Hans Kristian Ritter er 20 ára gamal og er uppvaksin í Harley Davidson handlinum hjá pápanum, Ove Ritter. Í fjør fór hann í læru sum Harley-mekanikari, og læruplássið fann hann hjá Glendale Harley Davidson í Los Angeles.
– Tað snýr seg ikki um, hvat mann veit, men heldur hvønn mann kennir, sigur Hans Kristian, sum lærir eina rúgvu á verkstaðnum í L.A
Netverkið er týdningarmikið
Tað var av tilvild, at Hans Kristian Ritter fór heilt yvir til Los Angeles fyri at koma í læru sum motorsúkklumekanikari:
- Eg hevði søkt um lærupláss hjá ymsum umboðum fyri Harley Davidson í Danmark, men tíðinar vóru ikki tær bestu, og fleiri av teimum høvdu júst havt ein lærling. So tók eg sakina í egnar hendur og fór at leita eftir læruplássi yviri í Amerika, sigur Hans Kristian Ritter. Eftir at hava samskift við ein Harley Davidson verkstað í eina tíð fór Hans Kristian Ritter yvir til Los Angeles til samrøðu hjá Glendale Harley Davidson, sum hann eftir fáum døgum skrivaði lærusáttmála við. Men avtalan var neyvan komin í lag uttan hjálp frá pápanum, Ove Ritter:
- Babba hevur hjálpt mær ótrúliga væl, tí hann hevur samband við eina rúgvu av fólki innan hesa vinnuna. Mínar upplivingar eru, at tað er sera umráðandi at kenna røttu fólkini og tora at spyrja seg fyri, um tað skal eydnast einum at fáa lærupláss uttanlands, greiðir Hans Kristian Ritter frá. Í Amerika fer ungdómurin ikki í læru á sama hátt, sum vit kenna tað, so tískil stendur í avtaluni millum verkstaðin í Los Angeles og Hans Kristian Ritter, at hann í lærutíðini skal vera á einum verkstaði í Århus, men at hann so skal arbeiða fýra mánaðir hvørt ár yviri í Los Angeles á Harley verkstaðnum.
Keypti útgerð fyri 8.000 krónur
Ungi havnarmaðurin vísir á, at mann ikki kemur sovandi til eitt lærupláss sum tað, hann hevur fingið í Los Angeles:
- Eg tók eitt grundskeið í Ålborg innan bilmotorar í eitt hálvt ár, hevði eitt skeið um motorsúkklur í seks vikur, og so var eg í starvsvenjing hjá trimum ymsum Harley Davidson handlum í Danmark. Tað er eingin ivi um, at tað er ein stórur fyrimunur at duga eitt sindur og at kunna vísa á nakrar royndir, tá mann fer undir at søkja lærupláss uttanlands, sigur Hans Kristian Ritter. Nakað av tí fyrsta hann gjørdi, tá hann var komin til Los Angeles, var at keypa amboð:
- Allir amerikanskir mekanikarar hava síni egnu amboð. Tískil mátti eg keypa ymsa útgerð næstan beinavegin, tá eg var byrjaður í Los Angeles. Amboðini kostaðu umleið 8.000 krónur, men tíbetur vildi danski staturin gjalda størsta partin av hesi upphæddini, av tí at eg eri í donsku útbúgvingarskipanini, sigur Hans Kristian Ritter, sum eisini fekk flogferðaseðilin og aðrar ferðaútreiðslur goldnar.
Fekk eina harða byrjan
Hans Kristian Ritter var fyrstu ferð á læruplássinum frá februar til mai í fjør og skal yvir aftur til Los Angeles um ein góðan mánað. Hesaferð væntar hann, at tað verður munandi lættari enn í fjør, tá hann fyrstu tíðina ikki var serliga væl móttikin av arbeiðsfeløgunum:
- Ta fyrstu tíðina dámdu teir meg als ikki. Teir hildu, at eg var útlærdur og sóu meg tískil sum ein kappingarneyta á arbeiðsplássinum, fortelur Hans Kristian Ritter. Á flestu verkstøðum í Amerika er hørð kapping um tey stóru arbeiðini, tí í Amerika fáa mekanikararnir ikki tímløn, men fáa løn fyri tað arbeiði, teir gera. Hetta merkir, at átekur tú tær stór arbeiði og hevur langar arbeiðsdagar, fært tú eina nógv hægri løn enn ein annar, sum bara ger okkurt smávegis arbeiði.
- Tá arbeiðsfelagarnir funnu útav, at eg bert var í læru, blivu teir heilt annarleiðis. Teir vóru áhugaðir í at læra frá sær, vístu mær onnur verkstøð og lærdu meg eisini ymisk triks, sum teir á verkstaðnum í Danmark ikki kundu læra meg, sigur Hans Kristian Ritter. Hóast hann var staddur langt burturi frá Føroyum, kendi hann seg ongantíð einsamallan, og hevði ikki stórvegis longsul eftir at koma heim aftur til Føroya:
- Eg haldi, at eg dugi væl at vera langt burturi yvir langa tíð. Tá eg var í Los Angeles hevði eg egna farteldu við internetsambandi og Skype, so eg var ofta í samband við familju og vinfólk her heima og fekk góðan stuðul frá øllum, greiðir Hans Kristian Ritter frá.
Hittir stóru stjørnurnar
Um ein góðan mánað fer Hans Kristian Ritter yvir aftur til verkstaðin hjá Harley Davidson í Los Angeles, og hann gleðir seg longu til gerandisdagin, sum bíðar eftir honum har:
- Tað er góða lív. Eg arbeiði upp á Harley-súkklur, drekki kaffi, lurti eftir útvarpi og koyri onkrar av teimum heilt stóru og flottu súkklunum. Harafturat er tað ein góður stemningur á verkstaðnum, so tað er als ikki so galið, heldur Hans Kristian Ritter. Verkstaðurin, har sum Hans Kristian Ritter arbeiðir, hevur eisini fleiri kendar Hollywoodstjørnur, sum javnan koma á vitjan á verkstaðnum:
- Eg havi millum annað hitt Robert Patrick, sum hevur verið við í Terminator 2, Ron Pearlman frá filminum Hellboy, Johnny Depp, og so havi eg eisini koyrt motorsúkkluna hjá Bruce Springsteen frá okkara verkstaði og heim til Springsteen sjálvan, fortelur ein errin Hans Kristian Ritter frá.
Hann verður væntandi liðugur við útbúgvingina í 2014, men longu nú heldur hann seg hava lært eina rúgvu av at vera í læru hjá Harley Davidson í Amerika:
- Eg læri nógv meira við at vera í Los Angeles, tí marknaðurin er sera stórur, og eg arbeiði mangan frá klokkan átta á morgni til klokkan níggju á kvøldið, so sjálvsagt læri eg nógv, sigur Hans Kristian Ritter, sum viðmælir øllum ungum at fara út um landoddarnar at nema sær vitan:
- Tað krevur, at tú ert tolin og vil kempa fyri tað, men tað er so avgjørt alt tað harða arbeiði vert, heldur Hans Kristian fyri.










