mynstrið vanliga er í Føroyum. Síðani hendi tað, sum í sær sjálvum ikki skuldi veri so løgi, at nýggja landsstýrið fór til arbeiðis. Serliga Fólkaflokkurin hevði verið nýskapandi í sínum valstríði, og tað [...] mikið hvar í heiminum, tey eru stødd. Tað tey skriva fer ofta út í almenna rúmið, so einki er longur loynidómur ella privat. Almenna orðaskifti Alt tað, eg kann minnast, hevur almenna orðaskifti í Føroyum [...] áhuga í samfelagsviðurskiftum og ikki minst politiska orðaskiftinum, royni eg at fylgja við í tí, sum fer fram heima á landi. Men eg má siga, at mangan øtist eg um orðalagið, sum nú verður brúkt í mun til
eru rættiliga áhugað í hesum. Tó so, fleiri eru, sum fylgja við og hava stóran áhuga fyri tí, ið rørir seg í tí politiska retorikkinum. Men eru tað veruliga mong ung, sum í sínum bestu árum tíma at baksast [...] so er tó onki galið í tí, at ung í flestu førum ikki hava serligan áhuga fyri teim málum, ið verða viðgjørd alla tíð allastaðni. Táið umræður eitt nú ?føroyska fullveldið", hava vit í alt ov stóran mun lyndið [...] lyndið til at bólka okkum upp í annaðhvørt tjóðveldisfólk ella sambandsfólk. Hetta er ein av sonnu vandunum við hesum máli, og ein av høvuðsorsøkunum til spjaðingina í tí føroyska samfelagnum. Hetta varpar
stendur fríur í hesum máli” brúkt. Spyrjari: Tit verða mangan skýrd at vera fundamentalistisk og í tí sambandinum samanborin við politiska rákið í USA, Moral Majority og evangelikanska táttin í Bush-politikkinum [...] eru trúgvandi í øðrum, ja øllum flokkum. Vit halda bert, at royndirnar vísa, at hesi, tá á stendur, standa einsamøll í sínum flokki við tí, tey halda vera rætt. Tey skulu vera klár við sínum stuðli til líkt [...] fevnir eisini um frálæru í skúlunum. Spyrjari: Í tí sama brotinum um frálærutilfarið siga tit, at "bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni". Hvat merkir hetta í grundini? - Og hvussu hugsa
Kelteigum í Sumba, nakað omanfyri Rubbikeldu, eystanfyri Stovusvingið, tá ið kringvarp Føroya for så vidt angår útvarpið bar tey tíðindi, at Jenis av Rana hevði tykta og agað okkum í andstøðu í uttanlan [...] umboðsmann Føroya í Danmark, sum sendi annan teldupost til sendistovuna hjá Danmark í ST, sum svaraði at har lá ikki so væl fyri. Ætlanin var bert at hitta onkran, og nevndi uttanlandsnevndin í fyrispurningi [...] okkurt í New York, enntá við frúunum í ferðalagi. Tróndardagar Tann ringa skúlingin av føroyskum tingfólkum er ikki minst galdandi fyri politisku søgu okkara. Tingfólk munnu flestu vera illa skúlaði í fornnorrønum
fakta í málinum, helt formaðurin í Tjóðveldi. Sjúrður Skaale tók undir við sjónarmiðnum hjá Hoydal. - Persónsstríð kveikir altíð áhuga hjá journalistum. Tí var tað sum at festa í krút tá eg herfyri, í einum [...] út í kioskirnar, tók nakrar tímar. Útvarpið og sjónvarpið vóru heldur ikki eins skjót sum í dag. Politikarin hevði eisini nakrar minuttir at greiða frá sínum sjónarmiði. Tað fer við rúkandi ferð í dag [...] hava altíð verið miðdepilin í politikki, annað hevði verið undarligt. Politikarar virka munandi meira sum einstaklingar enn sum viðspælarar í dag. Teir marknaðarføra seg í miðlunum sum einstaklingar og
slett ikki við í kjakinum, hvussu myndugleikarnir hugsa sær, at hetta skal gerast. Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur, at tað er inni í sjálvari skipanini, at feilurin liggur – og ikki í fiskidøgunum [...] fiskidøgum og øðrum avmarkingum. Eftir at løgtingið hevði 1. viðgerð av málinum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap fyrr í vikuni, fór málið í vinnunevndina, sum nú skal gera sítt tilmæli til løgtingið [...] viðurskiftini. Í aðrar mátar er líkt til, at onkur tosar fyri kvotubarónar – føroyskar sum útlendskar – ið hugsast kunnu at hava áhuga í, at ogn Føroya fólks endar á fáum hondum. Formaðurin í Fiskimannafelagnum
lækkar hvørt ár. . At støðan í fólkaskúlanum er versnað í stóran mun, kann eg eisini siga í mínum arbeiði sum sjómansskúlalærari í 24 ár. Sum undirvísari í grundlærugreinunum máli og støddfrøði hevur ein fingið [...] kann nýtast í dag. Tann nýmótans námsfrøðin, sum verður nýttur í dag, er tó farin ov langt yvir í hina veitina. Børnini hava ov nógv at siga í flokshølunum, hava ov fríar teymar og hava í summum føri nærum [...] menna heilan. Í realskúlanum, sum kanska kann samanberast við framhaldsdeildina í dag, var eisini próvtøka hvørt ár, til tú í 4. real fór til tað endaligu próvtøkuna. Har skuldu vit upp í øllum lærugreinum
Tórstein hevði sum landsstýrismaður enntá í loyndum flutt pengar úr Landskassanum í Sjóvinnubankan. Hetta varð tó uppdagað, og so var Tórstein Petersen ferdigur sum poppsangari. Nýggi vandin gjørdist í staðin [...] endiliga slapp í samgongu í 1963 var tað í eini annars borgarligari samgongu – við fólkafloksløgmanninum Hákuni Djurhuus. Sambært Virgari var tað eisini Tjóðveldi, ið royndi at festa eld í Læknastríðið – [...] saman við nøkrum hjálparum berjist ímóti kommunistum í vinstra borði og nazistum/fascistum í høgra borði, samstundis sum meðalhampa afturhaldskreftir hála í hestsins hala fyri at tálma framburðinum. Tí hendan
Tað er tíð uppá, at Petur kemur meira fram í ljósið, soleiðis sum tað var gjørt í FF-blaðnum og nú í Miðvikuni. Frásøgnin hesa ferð er um eina norska kórvitjan í 1924, fyri 85 árum síðani. Hetta er ein áhugaverd [...] var danska studentaferðin til Íslands í 1900, sum eisini steðgaði á i Føroyum. Hetta var eisini dagur í viku í Havn, soleiðis sum Petur Alberg eisini greiddi frá í síni fyrstu dagbók. Aftaná varð givin [...] Geilaættini í 1999, fekk eg við loyvi frá dótrini Biritu atgongd til skjalasavnið hjá Petur Alberg á landsskjalasavninum. Her fanst hetta áhugaverda tilfarið. Tað, sum Petur Alberg skrivaði í sínum dagbókum
annars hevði hann ikki verið bótaførur. Tað, sum tó hevði meira týdning enn annað var, at “Tingakrossur” og Kristin altíð vóru í parti við tann minna mannin. Hesa grein skrivaði Petur Alberg í 1926 í samband [...] minnist tað í dag. Og kortini man í mongum heimi í Havn hava verið havd á máli slagklokkan í Geil. Klokkurnar, ið søgdu frá hvussu dagur og nátt leið, tíma aftaná tíma, vóru kanska fleiri víða um í Føroyum [...] má halda á í mong ár, tí vit eru øll so hjartaliga takksom fyri tað. Eisini sangur Sangfelag hevði verið fyri mína tíð, seinast í 1880-unum og fyrra partin av 90 árunum. Tey seinastu árini í hinum gamla