Uppblásta sexdukkan fer flúgvandi gjøgnum luftina upp um kontrisangaran Hall Joensen, sum er nýkliptur og latin í stramma grøna troyggju og hvítar ítróttarskógvar, eftir at hava fingið eitt sokallað »makeover«.
Dukkan lendir beint á høvdinum á einum av teimum eldru monnunum, av teimum 90, sum sita inni í Mentanarhúsinum Atlantis hetta kvøldið og læra at vera røtt mannfólk.
Maðurin, sum kastaði dukkuna flennir í kíki, tá rakti maðurin hálvnipin vendir sær við at síggja, hvør heldur hann vera so trongjandi.
Uppi á pallinum situr verturin fyri kvøldinum, Gunnar Nolsøe, á eini stórari ljósareyðari vibrerandi keylu.
Verturin kennir seg sera sera sera væl, nú hann verður kitlaður uppundir dintilin
– Hetta kennist bara heilt væl, sigur Gunnar Nolsøe hálvnørdaligt við Elina í Stórustovu, sexolog.
Menninir í salinum eru um at brotna í látri, nú teir hava fingið eitt pirk, og klokkan nærkast 23 á tí fyrsta almenna mannfólkakvøldinum, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Hetta er nær endabrestinum á kvøldinum, sum bert er fyri menn og hevur snúð seg um móta, plastikoperatiónir, romantikk og sex. Men nú skrúva vit aftur til byrjanina.
Myrkursins gleðir
Tað er blivið myrkt, og tað oysir niður í Klaksvík hetta leygarkvøldið. Tað er bítandi kalt, og ein tjúkk rond av mannfólki stendur við hurðina í Atlantis, har teir pumpa sigarettirnar í seg.
Tá komið er inn um rondina í durinum luktar ikki sørt av parfumu. Mannfólka parfumu, brennivíni og sveitta. Menn eru í pussinum. Hava ikki pyntað seg smávegis til eitt ordiligt mannfólkakvøld.
Inni í forhøllini standa tvær damur, sum meira enn einaferð hava verið at síggja sum modellir í føroysku bløðunum.
Tær eru lokkandi lítið ílætnar, men beint nú hava menninir størst áhuga fyri brennivínsfløskunum, sum tær hava í hondini.
Akvavitt og bleytari snapsur eru nevniliga at fáa frá damunum. Onki við ljósareyðum blandingum við lítlum parasollum til eitt ordiligt mannfólkakvøld.
Lagið er gott og gerst betri tá onkur fløska er tømd niður í menninar. So lata dyrnar upp innast í forhøllini til lovaða mannfólkalandið.
Tað er rættiliga myrkt inni, og tungur tónleikur spælir rímiliga hart inni í rúminum. Innast er pallurin, har tað íður við stórum feitum stearinljósum í ymiskum litum, sum upplýsa myrka pallin.
Pallurin er í veruleikanum bert er ein sofa og eitt borð, til hetta serliga kvøld, ið klaksvíkingar skipa fyri sum tað fyrsta í Føroyum nakrantíð, eftir at kvinnurnar í fleiri ár hava havt síni kvinnukvøld við ljósareyðum smoothies og øðrum, sum mannfólk ikki hava havt atgongd til.
Nú er tað teirra túrur.
Á einum lørifti koyra eisini myndir av Magnus Arge, klænkaði ursmiðurin, Karl Martin Samuelsen, popidolið, og Hallur Joensen, kontrikongurin.
Inn trínur Gunnar Nolsøe, sum vit best kenna frá spurnarkappingum og arketektursendingum í Kringvarpinum.
– Mínir harrar og mínir harrar, byrjar Gunnar Nolsøe nørdutur og fegin. Hann veit, hvat fer at koma. Og greiðir frá, at skráin byrjar við móta og jólagávuhugskotum til frúurnar og móta til menninar.
»Jólagávuhugskot«
Tónleikurin fer aftur í gongd.
Inn trína tríggir ungir menn í klæðum, sum stílikonið Hans Fróði Hansen hevði nikkað játtandi til. Í hølunum á mótadreingjunum koma tvær ungar gentur. Jólagávuhugskotini til konurnar fjala ikki nógv av teirra ungu kroppum, og rómur er í salinum millum menninar, sum eru bæði ungir og gamlir.
Nú trína menninir frá løriftinum á pall í heilum holdi. Magnus Arge, Karl Martin Samuelsen, og Hallur Joensen.
Hesir skulu saman við Gunnari Nolsøe sjálvum broytast, so teirra stílur verður meira í tráð við dagsins kvinnudreymar.
– Hvat heldur tú hetta fer at hava við sær?, spyr verturin kontrikongin.
– Tað plagar at vera konan, sum blakar mær klæðir, men nú fari eg sjálvur at sleppa at keypa klæðir, roknar Hallur Joensen við.
Hinir báðir nikka – hatta við at fáa tveitt pløgg í høvdið kenna teir alt til, og verturin greiðir frá, at um ein tíma fara vit at síggja, hvussu lekkrir menninir kunnu blíva.
– Gleða tit tykkum at síggja teir aftur?, rópar verturin, og menn játta hart við ein munn.
– Jaaa..., brummar tað íðið úr salinum.
Tónleikurin fer aftur í gongd, og ungu damurnar í evarska lítlu jólagávunum koma innaftur á pallin – og tað gera dreingirnir forrestin eisini.
Plastikk
Helena Sundskarð frá Artharmonia, sum er stovan, sum ger plastikskurðviðgerðir í Føroyum, kemur á pallin.
– Tað eru mest kvinnur, sum verða settar í samband við slíkar viðgerðir, men menn í øllum aldri koma eisini. Mest vanligu viðgerðirnar eru eyguni, nøsin og oyruni, men vit fáa eisini menn til feittsúgving, greiðir hon frá, sum um tað er natúrligasta viðgerðin í verðini.
Menninir í salinum grína, áðrenn Gunnar Nolsøe spakuliga tekur orðið.
– Nú kann eg ikki lata vera við at spyrja... Um tað nú skuldi verið soleiðis, at mann følir seg í so lítið vaksnan á einum serligum stað. Er so nakað, tit fáa gjørt?
– Meinar tú við nøsina, spyr kvinnan.
Verturin rodnar eitt sindur og roynir víðari.
– A kind of, sigur Gunnar hálvsmæðin á enskum.
– Nei. Tað gera vit ikki, men tað kundi verið, at onkur skal hava sín rættaðan út ella okkurt tílíkt, svarar umboðið fyri plastikkkirurgarnar.
Genturnar í tødnaðu jólagávuhugskotunum til tað innasta koma aftur á pallin, og so er steðgur.
Pinnamatur
Úti í gongini stendur eitt sindur av sterkum løgi og øli og menn eru ikki seinir at fáa sær upp í nevið. Eisini pinnamatarnir hvørva skjótt.
– Endiliga fáa vit okkurt sovorið at fara til!
– Tað var ikki nógv uppi á hasum damunum!
– Tær vóru fínar. Har vóru bara for nógvir dreingir!
Meiningarnar úti í gongini eru ymiskar, men eitt eru teir samdir um.
– Hetta hevði ikki verið, tá vit vóru 18, flenna nógvir.
Makeover
Inni í hálvmyrkrinum skulu dreymamenninir avdúkast, nú vit sleppa at síggja, hvat úrslit frisørdaman og handilskonan eru komnar til við teimum fýra sjainaðu monnunum.
Teir koma út. Onkur sær út sum ein nýggjur maður.
Hallur Joensen er latin í eina stramma grøna troyggju, einar myrkar buksur, ein vest, einar hvítar ítróttarskógvar og so er hann kliptur, so hárið peikar upp í loft.
– Elendigt!, rópar ein á aftastu rekkju.
Men restin av monnunum klappa óført, nú fýra kendir klaksvíkingar eru latnir í nýggjan ham.
Romantikkur við lukti
Makeover-menninir fara av pallinum aftur, og inn koma Archibald Black, sum nokk ikki nýtist aðra frágreiðing, og Durita Joensen, klaksvíkskvinna, sum hevur búð í Keypmannahavn í nøkur ár og arbeiðir í handli, sum selur leikur til vaksin.
Tey tosa um romantikk.
Archibald er bragdligur.
– Eg minnist fyri langari tíð síðan, at ein maður í familjuni segði við meg: »Tit eru ikki eitt par, fyrr enn tit hava fratað saman«. Seinni fann eg útav, hvat hann meinti við. Tað er ein avbjóðing at halda lív í forholdinum, og mann má gera ein innsats, heldur hann.
– Og so dámar mær eisini betri at gera ein góðan døgurða heima, enn at fara út at eta, tí so er styttri til songina, flennir Archibald Black.
Hetta dámar monnum væl.
Kvinnan er meiri varin. Hon heldur, at tað týdningarmesta er at tosa saman, um hvat mann tímir væl, og greiðir eisini frá, at fólk ikki skulu vera bangin fyri at nýta leikur eisini, um tað kann hjálpa upp á lívið innanfyri seingjarkantin.
Leikaloynd
– Her er alt til eitt hugnaligt kvøld, sigur sølukvinnan frá sexleikuhandlinum, loyndin.com, sum nú er komin á pallin.
Eitt borð er dekkað við dildoum ella sokallaðum hugnapinnum og øðrum hjálpitólum til kamarslívið.
Hon byrjar at koma við hugskotum, um hvussu hesi ymisku tingini kunnu nýtast, og hóast sølukvinnan viðgongur, at tað mesta er gjørt til kvinnur, so er hon sannførd um, at menn eisini kunnu gleðast saman við kvinnum, sum nýta hesi elektrisku amboð.
Hon vísir eisini eitt slag av bólti við einum enda í.
– Vita tit, hvat hetta er til?, spyr hon argandi.
– Tað er fyri at fáa hana at tiga!, svarar hon sjálv.
Hetta halda nógvir vera eitt snilt amboð og ikki bara í songini.
So byrjar tosið um dukkuna hon hevur við. Ein uppblást dukka til menn, sum ikki hava nakra damu at balla seg hjá.
Hon hevur nógv hol, sum kunnu nýtast til fragd, men inni í Atlantis verður hon mest nýtt sum ein ballón, sum skjótt verður blakað millum setrini.
Sex fyri rest
Og soleiðis heldur fram eftir lítlan steðg. Danska Katrine Berling Christensen, sum er sexologur kemur á pallin.
Hon greiðir frá, hvussu menn skulu bera seg at, fyri at kvinnan veruliga skal hugna sær í songini, og kemur við langari frágreiðing um ymisku økini at mannerera við.
– Ved I, at mænd også har et g-punkt?, spyr hon.
Menn hyggja ivandi upp hvønn á annan, og onkur játtar spakuliga
– Ved I så, hvor det sidder?, spyr hon so.
– Sjey sentimetrar uppi í endanum!
Ein ungur maður á aftastu rekkju er skjótur at koma við einum boði.
Sexologurin greiðir frá, at punktið í veruleikanum er fimm sentimetrar uppi, og so er hon annars ófør at demonstrera, hvussu tað ber til at gera við kvinnu sína, so hon tímir at balla seg hjá sær eina aðru ferð eisini.
Nú lurta menn spentir, og eina løtu er pinnastilt inni, meðan sexologurin avdúkar fleiri loynidómar.
Kvalitetspinnar
Hetta heldur fram við næsta upplegginum. Elin í Stórustovu, sexologur, men mest kend sum útvarpsvertur stendur á pallinum.
Hon er smílandi, nú hon dregur ymiskar sexleikur fram og staðfestir, at orsøkin til, at hugnapinnar eru blivnar meiri populerir seinastu árini, er, at tað nú eru kvinnur, sum sniðgeva teir.
– Nú eru teir ymiskar litir og ikki húðfarvaðir, flennir sexologurin.
Hon greiðir víðari frá, hvørjir eru góðir og minni góðir, samstundis sum hon leggur stóran dent á, at kvalitetur og prísur fylgjast væl at, og verturin sleppur at føla hvussu teir vibrerar.
– Mikið áhugavert, heldur Gunnar Nolsøe og smílist.
Men sexologurin steðgar ikki har. Hon vil hava Gunnar Nolsøe at royna eina vibrerandi keylu, sum bæði kann njótast av monnum og kvinnum.
Verturin setir seg á keyluna. Ein heldur óvand støða hjá quizmeistaranum við mjúku røddini.
– Hetta kennist bara heilt væl, sigur Gunnar Nolsøe við Elina.
Men sexologurin er ikki bara har til gamans. Hon greiðir í fullum álvara frá, at leikur væl kunnu nýtast og hjá summum veruliga kunnu bjarga parlagnum.
Men ivasamt er, um boðskapurin er komin inn hjá monnunum, nú teir hava sitið konsentreraðir í fleiri tímar og lært, hvussu teir kunnu gerast raskari menn.
Pinnurin blívur burtur
Kvøldið er farið at líða.
Menn fara upp at forvitnast um leikurnar á pallinum. Teir grína og nerta við ljósareyðu hugnapinnarnar og byrja spakuliga at fara í allar ættir. Ein hevur okkurt við sær.
Ein pinnur er nevniliga burtur, men tveir mans taka seg saman og skipa fyri innsavnan fyri missin.
Sexologurin leitar framvegis eftir pinninum, sum kostar rættiliga nógvan pening.
Hinvegin kundi meira enn so hent seg, at onkur av teimum 90 hevur funnið fótafestið í kvinnustýrda meldrinum av góðum sexráðum og mótaklæðum, nú Føroya fyrsta mannfólk hevur verið í Atlantis í Klaksvík.










