirvíkingar innkast í høgra borðið. Bólturin varð tveittur inn í brotsteigin og har var tað, so løgið tað enn ljóðar, Olgar Danielsen sum longdi bóltin víðari til Kristjan á Reynatrøð, sum við handara stólpa setti høvdið á bóltin og so var 1-0 til leirvíkingar.
Hóast leiðsluna, so er Harry ikki nøgdur við spælið hjá leirvíkingum í fyrra hálvleiki. Hann heldur, at sundalagsmenn sluppu at gera alt ov nógv, men hann heldur seg hava skilt, at tað var tí, at teir høvdu væntað at vinna á leirvíkingum.
Úrslitini hjá leirvíkingum seinastu vikurnar hava ikki verði nakað at reypa av, men teir hava tikið seg saman tá tørvur hevur verið á tí.
Men hóast sundalagsmenn royndu av øllum alvi, so fingu teir ikki mál. Harafturímóti gekk, sum tað so ofta ger í slíkum dystum. Mótstøðuliðið fór í álop og stutt fyri hálvleik fær Kristian Eliasen bóltin nakað væl uttanfyri brotstegin hjá EB/Streymi úti í høgra borðið og hann ger ikki mætari enn at smekka til og bólturin smeyg sær undir yvirliggjaranum heilt úti við vinstra stólpa. Eitt frálíkt mál ? helst eitt av teimum ein fær fjórða ella fimta hvørt ár.
Nú var hálvleikur, men hóast støðan var 2-0 til LÍF, so sá ikki út til at sundalagsmenn høvdu mist mótið. Men tað gjørdu teir stutt inn í annan hálvleik.
Leirvíkingar høvdu nú funnið stórspælið fram og teir mólu runt við EB/Streymi. Stutt inn í seinna hálvleik varð Kristian Eliasen spældur fríur á miðjum vølli og hann setti beina kós móti málinum hjá EB/Streymi. Verjuleikararnir hjá sundalagsmonnum royndu at fáa fatur á honum, men ov seint var og hann sendi bóltin fram við málmanninum til støðuna 3-0.
Eftir hetta fullu sundalagsmenn meira ella minni í fátt og leirvíkingar gjørdu sum teimum lysti. Hóast tað, so fingu teir bert eitt mál afturat og tað gjørdi Jonhard Høgnesen. Kristian Eliasen var enn eina ferð sendur avstað í vinstru síðu og komin inn í brotsteigin spældi hann tvørturum og har stóð Jonhard púra blankur. Hann setti bóltin í kassan og so var støðan 4-0 til LÍF og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Hetta úrslitið hevur við sær, at leirvíkingar skulu til at spæla um uppflyting til 1. deild, meðan sundalagsmenn skulu til at spæla um niðurflyting til 3. deild. Hvør sín veg, men úrslitini gjøgnum árið tala fyri seg.
Harry Benjaminsen, venjari hjá LÍF er sjálvsagt nøgdur við úrslitið.
? Vit høvdu ikki sett okkum sum mál, tá kappingin byrjaði, at vit skuldu flyta upp, men tað sigur seg sjálvt, at nú vit hava fingið møguleikan at spæla um uppflytingina, so eru øll nøgd, sum hava við liðið at gera.
Mótstøðulið verður eftir øllum at døma Sumba, og tað dámar Harry væl.
? Leikliga passar Sumba betri til okkara enn TB, sum eg haldi hava verið stak óhepnar í ár. TB hevur ikki so vánaligt lið, at teir skulu liggja niðastir. Men tað kunnu vit bert fegnast um, sigur Harry Benjaminsen.
Dystirnir um uppflyting verða tveir og teir verða óivað spældir tvey fylgjandi vikuskifti beint eftir at landskappingin í fyrstu deild er av, og tað verður hon næsta vikuskifti.