Um dagarnar var tað ein av okkara trúføstu lesarum sum segði, at hon “elskaði at lesa Petur Alberg.”
Hetta er eisini galdandi fyri tann, sum skrivar hesar reglur. Tað, sum hevur gjørt hann kendan millum føroyingar er, at hann skrivaði lagið til okkara tjóðsang.
Men annars er tað lítið, sum hevur verið alment frammi um hann. Aftaná eina ættarveitslu hjá Geilaættini í 1999, fekk eg við loyvi frá dótrini Biritu atgongd til skjalasavnið hjá Petur Alberg á landsskjalasavninum. Her fanst hetta áhugaverda tilfarið.
Tað, sum Petur Alberg skrivaði í sínum dagbókum, vísir ein mann við kenslubornum sinni, sum er sera beskeðin, kanska mótsatt beiggjanum Kristin. Tað er tíð uppá, at Petur kemur meira fram í ljósið, soleiðis sum tað var gjørt í FF-blaðnum og nú í Miðvikuni.
Frásøgnin hesa ferð er um eina norska kórvitjan í 1924, fyri 85 árum síðani. Hetta er ein áhugaverd lýsing av eini serligari hending. Men eisini ein lýsing av Petur Alberg sjálvum og um lívið í Havn um hetta mundi.
Tað tykist at hava verið rættuliga vanligt, at gjørdar vóru ferðir av ymiskum slag til Íslands, og so hevur verið steðgað á í Føroyum. Hetta vóru tá stórhendingar.
Eitt dømi var danska studentaferðin til Íslands í 1900, sum eisini steðgaði á i Føroyum. Hetta var eisini dagur í viku í Havn, soleiðis sum Petur Alberg eisini greiddi frá í síni fyrstu dagbók. Aftaná varð givin út ein bók við frásøgn frá hesi ferðini. Her eru eisini áhugaverdar myndir úr Havn. Onkrar av teimum fara vit at endurgeva í hesi grein.
So koma vit til Petur Alberg:
Brævið til Noregs
Tað er nakað síðan, at tað frættist, at 50 norskir sangarar skulu koma higar við Merkur 11. juli. Tað er Kristiania Handdelsstands Sangforening, sum kemur at leggja at landi her á veg til Íslands. Eg sá í Dimmalætting, at teir millum annað skuldu hava íslendsk songløg á programminum, og so fekk eg hug til at senda eitt av mínum løgum yvir, tí tað var so freistandi at teinkja sær tann møguleika at hoyra eitt lag av mær tóna frá 50 útvaldum norskum sangarum, kanska staddur niðanfyri tinghúsið í Havn. Við Mercur 24. mei 1924 sendi eg tí soljóðandi bræv til redaktør Thomassen, Kristiania:
I anledning af det norske kors påtænkte besøg her tillader jeg mig at bed Dem venligst gøre mig en tjeneste.
I en notits i et af vore blade, har jeg set, at sangkoret på sit program skal have nogle islandske melodier, og jeg er derfor kommet på den forfængelige tanke, at der kanske var mulighed for at få en færøsk melodi med. Dette er grunden til, at jeg tager mig den frihed at plage dem med min anmodning om at rette en henstilling til den rette vedkommende, i dette tilfælde antageligt dirigenten, hr. Leiv Halvorsen. Jeg har valgt en sang (Eg elski teg land), som er meget kendt her og – når jeg selv skal sige det – nok så yndet.
Jeg vedlægger en udsættelse for 4st mandskor samt en for piano. Den sidste er et udklip af et lille afholdsblad Dúgvan, i hvilket den var optaget næstsidste jul. Skulde De have brug for den til deres store blad, ville jeg selvfølgelig være himmelshenrykt, men nu beder jeg dem venligst tilgive mig min store ubeskedenhed og påtrængenhed.
I så fald, at min melodi finder nåde for hr. Halvorsen øjne – eller rettere sagt øren, skulde der måske foreligge en oversættelse af teksten til norsk, rigs- eller landsmål.
En dansk oversættelse kunne måske fremskaffes her, men jeg tror, at den lettere vil kunne oversættes til landsmål. Dette lader sig imidlertid næppe gøre her, og de bedes venligst sige mig, hvad de mener herom.
Kunne jeg opnå deres indflydelsesrige assistance, vilde jeg være dem meget taknemlig. At tænke sig – hvis 50 udvalgte norske sangere stod udenfor tinghuset i Thorshavn og sang en melodi af mig! Der ville løbe både varmt og koldt nedad ryggen af mig! Besvime gjorde jeg kanske ikke, thi jeg har altid haft et stærkt hjerte.
Jeg skal i hvert fald ønske sangerne hjertelig velkommen, selv om min melodi bliver vejet og fundet for let., og idet jeg takker Dem for Deres ulejlighed er jeg med højagtelse og hilsen
deres hengivne
Peter Alberg.
Telegrammið!
Mánakvøld 30. juli 1924
Í kvøld millum 6 og 7 meðan Dia og eg málaðu uttanfyri, vestara skjøldur, kom telegrafboðið við einum telegrammi til mín. Eg gitti, ivaðist, men kundi ikki reiðuliga rokna út frá hvørjum, tað var.
So sá eg, at tað var frá Kristiania, og mín fyrsti tanki var um vørur og tílíkt. Men so hugsaði eg víðari, at eg kundi ikki fáa nakað telegramm um vørur ella nakað, sum hevði við forrætning at gera. Mín næsti tanki var so “Thomassen,” “sangurin.” Og sum Hans Andreas yrkti á sinni um sítt kærleiksbræv: Eg tók tað, skræddi bjálvan av, og tað har skrivað stóð eg og læs, og tað vóru hesi orð:
“Kristiania 30.6 kl 15,30
Deres sang antatt av Handelsstandens kor. Vil blive sunget på turnéen. Hilsen Thomassen.”
Eg bleiv glaður sjálvandi, strálandi glaður, tí eg hevði ikki væntað hetta. Eg hevði einki hoyrt frá Thomassen, síðan eg sendi brævið 24. mei, so eg trúði, at antin hevði Thomassen einki gjørt við tað, ella at sangurin ikki var brúkiligur. Men nú var hann so anntikin. Eg segði tað fyri Johannu (konuni) og seinni fyri Pouli og Kristini (brøðrunum), og eg fari bert at siga tað fyri nøkrum fáum vinum. Tað er stuttligari, at hetta kemur óvæntað, tá dagurin kemur, og – tað kundi jú komið okkurt sum forðaði, og so er tað betri, at ikki ov nógv vita tað.
Bara nú veðrið eydnast. Eg gleði meg til at hoyra eitt útvalt kór syngja ein av mínum sangum, og so gleði eg meg til at síggja glómurnar í ymsum, tá hann verður sungin. Ein blívur jú við at vera eitt forfeingiligt barn, men eg haldi, at hetta er óskyldug forfeingiligheit. Eg havi so sanniliga ikki reklamera ella roynt at troðka míni løg fram. Men tað tykist, sum at nógv av teimum hava sjálvi troðkað seg inn í Føroya fólks hjørtu.
Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer “at fanta seg”, sum Sam plagdi at siga.
Nú hava teir
verið her!
Sunnudagur 13. juli 1924
Nú hava teir norsku sangararnir verið her, og nú fari eg at skriva eitt sindur! Eitt sindur áðrenn teir komu, var bílætið av teimum ústillað í vindeygað niðri í bókahandlinum, og Sigurd Niclassen, sum arrangeraði alt viðvíkjandi húsi og tilíkum, hevði fingið sendandi eitt stórt flott programm, sum var prentað til ferðina. Ein heil bók við myndum av teimum ymisku dirigentunum fyri Handelsstandens Sangforening gjøgnum tey farnu árini líka frá 1847. Her stóð sjálvsagt eisini bílætið av tí núverandi dirigentinum, Leif Halvorsen, ein sera vakur maður. Nøvnini á øllum sangarum stóðu prentað í programminum, og so kom ein listi yvir allar sangirnar, 38 í tali, og aftaná teksturin til allar hesar sangir.
Listin var orðnaður alfabetiskt og fremstur stóð mín sangur “Eg elski teg land.” Hjartað ornaði sjálvsagt á mær, tá eg sá hetta – tað var jú ein stór æra.
Í Tidens Tegn hevði verið at lisið, at Mercur skuldu steðga ein heilan dag, soleiðis at ferðafólkið kundi síggja seg um. Hetta dámdi okkum væl, men tá til stykkis kom, frættist tað, at skipið bert skuldu steðga 3-4 tímar, og tað líka sum tók pippið frá okkum, so eingin hevði hug at gera nakað.
Mercur kundi væntast fríggjadag fyri middag, og millum 11 og 12 kom hann inn um Skansatanga. Eg stóð tá uppi á kvistinum og rakaði mær og lat meg í pussið. Tí um eg skuldi komið í hóslag við nakran, var tað best at vera klárur – tó eg ikki skuldi nølgast uppi í teimum, men halda meg eitt vet aftanfyri, tað var mín ætlan. Ongin skuldi siga, at eg fjeppaðist uppi í teimum.
Kvøldið fyri hevði eg málað við tusch 3 plakatir um konsertina. Sigurd Niclassen skuldi geva mær beskeð, tá sangararnir vóru ílandkomnir. So skuldi eg seta talið fyri klokkutíðina á plakatina. Tað var tað einasta, sum restaði á plakatunum.
Um middagin 11.juli ankraði altso Merkur, og eina løtu aftaná fór eg oman í Geil. Tá møtti eg hópin av sangarum við hvítum húgvum, men eg kendi sjálvsagt ongan, og teir kendu heldur ikki meg. So fekk eg beskeð frá Sigurd, at konsertin skuldi vera kl. 6 og fór so niðan aftur at gera plakatirnar lidnar.
“Generalprøvin.”
Eina løtu aftaná, eg var tá staddur niðri í kjallaranum, rópar Jóhanna til mín, at Herluf Lützen var haruppi og spurdi eftir mær. Hann bar mær heilsan frá dirigentinum Leif Halvorsen, sum bað meg koma niðan í gymnastikkhúsið at hoyra sang mín og siga teimum, um teir sungu hann, sum eg vildi hava tað.
Tá vit komu niðan, fór Herluf fyrst inn gjøgnum dyrnar, og tá eg kom inn, fekk eg eina dygga klappsalvu frá øllum kórinum, ið stóð uppstillað uppi á scenuni. Eg bukkaði sjálvsagt – ovfarin sum eg var - einar tvær reisur, og so dundu klappini aftur. Halvorsen kom nú móti mær og tók í hondina á mær. Eg kann ikki við orðum siga, hvussu inntakandi og hjartaligur hesin maður var, so lítillátaður og náttúrligur, ikki tað minsta petti viktigur ella fínur. Ein aðalborin maður, eitt herligt menniskja at líta á.
So sungu teir “Eg elski teg Land,” og eg fór sum í dreymi fót fyri fót oman eftir gólvinum. Hópur av børnum sat á beinkjunum og lurtaði. Seinni fekk eg at vita, at norðmenn høvdu biðið tey koma inn. Meðan eg gekk oman eftir gólvinum í mínum egnu tonkum, síggi eg, at eitt barn rættir hondina upp. Eg hyggi, og eitt sigur: “Pápi!” Anna mín, so sanniliga. Og við hennara lið uttast á einum bonkarenda sat Djóni so fittur og stillur við húgvuni í hondini. Tá streymaði tað so heitt gjøgnum hjartað, og eg setti meg hjá mínum elskaðu børnum. Birita mín, hon spældi í kamarinum, hon tímdi ikki við til slíkan vasa, fekk eg seinni at vita. Ein eldri maður bað Herluf um at blíva presenteraður fyri mær, og hann æt K.V. Harmess, førstearkivar i Utenriksdepartementet., sum tað stóð á visitkortinum. Hesin maður vildi so fegin hitta Jóannes bónda, og eg beyð so Halvorsen og honum inn til ein lítkan sjuss. Halvorsen setti seg at skriva kort. Eg ringdi oman á hotellið (Djurhuus), og Jóannes bóndi kom niðan.
Boðin umborð
Tað var ein hugnalig løta, meðan teir sótu her. So fóru vit niðan á telegrafstøðina, og tá vit fylgdust oman aftur, bað Halvorsen Jóannes bónda og meg koma umborð á Mercur til døgurða klokkan fýra. Vit bóru okkum undan, men tað hjálpti ikki. Eg vildi heldur sitið við mín egna borðenda og etið, tonkti eg við mær sjálvum. Men ikki bar til at vera ov serur, og so játtaði eg. Nú aftaná angri eg tað ikki.
Døgurðin umborð var sera hugnaligur. Har vóru hildnar røður, eg minnist nú ikki rekkifylgina, sum vit siga á havnardonskum. Men eg hugsi, at tað var hildin ein tala fyri mær, fyri Jóannes bónda, fyri konslinum Herluf Lützen og fyri arrangørinum Sigurd Niclassen, ið báðir sjálvsagt eisini vóru við umborð.
Jóannes bóndi helt talu, orðini vóru góð sum altíð, men málið var ógvuliga knartlut. Tað skuldu vera norskt, men eg vil heldur kalla tað gøtudanskt, sum vit plaga at siga, tá tað hvørki er eitt ella annað.
Men væl var móttikið, óføra væl og orðini vóru frálík sum sagt, og tað er tað sum umræður. Herluf takkaði í fáum hjartaligum orðum, náttúrligur og lítillátaður, sum hann altíð er.
Eg royndi so eisini at halda eina røðu, og eg kendi á mær, at eg hevði fingið fatur á tann “rætta endan” og sligið á tann rætta tónan. Eg plagi ikki – og mær dámar ikki – at rósa mær (tað kann Jóhanna attestera), men eg visti ta løtuna á mær, at eg gjørdi tað gott sum “lejligheitstalari”. Eg var beskeðin, spakur og stilt gemyttligur, og eg, sum annars eri vanur at missa tráðin, hevði kláran og róligan tanka. Stutt sagt, tað eydnaðist óføra væl, tá eg sjálvur skal siga tað. Teir róptu “hør” og “bravør” ofta, og ein kundi ikki annað enn blíva inspireraður til at siga vøkur orð, tá ein sat millum so herlig menniskju, sum hesar norsku sangarar, fyrst og fremst Halvorsen og operasangarin Thorleif Sohlberg. Við ein borðenda sat Halvorsen, ovast vinstrumegin honum sat Sohlberg og ovast høgrumegin á síðuni sat eg. Sohlberg er ein deiligur maður, so kraftfullur og so nátturligur, einki skaparí. Eg var aldeilis bedáraður av hesum manni, tí hann tók ímóti mær, sum kundi eg verið beiggi hansara. Eitt mannfólk var hann. Hann líktist forrestin ógvuliga nógv Fríðrikki 8. Halvorsen var, sum hann hevði verið, óalmindiliga blíður. Eingin donsk “niðurlátinheit”, men rætt sum hann kundi verið ein gamal vinmaður. Tað var ein frálík løta umborð, men vit máttu skunda okkum, tí klokkan leið at seks, og tá skuldi konsertin vera.
Konsertin
So stóðu vit aftur inni á Kongabrúnni. Vit vóru í fyrsta bátin, og meðan vit bíðaðu eftir hinum var tað ein, sum tók eitt bílæti av Halvorsen og mær tilsamans. Eg visti, at Halvorsen hevði violin sína við, og eg bað hann endiliga taka hana við og spæla eitt sindur fyri okkum á konsertini. Hetta hevði hann góðan hug til, men hann bað meg um at “uppfordra” hann til tað. Hann lovaði at spæla Sæterjentens Søndag og einar tveir afturat. Hann bað meg um at bera fiólina fyri seg, tí annars var hann bangin fyri at vera móður í fingrunum, tá hann skuldu spæla.
Hann segði, at violinin var ein gamal italienari frá 1700 og nøkur ár. Hon kostaði millum 30 og 40.000 kr. (Um 50 árslønir hjá fiskimonnum tá.) Tá vit fóru niður í bátin, bað hann meg hjálpa sær at taka ímóti violinini, tí hann var so bangin fyri at nakað skuldi henda henni.
So stillaðu vit, tá allir vóru ílandkomnir, 3 og 3, og hitt norska flaggið á odda. Eg ætlaði mær at ganga onkunstaðni aftaná, men Halvorsen hálaði meg framum. Eg skuldi ganga millum hann og Sohlberg. Aftaná meg gekk norski konsulin Herluf Lützen millum tveir aðrar norðmenn. Teir mundu vera formaðurin Jacobsen og viceformaðurin Knudsen, hugsi eg. Tá var klokkan yvir 6, og vit hoyrdu at gymnastiksalurin var stúgvandi fullur av fólki.
Tá vit komu tvørtur um húsið hjá okkum, fór eg inn á vegnum. Johanna var tá longu farin niðan. Tá eg kom niðan í Gymnastikkhúsið, vóru teir longu uppstillaðir, og eg leitaði mær eftir sessi og var so heppin at sleppa at sita á næstfremsta beinki, uttast til høgru.
Ætlanin var, at teir skuldu byrja við mínum sangi. Men eg og Halvorsen tosaðu um hetta umborð, og mær dámdi betri, at hann steðgaði til seinni. Tað var kanska tápuligt av mær.
Vit gjørdu so av, at aftaná at programmið var liðugt skuldi formaðurin Jacobsen rópa eitt “livi” fyri føroyingum og so skuldi syngjast: “Eg elski teg land.” So skuldi eg rópa “livi” fyri norðmonnum, og so skuldu teir syngja: “Ja, vi elsker..”
Nú er at siga, at á tí lítla programminum, sum serstakt var prentað til konsertina í Føroyum var ikki mín sangur uppi á. Teir søgdu, at hann kom so seint fyri hvítusunnu, og tá fingu teir flestu feriu, og hetta lítla programmið var prentað áðrenn. Men hitt stóra samlaða programmið við øllum tekstunum varð prentað seinni, og her var hann komin uppá. Men at sangur mín ikki stóð á tí lítla programminum gjørdi mong nervøs, sum vistu, at ætlanin var at syngja hann, og eg veit at kanska onkur, sum ikki hevði gott eyga á mær, uggaði seg við, at hann fór ikki at verða sungin. Men eg visti betur og var tí róligur.
Gymnastiksalurin var stappandi fullur av fólki. Johanna var farin niðan undan, tí hon var bangin fyri ikki at fáa sess. Tá eg kom inn, royndi eg at kaga eftir henni, men ikki eydnaðist mær at fáa eyga á hana. Seinni segði hon mær, at hon sat inni undir trappuni, sum gongur uppá ta stóru balkongina, altso í vestara enda. Eg raggaði mær so niðan eftir gólvinum og var so heppin at finna ein rúmligan sess uttast á næstfremsta beinki til høgru. Uppi á tí lítlu balkongini sótu millum onnur Kristin bróður, Kristian Hansen, málari og Sverri Patursson. Beint aftanfyri meg sótu Anna systir og maður hennara Andreas Ziska.
So byrjaði hin hátíðarliga stundin. Nú veit eg, at ta stundina livir ein ikki umaftur, men meðan tað “stendur uppá” teinkir ein ikki yvir tað góða, ein hevur.
Síðan greiðir Petur frá teimum ymsu framførslunum, sum vóru ymiskar til dygd. Og hann heldur fram:
Og so at enda kom Sohlberg við síni málmrødd: “Ja, brenn du varde, du signade klasse.” Tað var eldur í honum, tá hann sang hetta, og tó at kórið tá sang við megi, so hevjaði rødd Sohlbergs fulltónandi fram um. Á, hvat var tað tó herligt og stórsligið. Norðmenn, norðmenn, tað er eitt kraftugt álvarsamt fólk. Danir eru so undarliga veikir aftur ímóti, tað kendi eg henda dag.
“Eg elski teg land.”
So var sjálvt programmið at enda. Nú steig Jacobsen, formaðurin, fram og rópti eitt “leingi livi” føroyingar og so stemmaði kórið í “Eg elski teg land”. Tó at hann var nakað mattur aftur ímóti hinum við tað, at sangararnir máttu hava tekstin frammanfyri eyguni, og teir ikki dugdu so væl at syngja føroyskt, ja, so fekk mín sangur kanska mest klapp av øllum. So stóð eg upp og rópti eitt “leingi livið” fyri okkara frændum, og so var sungið “Ja, vi elsker”, og tá hendi tað undarliga ella vidundarliga kann ein siga í hesum tíðum, nú tað stendur so skarpt millum Noreg og Danmark, at alt fólkið reisti seg og standandi hoyrdi hin norska nationalsangin verða sungnan. Hetta var symbolskt. Tað var hitt føroyska hjartablóðið, ið ornaði móti frændum okkara.
Teir danskarar, ið við vóru, høvdu óivað ein undarligan smakk í munninum, men teir tordu ikki at demonstrera. Eingin danskur embætismaður var við til konsertina. Amtmaðurin, sorinskrivarin og fysikus, eru ofta við til livandi bíløt, tá Mary Pickford, Douglas Fairbanks ella okkurt av hesum “døgnflugu” menniskjum eru at sjá á løriftinum. Teir hirdu ikki at koma við til eina slíka kunstprestatión sum hesa.
Men tað var tann norska smittan teir ræðast. “Die dumme danen.” Tað var eitt tað fyrsta, ið hoyrdist, tá liðugt var: “Eingin danskur embætismaður var við.” Bert Ludvigsen bankastjóri, hann var við. Messenschmidt er burtur.
Stríðið millum Danmark og Noreg um Eysturgrønlandi
Hesin spenningur millum Danmark og Noreg, sum her verður umrøddur, man vera í samband við stríðið teirra millum um Eysturgrønland.
Stríðið var um økið millum 71° 30' og 75° 40' N við eini norskari radiostøð i Grønlandi.
Í 1921 boðaði Danmark frá, at alt Grønland skuldi vera undir donskum harradømi. Hetta var ein fráboðan sum norska stjórnin metti gera seg inn á norsk rættindi vegna norsku kópa- og hvalaveiðumenninir, sum veiddu í Eysturgrønlandi. Noreg roknaði Grønland sum gamalt norskt land og viðurkendi ikki, at Danmark hevði ræði yvir tey óbygdu økini í Grønlandi. Tá Danmark boðaði frá eini kanningarferð til norsku økini í 1930 gjørdist støðan spentari.Tann 27. juni 1931 hersetti ein norsk deild við fimm monnum, leidd av norska fangaranum Hallvard Devold, umrødda økið.
Vísandi til Eirik Reyða, sum uppdagaði Grønland í 985 og undanfarin norsk stýri í Grønlandi kallaðu norðmenn økið fyri land Eiriks Reyða.Hertikna økið lá fleiri túsund kilometur frá donsk øki, har fólk búði.
Noreg hersetti alment økið 1932-1933. Men Danmark stevndi Noreg inn fyri altjóða dómstólin í Haag. Hann avgjørdi í 1933, at økið skuldi vera danskt. Økið sum síðan fekk navnið Land Kong Christian X, er nú ein partur av tjóðarpark Grønlands. Helge Ingstad, sum var leiðari av eini veiðuferð til økið 1932-1934, var sýslumaður í hesum stutta hersetingartíðarskeið. Tað er greitt, at hetta mál skapti illstøðu millum Danmark og Noreg í nógv ár.
Men tað forvitnisliga er partvíst, at hetta kundi fáa ávirkan millum donsku embætismenninar til eitt slíkt tiltak sum hetta.
Tað kann sigast at vera eins løgið, at føroyingar eftir hesum at døma nýta høvið við eina slíka konsert til at stuðla norðmonnum í hesum stríði.
Hetta javnaði seg aftur sum frá leið. Danir sendu Henrik Kauffmann til Noregs sum sendimann. Hann royndi sum plástur á sárið at útvega norðmonnum útróðrarstøðir í Vesturgrønlandi.
Kauffmann kom seinni at skriva aðra søgu. Sum danskur sendimaður í USA undir krígnum ”avreiddi” hann Grønland til amerikanarar. Fyri hetta var hann fyrst roknaður sum landasvíkjari, seinni sum hetja, men tað er ein heilt onnur søga.
Umborð aftur
á Mercur
Skiparin á Mercur hevði givið sangarunum ordrar til at vera umborð klokkan 8, tá skuldi vera liðugt at lossa. Teir fóru tí beinanvegin oman á Kongabrúnna. Halvorsen ynskti sær so fegin eina føroyska húgvu. Eg sprakk tí oman eftir mínari og niðan aftur í skúlagarðin við henni. Hann vildi endiliga hava hana á høvdinum, meðan teir marsjeraðu oman. Allur riðilin av fólki fylgdi eftir teimum. Eg ætlaði mær ikki umborð men stóð longri uppi á Kongabrúnni og tosaði við tveir norðmenn. Tá róptu tey, sum stóðu niðast á brúnni, til mín, at teir bíðaðu mær í bátinum og spurdu eftir mær. Eg fór so oman og inn í bátin. Tað var Halvorsen, sum vildi hava meg við. Tann deiligi Halvorsen!
Janus Djurhuus var við í bátinum. Tá Halvorsen, Hammer og eg vóru inni í bókahandlinum aftaná, at teir høvdu verið uppi hjá mær við 2-tíðina, keypti eg tvey eintøk av Janusar yrkingum. Eg skrivaði so í bøkurnar: “Til venlig erindring o.s.v.” og tók tær við umborð kl. 4. Halvorsen var ógvuliga glaður fyri hesa bók, tí yrkingar á føroyskum interessaði hann óført. Hann hevði um fyrimiddagin givið mær bílæt av sær við “eginhendigari” dedikatión á. Nú var hann komin í hóslag við Janus skaldið, og sjálvsagt beyð hann honum umborð, og sjálvsagt var Janus í essinum.
Inni í roykisalongini á Mercur samlaðist nú hópur av sangarum. “Black og White” og Selters treyt ikki, og Halvorsen setti seg at spæla uppá “handorgul.” (hamoniku), tað var jubil. Hann spældi einar tveir, so gav hann tað frá sær til annan, sum var fult so kringur. Uppaftur ein annar spældi munnharpu, summir sungu, summir steppaðu og gjørdu kommers og restin flenti. Summir royndu at práta, men tað bar ikki væl til fyri øllum kætinum, men harmleysur og óskyldigur var stuttleikin. Við tað borðið, har eg sat, vóru Halvorsen, Sohlberg og Janus Djurhuus. Seinni kom Knud Knudsen til. Talur vóru hildnar og sangir sungnir.
Klokkan var um 11,30, tá vit fóru í land. Vit mundu ikki sloppið frá teimum, so blíðir vóru teir. Hurráróp rungaðu frá báðum pørtum, og hesin vakri dagur var endaður.
Eg var troyttur, tá eg kom til hús av øllum vasanum og upplivilsunum hendan dag, og tað var so vælgerandi at leggja seg niður, har teir kæru ungarnir lógu og svóvu so søtt við rósum á kinn.
Mercur kemur aftur
Leygardagin 19. juli kom Mercur aftur úr Íslandi. Nú var glitrandi sól. Til alla vanlukku var skipið nú sperrað. Eingin slapp í land, tí meslingar og barnalammilsi skuldu ganga í Íslandi. Vit fóru tí út til skipið og lógu har og prátaðu við teir. Halvorsen og eg tóku í hondina á hvørjum øðrum gjøgnum eitt kúgveyga.
Steðgurin var ikki langur, okkurt um 1½ tíma. Teir sungu fýra sangir. Meðan teir sungu tann seinasta, hivaði Mercur akkerið inn, og Sohlberg stóð í “røk og damp”, meðan hann sang sína síðstu solo: Ja, brenn du varde, du signede kaare.”
So sigldi Mercur, og hurrárópini rungaðu, og tær seinastu heilsanirnar vóru róptar. So veittraðu vit til hvønn annan, so leingi, vit kundu skilja.
Komandi partur
Tað er uttan iva tilfar til enn eina Miðviku um Petur Alberg, sum kann koma seinni. Men komandi partur verður um tveir syðrugøtumenn, sum vóru við til at skriva søgu. Annar er Jóan Jákup Petersen í Ólastovu, sum var ein av niðursetumonnunum í Rituvík. Hin er Absalon Jacobsen á Skála, sum gjørdist framúr vinnulívsmaður