Petur Hans Dahl
Fyri fyrst at lýsa støðuna tá, lat meg so siga, at hugburðurin var ein heilt annar, námsfrøðin var ein onnur, virðingin fyri lærarunum var ein onnur, og innlæruhátturin var eisini nógv øðrvísi. Fyri tað fyrsta, ein skuldi til próvtøku hvørt ár fyri at halda fram í næsta flokki, tvs. próvtøka frá 1. flokki upp í annan flokk, úr øðrum upp í triðja o.s.fr. Hetta eggjaði okkum kanska eyka at dríva á, var ein góð tilelving. Harnæst vil eg siga, at vit lærdu ramsur og setningar uttanat, sum seinni eru komnar einum til góðar í lívinum, t.d. abc-ið, setningar í støddfrøði, sálmar og sangir og mangt annað. Okkum børnum dámdi væl at læra uttanat, tað var eitt slag av sálarligum ítrótti, sum eg ikki ivist í hjálpti til at menna heilan. Í realskúlanum, sum kanska kann samanberast við framhaldsdeildina í dag, var eisini próvtøka hvørt ár, til tú í 4. real fór til tað endaligu próvtøkuna. Har skuldu vit upp í øllum lærugreinum, eingin lærugrein var valfrí hvørki í lestrartíðini ella til próvtøku. Eg sigi hervið ikki, at skipanin fyrr bert hevði fyrimunir. Ein vansi var, at tey, sum ikki kláraðu upptøkuna til 1. real ella ikki fóru til upptøku, skuldu halda fram í 6. og 7. flokki, til tey sum 14 ára gomul fóru úr skúlanum. Í nógvum førum vórðu hesi meira ella minni forsømd. Skulu vit so ynskja okkum aftur til ta gomlu tíðina við sínum kæft, trit og retning? Nei!! Men vit kunnu læra nakað av henni og vita, um ikki nakað av tí kann nýtast í dag.
Tann nýmótans námsfrøðin, sum verður nýttur í dag, er tó farin ov langt yvir í hina veitina. Børnini hava ov nógv at siga í flokshølunum, hava ov fríar teymar og hava í summum føri nærum tikið ræði, og tað gongur út yvir undirvísingina og virðingina fyri læraranum.. Harnæst skulu børnini nærum einki læra uttanat, tí tey skulu læra at hugsa sjálvstøðugt og skilja tað, tey læra. Tað er fyri so vítt rætt, men bert í ein vissan mun. Eg veit fleiri dømi um, at børn eru komin út úr 10. flokki og duga als ikki alfabetið. Hvussu í víðu verð skulu tey kunna sláa upp í eini telefonbók, orðabók ella øðrum, sum er skipað í bókstavarøð. Nógv duga heldur ikki lítlutabell. Ávísar lærugreinar eru valfríar, so tú kanst uppliva næmingar, sum koma út úr 10. flokki og hava ongantíð lært um t.d. lond í Asiu ella Afriku. Tann breiða almenna vitanin, sum fólkaskúlin fyrr borgaði fyri, er í dag farin fyri bakka, tað tori eg at pástanda. Eitt annað fyribrigdi, sum ár undan ári hevur verið við at lækka støðið, er, tá próvtøl vera givin, kanska serliga til endaligar próvtøkur í framhaldsdeildini. Hesi próvtøl siga einum nærum einki, tí tey eru ikki treytaleys (absolutt). Meðaltalið fyri alt landið verður fyri hvørja próvtøku sær funnið. Út frá hesum verða so tey einkultu próvtølini givin. Siga vit, at landsstøðið eitt ár er vánaligt, so er eitt 11-tal kanska bert eitt 8-tal og eitt 6-tal bert eitt 03!! Hetta kann føra við sær, at støðið lækkar hvørt ár.
.
At støðan í fólkaskúlanum er versnað í stóran mun, kann eg eisini siga í mínum arbeiði sum sjómansskúlalærari í 24 ár. Sum undirvísari í grundlærugreinunum máli og støddfrøði hevur ein fingið næmingar við støði í fólkaskúlanum gjøgnum øll hesi ár. Sigast kann tíverri, at hetta støði hevur verið javnt fallandi og hevur vónandi nú nátt botnin. Sum dømi kann nevnast, at eg ein dagin í einum skipsføraraflokki uppá 20 næmingar spurdi, hvussu høvuðsstaðurin á Philipsoyggjunum eitur. Ikki ein visti tað. Svarið var, at teir ongantíð høvdu havt tað í fólkaskúlanum, partar av lærugreinini landalæra vóru fyri tað mesta valfríir!!
Nógv kann gerast fyri at bøta um støðuna. Aðrastaðni gera skúlar eftirmeting av sær sjálvum við at senda spurnabløð út til børn og foreldur viðvíkjandi undirvísing, trivnaði og mongum øðrum. Á henda hátt kann skúlin kanska taka í egnan barm og avgreiða trupulleikarnar í føðingini til frama fyri støðugt betrandi viðurskifti. Ein annar spurningur er eisini, um vit framvegis skulu halda fast um eindarskúlan. Var tað í sínari tíð rætt at avtaka millum- ella realskúlan og einsrætta frálæruna í einum eindarskúla? Nú er tað jú einaferð soleiðis, at vit eru ikki øll eins, summi eru betur egnaði til tað bókliga, meðan onnur egna seg betur til tað praktiska. Kanska kundu vit eftir 7. flokk býtt næmingarnar sundur í eina bókliga linju og eina praktiska (handverksliga) linju uttan at dottið í somu veit sum fyrr, at hesi vórðu meira ella minni forsømd. Eg haldi, at tað hevði bøtt nógv um tilelvingina (motiveringina) hjá næmingunum.
Vónandi vakna avvarðandi myndugleikar við kaldan dreym og seta tiltøk í verk. Hetta verður ikki lætt, tí allur hugburður má broytast, grundsjónarmið mugu broytast, og nýggj námsfrøðislig atlit mugu takast. Hesi tiltøk mugu vera álvarsom, um vit skulu hava nakran sum helst møguleika at náa Visión 2015.