eina kirkjuliga tænastu Øð rvísi avbjóðing Sigrun Hammer hevur verið deknur í Havnar kirkju síðani 2002. Hesi meiri enn 20 árini hevur hon lisið tað, sum lesast skuldi í samband við tær regluligu gudst [...] hann, at tá tú lesur inn á henda hátt, ber altíð til at steðga á og at gera neyðugar rættingar. Men, sum hon sjálv sigur: - Jú, tað er lættari. Men eg ynski kortini altíð, at ein andakt ella ein morgunlestur [...] eisini væl at seta seg eitt leygarkvøld við eini lestrabók, har teksturin til sunnudagin verður umrøddur. Um ein heldur, at ein lestur til eina gudstænastu kanska er í longra lagi at lesa, so finst haraftrat
hann hevur til støðuna í Føroyum og ætlaninar um fullveldi. -Lat meg fyrst siga, at eg havi tí størstu virðing fyri føroyska ynskinum um at gerast so suverenir sum gjørligt. Men suverenitetur hevur eisini [...] fyri, at tjakið í Føroyum hevur fingið ta slagsíðu, at man ímyndar sær, at Føroyar kunnu verða totalt suverenar, nakað, sum als ikki er til aðrastaðni. -Eg veit t.d. ikki, hvat føroyingar ætla á valutaøkinum [...] hetta málið ikki hevur verið tikið upp frá danskari síðu. -Her er frítt spæl. Men tað at vera limur av eini myntunion vita vit frá ES leggur bond á teir møguleikar ein hevur við atliti til fíggjarpolitikk
sorg í ta gloymskugevandi byglju.? Hetta sigur jú, at tá ið tú fer frá lívinum til deyðan, tá er hvørki gleði ella sorg til. Tá er tilveran - um tú kann kalla tað so -, bert samljóð við hinar andarnir. Sum [...] -Legg til merkis, at tey skulu droyma og fevnast. -Einki stendur um trá ella gyrnd. So hvat við kynslívinum? Gentan hugsar eisini, at tað kann verða skjótt, at tær dandandi aldurnar gerast til skúmandi [...] samveru yvirhøvur. Í ørðindi trý kemur so tað duldarfulla fram. Hvat siga aldurnar? - Og hvat sigur lotið? -Gentan hugsar nú ivaleyst um, hvat ið framtíðin fer at bjóða henni og dronginum. Hon kemur at hugsa
kunnu vera eitt ”tá tað kemur til skarpskeringar”, og nakað annað, ”tá tað ikki kemur til skarpskeringar”, men soleiðis málbar løgmaður seg. Fólk mugu vita, hvat tey velja Hvat er tað so, sum føroyingar skulu [...] atkvøða, hvat ”ja” merkir og hvat ”nei” merkir. Tann spurningurin er als ikki greiður í løtuni. Tá eg so havi loyvt mær at undrast á, at løgmaður møguliga hevur megnað at fáa Tjóðveldi at ganga við til uppskotið [...] omanfyri stjórnarskipanarlógina. Bárður Nielsen hevur harafturímóti tikið útgangsstøði í tulkingini hjá Høgna Hoydal, sum sigur tað øvugta. Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin Løgmaður, Hans Pauli Strøm
at spæla, at tað ber til. Og legg til merkis: tað koma alla tíðina nýggir leikarar inn. Hvat er tað so sum hugtekur við hondbólti: jú fyrst og fremst, at tað er eitt liðspæl, har tú bert kemur fram á vegnum [...] "Bengan" hevur dugað sera væl at fáa sínar leikarar at skilja, at tað nyttar onki at gera nakað einsamallur. Kollektivið er tað sum ger avrikini. At hann so hevur havt so góðar spælarar, at teir til tíðir [...] Hevur tú als ongan áhuga fyri ítrótti, so legg ikki í at lesa víðari. Restin av hesi grein fer at snúgva seg um ítrótt á høgum støði - fyrst og fremst um hondbólt. Fleiri stórhendingar hava verið í altjóða
hóttanarbræv til eitt viðskiftafólk um, hvat sum hypotetiskt kann henda í politisku skipanini í framtíðini og sum viðskiftafólkið onki ræði hevur á. Í hvussu so er ikki ein stovnur, sum hevur nakað vet eftir [...] sín part av kredittveitingunum til Fiskasøluna. Eitt mikið løgið bræv! Enn løgnari er at, tað var løgmaður og ikki Fiskasølan sum kom fram við brævinum!? Dagin eftir, ella var tað sama dag, sigur forstjórin [...] ikki loyva sær at brúka ein kunda til at hótta politisku skipanina við. Men brævið er so farið úr bankanum, tí dagin eftir fæst váttan fyri, at Fiskasølan veruliga hevur móttikið hóttanarbrævið. Tað má so
sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Hetta er nær endabrestinum á kvøldinum, sum bert er fyri menn og hevur snúð seg um móta, plastikoperatiónir, romantikk og sex. Men nú skrúva vit aftur til byrjanina. [...] byrjar Gunnar Nolsøe nørdutur og fegin. Hann veit, hvat fer at koma. Og greiðir frá, at skráin byrjar við móta og jólagávuhugskotum til frúurnar og móta til menninar. »Jólagávuhugskot« Tónleikurin fer aftur [...] er alt til eitt hugnaligt kvøld, sigur sølukvinnan frá sexleikuhandlinum, loyndin.com, sum nú er komin á pallin. Eitt borð er dekkað við dildoum ella sokallaðum hugnapinnum og øðrum hjálpitólum til kamarslívið
ein solofløga hjá Lenu. Duettin eitur heilt einfalt ?Lena?, og hon hevur skrivað allar tekstirnar sjálv. ?Niclas hevur skrivað løgini til mín, tí hetta er tónleikur, sum eg elski at syngja?, segði Lena hósdagin [...] av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran, tá tú kemur heim um kvøldið, og bara vil hoyra okkurt lekkurt. Lenu við sínu deiligu rødd og Niclas við sínum fantastiska evni til at spæla gittar, so hann [...] ikki rættiliga, hvat man kann kalla hendan tónleikin. Tað er poppur, men... Eitt sindur britpop onkustaðni... Tað er í øllum førum eg!«, sló Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man
mest um mennisjkalívið. Hetta prógvar eisini tað, ið eg meini, at tað hevur einki at gera við, um tú fyrst hevur milliónirnar ella ert so og so kendur. Innaru eginleikarnir telja og tað finnur ein best [...] vera ferðandi tónleikari og kendur, tá ein hevur familju? - Ja, tað hevur altíð verið so. Vit giftust tá eg var 25 ár og tá var yrkisleiðin byrjað. Hetta lívið hevur givið okkum nógvar góðar løtur, vit hava [...] soleiðis at skilja, at tá ein hevur nýtt so nógva tíð við ljóðførinum, so líkasum rennur saman ímillum. Ikki tað, at mín bassur er túsund ferðir betri enna aðrir bassar. Men ein hevur nýtt nógva tíð við einum
tað riggar. Far ikki svang/ur til handils. Tá mann er tilvitað/ur um hvat mann ætlar sær at keypa, renur mann seg við hvørt inn í tann trupulleika, at vøran ikki finnist. Hvat er so at gera? Skulu vit bara [...] merkið hjá ES, hevur framgongd, men er enn ikki so vanlig á okkara leiðum. Nú farast skal til kassan at gjalda, mugu vit ferðast gjøgnum vandaøki. Góðgætishillarnar. Fyri at sleppa til kassan slepst ikki [...] er tað ikki nú, tað skal rumbla í búkinum. Hvørki hjá tær ella barni. Um tú ert ónøgd/ur við, at góðgætishillarnar standa við kassan, kundi tú kanska sagt hetta við onkran, sum arbeiðir í handlinum. Hvør