gjøgnum hendan brotasjógvin við, enn sum áður. Vit vita, at vit skulu síggjast aftur har, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi, Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur her, men fara til hansara, [...] »Á, at hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið [...] altíð við tí góða orðinum, segði ongantíð nakað ringt um ein annan. Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum og stuðlaði honum so
vildi hava skil uppá, ja, so var bara at spyrja Poulu. Í ráðum var hon altíð góð. Hvat tú spurdi hana um,fekst tú altíð eitt nøktandi svar. Frank og Poula bygdu úti á trøðni,altso á Heygnum Mikla 2.Tá ið [...] heimligu húsum merkir tú beinanvegin andan av hondum, sum av kærleika hava fjálgað um, ikki bert uttanfyri, men serliga eisini innanfyri. Tá ið tú hevði latið úthurðina upp, føldi tú hitan og hugnan streyma [...] eisini so væl til sjóndar nú, tá ið Ingerð kom heim áðrenn jól at verða um ommu sína. Nú hvílir tú við síðuni av Inga, sum tú og Frank saknaðu so ómetaliga nógv og sum vit ikki skiltu meiningina við, at
hjartarúm. Vit fingu síðan familjur hvør í sínum lagi. Hildu tó altíð sambandið og hittust av og á, bæði í gleði og sorg. Vit hava altíð hjálpst at, og hóast okkara vegir skiltust, hildu vit fast um ein [...] eisini ein lítlan bát saman, sum vit vóru á floti við. Haldi eg kann siga, at øll ungdómsárini vóru vit ikki at skilja sundur. Og líka síðan hava familjurnar havt eitt serligt tilknýti. Seinnu árini hevur Ormar [...] Gjøgnum lívið hevur tú vinir og familju. Men so hevur tú vinir, sum gerast familja. Tá eg kom til Havnar í ’55 gjørdust vit báðir Ormar beinanvegin bestu vinmenn. Abbatrøð gjørdist okkara barnaheimur, hetta
føst býarmynd á ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk. Og vit báðir Njál hava havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld. Kenslan av at vera niðri [...] okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur [...] ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind. So mong okkara hava upplivað
annað tá okkurt skuldi seymast, ella um tú stóðst og manglaði okkurt. Hetta kom eisini til sjóndar í summar, tá vit báðar skuldu pynta javnaldrarnar báðar í føroysk klæðir, tá teir gjørdust pisur. Tá so tíðin [...] ein stokkut løta, so fara vit úr hesi verð.? Haldi hesin sangurin lýsir tað so væl, nú tá okkara góði granni Mary so brádliga, ja, líkasum bleiv rikt burt úr hesi verð. Tað at hava eitt gott grannalag, er [...] øðrum hátíðarhaldum. Vit vita at hennara lutur ? at tæna við borðini ? ikki lá eftir, ikki minst í ? Filadelfia. Eisini eru tey mong, sum hava havt Mary sum sín fyrsta arbeiðsgevara, tá hon hevði kioskina
er ei mín sál meira frá og sæla hvønn dag enn á landi eg skal anda Vit á Vón og somuleiðis Sosialurin hava mist ein góðan vin, men vit síggjast aftur heima hjá Jesusi. Tøkk Sosialurin fyri tey góðu orðini [...] syrgilig løta, tá Grímur kom á Vón og segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at Harrin Jesus má vælsigna tey, ið eftir sita. Vit, sum trúgva, [...] eiga ta sælu vón, at vit skulu síggjast aftur heima hjá Jesusi. Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara, men vit fara til hansara, eins og Dávid
flokki ? og allir hinar dreingirnar í flokkinum vóru farnir út at ferðast. Tá funnu tit báðir saman sum vinmenn. Eg minnist, tá tit vóru her hjá okkum, at tit altíð spældu við lego. Tit bygdu uppi á loftinum [...] havi kent teg. Mamma tín og eg gingu til føðifyrireiking saman hjá ljósmóðrini Bjørg. Síðani møttust vit øll heima hjá øllum einaferð. So steðgaði tað. Men seinni gjørdust tú og sonur mín Niels Peter bestu [...] Ofta vóru tit við pápa tínum í bilinum runt oynna. Hjá tykkum var mangt at takast við, sum dreingir hava áhuga í, og Niels Peter hevur havt óteljandi góðar tímar saman við tær. Hann kom næstan bara heim
millum elsta og yngsta systkinabarnið, hava vit altíð øll verið sera góð. Av tí at Karl Martin var mitt í flokkinum av okkum, er tað eitt sindur ymiskt hvussu vit minnast hann. Tey elstu minnast hann væl [...] at verða eftir hann. Altíð tá familjan fer at verða saman um eitt hvørt, fer hann at mangla. Okkara troyst er tó at vit skula síggja hann aftur ein dag, heima hjá Gudi. Vit vita at hjá tykkum, Kjartan [...] hin sami: barnsins sanna gagn og frami Væl tær veri, lítla skara Jakups Gud teg væl skal varða; honum, sum fekk megi alla, fíggindar til jarðar falla. Og tá her er farin dagur, neyð er lokin, tagna klagur
meira, hava vit mist so nógv, vit hava mist ein kæran vin og samstarvsfelaga, og sorgin og saknurin kennast tung. Vit hava djúpa samkenslu við tykkum hansara kæru, sum hann var so góður við. Vit merktu [...] Jóhannes nógv saknaður, vit saknað okkara góða samstarvsfelaga og vin, og vit minnast við takksemi hansara stillføra hátt at vera uppá og takka fyri alt, sum vit fingu við honum. Ærað veri minnið um Jóhannes [...] framúr. Nú Jóhannes ikki er ímillum okkara longur, kenna vit sorg, og tómrúmið er stórt. Vit kendu hann sum okkara, hann var góður við okkum og vit við hann. Í nærum 15 ár var hann trúfastur til arbeiðis
Bel Canto, har vit vóru fleiri, sum vóru við av fyrstan tíð. Hjá Jóhan snúði tað seg um felagsskapin, at vera saman um at skapa nakað. Tá eg flutti til Frederikshavn í 1986, vitjaði hann, tá heystfrítíðin [...] Hetta gjørdist ein sera lærurík tíð. Vit ferðaðust kring allar Føroyar mong vikuskifti á tamb og spældu dansitónleik. Svóvu á Sandi, hjá Elisi, sála, eitt vikuskifti, tá dansur var har. Spældu til nýggjárshald [...] bara ein valsur, og uttan rútmu er dansigólvið tómt. Um sama mundið spældu vit eisini ofta tveireinir, Jóhan og eg, til brúdleyp. Tá tú stendur har sum tannáringur, grunar tú neyvan hvussu nógv, tú verður