liðið var sjáldan niðurspælt, og fram eftir vøllinum royndu føroyingarnir at bjóða av, og onkrir góðir málkjansir vóru. Franska liðið tóktist ikki vera so væl upplagt, og tað var bert í smáum løtum, at [...] Patrick Vieira, fekk reyða kortið, og so tóku føroyingarnir alt meira yvir eina løtu. Tað eyndaðist tó Fraklandi at skapa frið við at skora eitt mál afturat, og 2-0 gjørdist úrslitið av stórdystinum. Venjarin [...] spenningi eftir, at Frakland skuldi koma til Føroya at spæla. Og áhugin fyri dystinum var eisini ovurhonds stórur. Øll setrini á Tórsvølli vóru seld, og fólk úr øllum landinum leitaðu sær til Havnar at hyggja
øllum skúlunum í Kalsoynni. Húsar og Mikladalur vóru stórbygdirnar í oynni, so umfarið var, at fyrst var lærarin 10 dagar á Syðradali, síðan 20 dagar á Húsum og so 20 dagar í Mikladali. So var lærarin [...] gjørdist baptist. Maria var mamma Jónu og Conrad Joensen og Sigurd Berghamar. Maria giftist við Jóhannes, son Elias, sum var beiggi gamla Mikkjal. Eingin kirkja og lítið av kirkjufólki Á Trøllanesi var [...] nýtti til forlovilsisveitsluna hjá Frederik og Ingrid í 1934. Og hetta kom so sanniliga eisini til nyttu, tá hon sjálv fekk sítt heim, har hon seymaði og bant uppá síni. Hetta hevði ikki minst týdning
Hans Kristian Ritter er 20 ára gamal og er uppvaksin í Harley Davidson handlinum hjá pápanum, Ove Ritter. Í fjør fór hann í læru sum Harley-mekanikari, og læruplássið fann hann hjá Glendale Harley Davidson [...] eg var í Los Angeles hevði eg egna farteldu við internetsambandi og Skype, so eg var ofta í samband við familju og vinfólk her heima og fekk góðan stuðul frá øllum, greiðir Hans Kristian Ritter frá. Hittir [...] Harley Davidson í Danmark, men tíðinar vóru ikki tær bestu, og fleiri av teimum høvdu júst havt ein lærling. So tók eg sakina í egnar hendur og fór at leita eftir læruplássi yviri í Amerika, sigur Hans Kristian
brekkum, á tøkum og á gongubreytum. Hann veksur vindin, og í rúminum hvirla lodnar flykrur. Á buss-skýlum og lyktarpelum flagsa leivdir av valplakatum, sum nipnar spjarrar, og á stikum, gørðum og árendum vegamótum [...] vilja, evnir og fantasi – konstruktivt, visionert hugflog – til at síggja loysnir, til at stilla trætur og kyrra tvídráttir? Og at tað hevur lukkast teimum? Onnur dømir eru leigulógin og lutafelagslógin [...] ein slík støða tekur seg upp, og hon eisini rakar Europa? Vit hava teir seinastu dagarnar sæð politikarar skriva og hoyrt hesi somu fólk tosa um vælferð, trygd og framburð og hálvavegna leitt okkum øll inn
ferðini og boyggja seg fyri árum og aldri. Hann lá í seingini í uml. eitt ár. Men so var hann frammi og úti aftur, einum røskum hvalbingi líkt. Seinastu mánaðirnar búði Niels á sambýlinum í Hvalba og treivst [...] hesar kláru og á sín hátt vøkru heystardagar. Vit, sum eftir komu, heilsa og kenna takksemi móti megnarmanninum Nielsi Holm Jacobsen, nú hann legði lívsárarnar inn og fór heim til Harran og Silvurbjørg [...] Tað var manndómsroynd og prógv at sleppa við so góðum skipum. Góð byrjan í lívsins skúla. Nakað eftir hetta fekk Niels tuberklar og varð innlagdur á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum og seinni á Revsnes sanatorium
synergieffektir og mennandi umhvørvi stendur og bíðar - og kostar í vantandi møguleikum og menning hjá næmingunum. Harafturat koma sum áður nevnt eyka kostnaðir frá hægri prísstøði og longdari byggitíð [...] av fiski og fiskaaling, sum náttúran veitir okkum og ikki vitanarrættum tænastum, har íløgur í bygging, útgerð, tøkni og menniskjaligar førleikar eru eitt krav fyri at megna kappingingina og yvirliva – [...] at tey og onnur vaksin ivast meira og meira um tilverugrundarlagið hjá Føroyum og velja ikki at koma heimaftur at arbeiða. Sjálvt nýliga setti prosjektsjefurin hjá Landsverk, sum er føroyingur, og sum kom
døgum. Áskoðararnir standa í regni, vindi og kulda og lyfta og lætta spælararnar í teirra felag í sammeting við tað, sum í fjálgu stovunum og við endurtøkum og kaffi og køkum afturvið sæst í sjónvarpinum. [...] botnliðnum at halda høvdið kalt og høgt og at halda fram við at rokna við og trúgva uppá, at tað skal bera til. Tað gjørdu teir á Skála í fyrraárið, og tað gjørdu teir í fjør, og nú eru teir oddalið. - Vit [...] á árið, fer tað at hava týdning, hvussu breiður og sterkur bonkurin er. Hjá Skála og teimum, sum kappast við Skála um gull og milliónina, og hjá B68 og teimum, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflytingini
med hans Skolegang, og da han nu har fuldendt samme, anbefales han paa det varmeste og ledsages ved Afskeden med de bedste ønsker om en blid og hældig Fremtid. Thorshavn Skole, den 20de Maii 1829 C. Pram [...] innanduranýtslu og til børn. Fólk høvdu svartaskógvar, men hetta var bert til sunnudagsnýtslu, og tá farið varð í kirkju ella líknandi. Andaligt lív og mentan Tað var nógv andaligt lív á Kirkju og annars á Fugloynni [...] gjørdist nærum 100 ár og fór til gravar sjálvan hundrað ára føðingardagin. Á ellisárum hansara komu vit at kennast og gjørdust rættuliga væl. Hann var so óførur at greiða frá, og hetta kundu lesarar av
frítíðin sera stutt. KÍ og B36 skulu spæla finalu í steypakappingini sunnudagin, og tað hevur við sær, at venjingin verður tikin í fullum álvara í hesi vikuni, og at hesi bæði feløgini og HB skulu í Europa Cup [...] sigrarnir hjá GÍ og B36 móti ávikavíst B68 og NSÍ gera, at toppurin so at siga smælkaði eitt sindur. KÍ er trý stig undan B36 og GÍ. Tað ljóðar av nógvum, men munurin er bara tað, sum kann vinnast og tapast í [...] B71 FM, og teir vóru fremstir, tá kappingin var hálvrunnin. Í 1990 vann HB FM, og teir vóru eisini fremstir í summarsteðginum. Í 1992 var B68 fremst í summarsteðginum, og teir vunnu eisini FM, og so vann
- Tað er rætt, at tað í árunum 1993 og 94 var ógvuliga nógv táttað í. Avleiðingin var, at 10 pst. av fólkinum fluttu av landinum og 20 pst. fluttu úr sethúsunum, ella sita eftir við stórari skuld. Anfinn [...] um at parkera skuldina til 1998, og at fáa javnvág á fíggjarlógina. Tað hava vit arbeitt eftir. 300 mió. krónur av skuldini hjá Landskassanum eru goldnar aftur í ár, og tað er væl, mett eftir skriftini [...] tíðirnar aftur gerast vánaligar? - Fíggjarlógin hevur sum kunnugt bert tvær síður - inntøkur - og útreiðslur, og tað er bert ein háttur at fáa størri yvirskot á fíggjarlógini. Tað er við at minka um útreiðslurnar