Niels Holm varð føddur við Neyst í Hvalba ein hásummardag, 22. juli 1922, sonur Elisabeth, fødd Poulsen, og Jákup Jacobsen, millum hvalbingar kendur sum Jákup í Skálavík, men upprunaliga ættaður úr Leynum.
Niels Holm var næstyngstur av 5 systkjum og var sum bert 3 ára gamal fyri teirri lagnu, at missa mammuna av havhestasjúku. Tað at verða móður- ella faðirleysur var hjá børnum tá, ofta úr stórum systkinaflokkum, meiri vanligt enn í okkara tíð. Nú er so mangt í lívinum blivið lættari av Guðs náði og av tí tímiliga framburði, sum vit her á landi eru vorðin signað við.
Tann framburður, sum vit føroyingar í dag njóta gott av, er lutvíst komin av tí stóra verki og teimum virðum, ið ættarliðið hjá Nielsi Holm og úrmælingarnir í tí gjørdu sítt til at skapa við sínum áræði og við at leggja kropp til.
Tað uddi við røskum fólki í Hvalba. Har var helst minni lætt enn manga aðrastaðni at skáka sær undan lívsins skyldum. Tann, sum royndi at sleppa sær undan at bera sín part av førninginum, fekk tað at vita við ómjúkum orðum. Tað galt um at verða taldur millum menn í lívsins verki á sjógvi sum á landi.
Hvalbøur er størsta markatalsbygd í Føroyum og vælabygd frá gomlum. Hon fekk toyggið í sjórænaratíðini, men dró eisini gott fólk at sær. Hon hevði sum nakrar aðrar føroyskar bygdir, eitt nú Viðareiði og Vágur, tann fyrimun, at haðani var tvírøtt, so til bar at rógva út bæði eystur- og vestureftir eftir ættini.
Hvalbingar í ættarliðinum hjá Nielsi Holm vórðu mintir og hesa stoltu siðvenju frá fornari tíð við at eygleiða tað frábera bygningsverkið úr laðaum gróti, lendingina, bátadráttin og neystini á Fiskeiðinum, sum enn vekja undran hjá teimum, sum vitja har vesturi.
Niels Holm fór sín fyrsta túr til skips í 1939 við City úr Vági, sum rokskiparin Gunnar Danielsen førdi. Seinni slapp hann við trolaranum Norðbúgvanum hjá Uvak, sum Hans Pauli í Hvannasundi, førdi undir krígnum. Tað var manndómsroynd og prógv at sleppa við so góðum skipum. Góð byrjan í lívsins skúla.
Nakað eftir hetta fekk Niels tuberklar og varð innlagdur á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum og seinni á Revsnes sanatorium næstu 2-3 árini.
Men hann tugdi lív og kom aftur til Hvalbiar at menna seg aftur. Eldri fólk minnast enn, hvussu lættur og væl hýrdur í takksemi fyri lívið hann flutti seg á tveimum høkjum í bygdini og royndi eftir førimuni at taka lut í dagsins verki.
Í 1948 tók Niels Holm skiparaprógv, fiskaði og førdi skip. Í 1954 fór hann við hvalabátinum Sirru við Áir. Tey, sum plagdu at lurta eftir Tórshavn Radio í 50-árunum, minnast hansara kláru og hørðu hvalbiarrødd, tá hann kallaði á hinar bátarnar at spyrja og geva tíðindi um støðu, vánir og veiði hjá hvør øðrum. Hann var millum teir seinastu í hesi fyri føroyingar flestar so spennandi veiði, tá hann so seint sum í 1966 førdi Sumba eftir stórhvali.
Hvalbingar brutu í áratíggju kol í Prestfjalli, og teir flestu arbeiddu í kolinum við sama ágrýtni, treysti og dirvi, sum teir royndust á sjónum. Niels Holm var uppi í hesi vinnu og førdi eina tíð kolabátin Stapan, sum sigldi millum oyggjarnar við kolafarmi.
Niels kom tíðliga í lívinum til persónliga trúgv á Jesus og gekk høgt upp í frelsuverkið alt lív sítt.
Í 1954 giftist hann við Silvurbjørg, fødd Olsen, av Tvøroyri. Teimum untist tó ikki at fáa børn, og bert 20 ár seinni misti hann konuna í góðum árum.
Frá ungum aldri var Niels innløgumaður, óførur til bakka og útróðrar. Fáur kendi sum hann streym og fiskileiðir kring Føroyar og var dugnaligur navigatørur.
Eftir at hava ført hvalabát nøkur ár keypti Niels saman við fleiri hvalbingum útróðrarbátin Glyrvarberg. Fiskieydnan var við honum eisini hesi árini. Seinni sigldi hann við trolarunum Hallarkletti og ídnaðarskipinum Gudmundi í 1970-árunum.
Hesin sterki og kimiligi maðurin mátti tó sanna, at heilsan krevur sítt. Hann vann á fyrra álopinum. So fyri hann var heilsan ikki eittans, men heldur í tveimum. Seinnu ferð, tað var í 1980-árunum, tuberklarnir gjørdu vart við seg, mátti hann taka av ferðini og boyggja seg fyri árum og aldri. Hann lá í seingini í uml. eitt ár. Men so var hann frammi og úti aftur, einum røskum hvalbingi líkt.
Seinastu mánaðirnar búði Niels á sambýlinum í Hvalba og treivst sera væl har. Hvalbingar høvdu so stórt álit á Nielsi Holm, at teir valdu hann í bygdarráðið tvær setur, frá 1950-58, tá hann tók seg úr tí arbeiðinum, tí sambygdarfólk og suðuroyingar annars valdu hann inn í løgtingið at umboða oynna. Niels sat á løgtingi í tvey valskeið, frá 1958 til 1966.
Á tingi minnast vit hann sum sera ramligan og lívligan debattør. Hann hevði stutt fjús, men tað stakk ikki djúpt, sum tað sømir seg bragdarmanni, og hann var líka skjótt blíður og fryntligur aftur. Neistarnir fuku frá, tá hann tók lut í orðadrátti um tey mál, sum vóru uppi í 50- og 60-árunum. Hann hevði ta gleði at sita á tingi, tá fyrsti samferðslutunnilin, tann millum Trongisvág og Hvalba varð gjørdur.
Serliga errin og fegin var framburðs- og veiðimaðurin, Niels Holm, tá hann í samgongu á løgtingi var við til at flyta føroyska fiskimarkið út á 12 fjórðingar í 1964. Tað helt hann, og vísti sjálvur í verki sum fiskimaður, vera eitt hitt størsta menningarátak fyri vøkstur og trivnað í Føroyum í hansara tíð.
Nú var so lívskvøldið hjá Nielsi Holm Jacobsen komið, og hann hevur staðið undir børu hesar kláru og á sín hátt vøkru heystardagar. Vit, sum eftir komu, heilsa og kenna takksemi móti megnarmanninum Nielsi Holm Jacobsen, nú hann legði lívsárarnar inn og fór heim til Harran og Silvurbjørg. Vit biðja samkenslu við tykkum, sum mist hava ein góðan og menskan skildmann.
Friður veri við minni hansara.










