Billy Adamsen, sum er fyrrverandi spunasmiður hjá Poul Nyrup Rasmussen, vendir eisini kanónini móti politikarunum.
- Fatanin er ofta, at tað eru journalistarnir, sum ikki gera sítt arbeiðið til lítar. Tað er eisini lutvíst rætt. Tað eru sanniliga eisini politikarnir, sum eru orsøkin til mongu persónsstríðini í fjølmiðlunum, sigur hann.
Feskasta føroyska dømið er eljustríðið millum fyrrverandi partamenninir í Tjóðveldi, Høgna Hoydal og Sjúrð Skaale. Stjórnarskipanarmálið, sum bar við sær, at Sjúrður Skaale fór úr flokkinum, var ikki persónsstríð, men um fatanir og metingar av fólkaræði og rættindum hjá Føroya fólki, skrivaði Høgni Hoyal tann 18. mai.
- Tað er sjálvandi væl skilligt, at fjølmiðlarnir vilja viðgera eitt mál, har álvarsligar ákærur verða settar fram. Ikki minst millum floksfelagar og ímóti floksformonnum. Men tá haldi eg, at fjølmiðlarnir sum minsta mark eiga at finna fram, greina og meta um fakta í málinum, helt formaðurin í Tjóðveldi. Sjúrður Skaale tók undir við sjónarmiðnum hjá Hoydal.
- Persónsstríð kveikir altíð áhuga hjá journalistum. Tí var tað sum at festa í krút tá eg herfyri, í einum illsinnisglepsi á netinum, kallaði Høgna Hoyal “óluksáliga frekan”. Miðlarnir ringdu straks at frætta meira. Journalistarnir hava gjørt lítið at fortelja fólki, hvat stendur í uppskotinum til hesa góðu stjórnarskipan. At eg læt áðurnevna lýsingarorð gleppa frá mær, hevði størri áhuga. Men pressan setir dagskránna, skrivaði Sjúrður Skaale tann 27. mai.
Tíðin, har røðarapallurin í Løgtinginum, valfundirnir í bygdarhúsunum og alinlangar greinar í partapolitsku bløðunum vóru samskiftispallarnir, er væl og virðiliga farin. Politikarin skal marknaðarføra seg og síni sjónarmið í útvarpinum, sjónvarpinum, politiskt óheftum bløðum, á tíðindaportalum á internetinum, bloggum og øðrum. Tað verður eisini karmurin um næsta løgtingsval. Tað er her, at stríðið um atkvøðurnar verður.
Úrslitið er, at politikkur er vorðin til ein sjónleik í fjølmiðlunum. Tað er spell, tí virðingin fyri politikkinum er minkað av politiska ruðuleikanum í miðlunum. Sum Johan Dahl, landsstýrismaður tók til í Sosialinum, tá Kringvarpið fór at varpa frá løgtingsfundunum, eru fundirnir eisini ein sjónleikur.
- Tá sjónvarpingin í løgtinginum steðgar, fara politikarar at bera seg at sum vanligt, og løgtingslimir taka ikki orðið meir enn neyðugt. Tað er spell, at tað ikki ber til at geva lurtarum og hyggjarum møguleikan at síggja tað veruliga politiska arbeiðið – tað seriøsa arbeiðið, sum er í teimum ymsu løgtingsnevndunum – men bara sjónleikin í miðlunum, segði Johan Dahl tann 9. februar í 2007.
Ósemjan millum persónar er meira áhugaverd fyri journalistar enn málið, persónarnir eru ósamdir um. Persónsstríðini fara sanniliga eisini at stinga seg upp undir hesum valdystinum. Ósemjan er lættari og skjótari at fyrihalda seg til enn at fara í dýpdina við málinum. Hvør hevur ábyrgdina? Politikarnir spæla eins stóran leiklut sum pressan, heldur Billy Adamsen, fyrrverandi spunasmiður hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Marknaðarføra seg sum einstaklingar
Politikarar gremja seg ofta um, at miðlarnir varpa bara ljós á politisku orrusturnar millum politikarar. Tekur tú undir við teimum?
- Tað eru ikki miðlarnir, sum skapa stríðsmálini. Tað eru politikararnir. Politisku málini hava altíð verið miðdepilin í politikki, annað hevði verið undarligt. Politikarar virka munandi meira sum einstaklingar enn sum viðspælarar í dag. Teir marknaðarføra seg í miðlunum sum einstaklingar og seta sítt navn, og ikki navnið hjá flokkinum, undir politisku málini. Politikarar gera lítið og einki fyri at sleppa undan persónligu stríðsmálunum.
Men er tað ikki rætt, at krøvini til politikarar eru nógv størri enn áður? Teir skulu tekkjast veljarunum í miðlunum, og tað er púra einfalt ein treyt, at teir kunnu standa seg í miðlunum fyri at fáa atkvøður.
- Tað er rætt. Tað er heldur ikki lætt at svara spurninginum, hví tað eru so nógv persónlig stríðsmál, sammett við fyri 20 árum síðani. Orsøkirnar eru fleiri. Kappingin millum miðlarnir eru økt munandi, meðan alnetið hevur ment seg støðugt. Tíðindaportalarnir eru fleiri enn nakrantíð, og tað hava ongantíð verið so nógvar dagligar søgur sum nú. Politikararnir skulu skilja seg burtur úr rúgvuni og gera vart við seg fyri at verða valdir. Borgarliga samfelagið, sum hevur vunnið seg fram seinastu árini, er eisini grundað á einstaklingar. Tú velur persónarnar, og ikki politisku flokkarnar, í dag. Tað er orsøkin til, at teir marknaðarføra seg sjálvar, heldur enn sín flokk. Tað ræður ikki um at hava rætt. Tað ræður um at sannføra veljaran um, at tú hevur rætt. Tá er tað, at politikarar heita á spunasmiðir um at hjálpa sær. Tann støðan er íkomin, tí tøknin hevur verið í ógvusligari menning. Tað kunnu hvørki politikarar ella fjølmiðlarnir verja seg fyri. Krøvini eru heilt einfalt, at politikarin umboðar seg sjálvan, fremst av øllum.
Hvat kunnu miðlarnir gera fyri at sleppa undan stríðsmálunum?
- Teir kunnu handfara søgurnar øðrvísi. Hvør verður ávirkaður, tá skatturin fer upp? Tað eru heimini, ikki fíggjarmálaráðið. Hvar búgva tey heimleysu? Á gøtuni, og ikki í innlendismálaráðnum. Politikkur er annað enn politikarar. Eg sakni fleiri søgur frá fólki, sum greiða frá avleiðingunum av avgerðunum, sum politikararnir taka. Pressan tykist heldur ikki vera serliga væl kunnað, um tað er samanhangur millum tað, sum politikarar siga og tað, teir gera. Tú sleppur ongantíð undan persónsstríðunum, men tú kann varpa ljós á aðrar síður av málunum.
Hvussu var so fyri 30 árum síðani?
- Tá vóru bara avísirnar, sjónvarpið og útvarpið. Samskiftispallarnir vóru færri. Tað tók rúma tíð hjá journalistunum at skriva eina søgu. Tilgongdin frá, at søgan varð skrivað, at blaðið fór til prentingar og borið út í kioskirnar, tók nakrar tímar. Útvarpið og sjónvarpið vóru heldur ikki eins skjót sum í dag. Politikarin hevði eisini nakrar minuttir at greiða frá sínum sjónarmiði. Tað fer við rúkandi ferð í dag. Um nakað hendir, kann tú lesa um tað á internetinum nakrar minuttir seinni. Fjølmiðlarnir vita, at fólk tíma ikki at brúka somu tíð sum fyrr upp á miðlarnar. Tað skal vera skjótt, lætt og áhugavert. Politikarnir fáa sostatt sløk 10 sekund at sannføra veljaran, og so má røkka ella støkka. Tá er tað, at politikarnir brúkar aðrar hættir fyri at sleppa framat.
Hvussu tá?
- Politikararnir draga sín egna persón við inn í politiska arbeiðið. Tað eru óteljandi dømi um, at tey fólkavaldu bjóða fjølmiðlunum heim at síggja, hvussu snøgg hús, tey hava, ella hvussu einstandandi góð foreldur, tey eru. Privatpersónurin og politikarin er mest sum sami persónur. Tað var tað ikki fyrr. Tá snúði tað seg um politiska arbeiðið, og einki annað. Kappingin um umtaluna í almenna rúminum er stór, og tað ræður um at skilja seg burtur úr rúgvuni. Ljósið verður varpað á einstaklingin, sum stundum traðkar fram sum umboð fyri seg sjálvan heldur enn sín politiska flokk.
Viðgerðin skal vera kritisk
Men hví tíma fjølmiðlarnir at renna eftir teimum søgunum?
- Tað vísir seg, at fólk gjalda fyri hesar søgurnar, sum snúgva seg um privatpersónin handan politikaran. Hitt er, at miðlarnir skulu vísa, hvør hesin persónurin veruliga er. Tað er eisini áhugavert tilfar. Fólki hevur givið politikarunum sítt álit at stýra demokratinum. Eg sakni hinvegin eina meira kritiska viðgerð. Burtur við hesum myndunum av smílandi politikarum, sum keypa sínum fittu børnum ein ís í góðveðrinum, takk!
Saknar tú ikki gravandi journalistikk?
- Jú, avgjørt. Pressan dugir ikki nóg væl at skilja ímillum, hvat er politikkur, og hvat er sjónleikur. Tað er hinvegin ikki lætt at vera journalistur. Redaktiónirnar eru sperdar, og einstaki journalisturin fær ikki stórvegis tíð at skriva søgurnar. Teir hava lítla tíð at kunna seg nærri um ymsu málini. Tú skal heldur ikki gloyma, at journalistar eru bara menniskju. Teir vita ikki alt um alt. Teir skulu eisini hava tíð at kunna seg um politisku málini.
Pressan spyr hví
Hvussu vil tú lýsa politisku miðlarnar í dag?
- Tað minnir ikki sørt um ítróttarjournalistikk. Tað verður serliga skrivað og tosað um taktikk. Innihaldið snýr seg ikki um, hvat politikarnir siga, men um hví, teir siga tað. Miðlarnir eru vitandi um, at teir eru miðdepilin í einum politiskum spæli um atkvøðurnar. Tann dystin vil pressan ikki tapa – eingin vil lata seg brúka. Tað er orsøkin til, at tað eru alsamt fleiri politiskar greiningar í miðlunum nú. Søgur um spælið handan politikkin.
Hvussu ávirkan tað veljaran?
- Tað kann geva eina mynd av einum kyniskum spæli um valdi. Ein mynd av, at tað er eingin álvari í politikkinum, men at tað bara snýr seg um vald.
Snýr tað seg bara um vald?
- Nei. Journalistarnir eru ongantíð við handan leiktjøldini. Tað eru fáir politikarar, sum ikki taka sína uppgávu í álvara. Teir kunna seg væl um málini og lesa neyðugu skjølini. Tað er nógv størri arbeiðið, enn tey flestu halda. Tað veit veljarin ikki. Teir vita bara um tað, sum fer fram á sjónvarpsskugganum. Tað er spell.
Men niðurstøðan er, at slagið um atkvøðurnar er í miðlunum, og politikarnir eru atvoldin til stríðsmálini, men fjølmiðlarnir gera ikki nógmikið fyri at sleppa undan teimum?
- Ja, tað er rætt.
UM BILLY ADAMSEN…
Billy Adamsen, 48, er rithøvundur og fyrrverandi spurnasmiður. Hann er útbúgvin mag.art. í bókmentafrøði og Ph.d í politiskum málpsykologi. Adamsen var fyrsti danski spunasmiðurin, tá Poul Nyrup Rasmussen, táverandi forsætisráðharri, setti hann í starv í 1996. Hann arbeiddi fyri Poul Nyrup Rasmussen í fimm ár. Billy Adamsen hevur síðani staðið á odda fyri fleiri ítróttarverkætlanum. Hann var spunasmiður hjá Brian Mikkelsen eitt stutt skifti fyri jól í fjør, men fór frá, tá BT kunngjørdi nøkur brøv, sum hann og Poul Nyrup Rasmussen høvdu skrivað. Hann starvast hjá samskiftisfyritøkuni Sylvester Hvid & Co. í dag, umframt at hann heldur fleiri fyrilestrar á Københavns Universitet, Roskilde Universitetscenter og Copenhagen Business School.
Hann hevur givi út fimm bøkur: Tv – en god babysitter (1994), Tv og Computeren – gode babysittere (1995), Tv-valg og Tv-vælger (1996), En enkel sag – en tanke om enkeltsager og politik (1998) og Spindoktor (2005).