Kvinnuliðini hjá KÍ og HB spældu eina minniliga fyrru hálvfinalu í steypakappingini norðuri í Klaksvík í dag. Dysturin endaði við 5-4 sigri til HB, ið var á odda bæði 4-1 og 5-2, men KÍ-kvinnurnar syrgdu [...] undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var gjørd við Heidi Sevdal í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2. At vinna á KÍ norðuri í Klaksvík er í sær sjálvum gott, men Heidi Sevdal iðrar seg um, at HB ikki tryggjaði [...] tryggjaði sær eitt betri útgangsstøðið aftaná at hava verið á odda 4-1 og 5-2 í dystinum. Í hinari fyrru hálvfinaluni vann EB/Streymur/Skála á heimavølli 2-1 á ÍF/Víkingi.
Nagata og liðfelagarnir í EVA liggja í skrivandi stund triðovast í bestu donsku flogbóltsdeildini. Eva Winther Nagata er heima í Føroyum hetta vikuskiftið í samband við, at omman í Hoyvík fyllir 80 ár. Eva [...] Eva gav sær tíð í dag at síggja steypahálvfinaluna millum SÍ og KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Eva Winther Nagata skal avstað við fyrsta flogfarinum í morgin, tí klokkan 13 seinnapartin skal lið hennara [...] Winther Nagata í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin í dag. Eva Winther Nagata vil tilmæla øðrum ungum evnaríkum flogbóltsspælarum at satsa uppá at spæla flogbólt á hægri støði enn í Føroyum.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er HB-legendan, Andrew av Fløtum, sum av álvara gleðir seg til dystin millum KÍ og HB, sum verður í Klaksvík sunnudagin kl. 15:00 Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á [...] meistaraheitið. Og um alt spælir væl av, sæð við HB-brillum, so kunnu teir gerast FM-vinnarar í Klaksvík komandi sunnudag. Í hesum sambandi hevur FSF Varpið fingið vitjan av HB-legenduni, Andrew av Fløtum, sum
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, boðar í morgun frá, at hann og tvey tey næstu á listanum við seinasta býráðsval í Klaksvík, stilla uppaftur á kommunuvalinum, sum verður 8. november. Tey trý ovastu [...] sum tó ikki varð vald. Við in.fo fyrr í vikuni segði Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, at hann eisini er millum valevnini á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri í Klaksvíkar kommunu – nú kommunurnar [...] Skorheim, borgarstjóri og formaður í Nýtt Sjálvstýri. Hann leggur afturat, at Sjálvstýrislistin til býráðsvalið í november er væl ávegis, og at fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.
Rólvur í Norðnástovu er skipari henda túrin. Gadus er framvegis í Barentshavinum. 500 tons av flaki eru í lastini, og teimum resta hálvttriðja hundrað tons í fulla last. Gadus fór av Klaksvík 29. desember [...] trolarunum í Barentshavninum tað, sum farið er av hesum árinum. Fyrr í dag legði Akrarberg at í Fuglafirði. Hann hevði fulla last – 850 tons av heysaðum toski. Akrarberg fór avstað 3. januar. Í dag kom Enniberg [...] síðst í november, og veiðan verður løgd upp í høvuðsstaðnum. Sonny Johannesen er skipari á Ennibergi. Fyri løtu síðani fór Sjúrðarberg at sigla heim úr Barentshavinum. Sjúrðarberg fór av Klaksvík 2. januar
fer eisini í 2016 at siga frá hondbólti, bæði hjá monnum og kvinnum. Í kvøld sigur Tróndur Arge frá oddadystinum í FTZ deildini VÍF-H71, sum byrjar klokkan 20. Vit fylgja samstundis gongdini í hinum dystunum [...] dystunum í FTZ deildini, StÌF-Kyndil og Team Klaksvík-KÍF, sum byrja samstundis. Øll kunnu hoyra frásøgninaá www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 98,7 og á FM 95,9. Samsent verður við Staðið FM 101 í Vestmanna [...] Vestmanna. Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo í kvøld. Støðan í FTZ deildini : Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 H71 14 375 298 77 25 2 VÍF 14 383 366 17 18 3 KÍF 13 319 293 26 15 4 Kyndil 14
stinga í. Úrslitið var, at løgreglan mátti taka hann og bera hann út í løgreglubilin, og síðani varð hann koyrdur í varðhaldið í Klaksvík. Hann var so óður, at løgreglufólki máttu halda honum í bilinum [...] , so at hann ikki elvdi til skaða á seg sjálvan, ella løgreglufólkini. Hann varð settur í varðhaldið í Klaksvík, har hann síðani hevur sovið rúsin av sær. Men tað krevur kanska eisini eitt sindur av svøvni [...] Í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var vorðin heilt dansiterandi svakur inni í einum prívathúsum, har hann var og vitjaði hjá nøkrum eldri fólkum. Løgreglan kom á staðið og roynda at tosa mannin
kvøldið við hesum vælvaldu orðunum: - Kinga Eysturland er ein av fleiri póllendingum, sum búgva í Klaksvík, og í gjár bjóðaðu hon og hinir póllendingarnir øllum at uppliva heimlandið á Klaksvíkar bókasavni [...] væl nøgdir við. Ein partur av integratiónsarbeiðnum í Klaksvíkar kommunu er at skipa fyri tiltøkum, sum fremja integratiónini í samfelagnum. Tiltakið í gjár er dømi um júst hetta, og hetta vísir, hvussu [...] Fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at uppliva Pólland á bókasavninum í Klaksvík. Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu hevði tikið myndatólið við, og hann lýsir kvøldið
Fyrr í dag vann H71 greiðan 24-19 (13-9) sigur á KÍF í Hoyvíkshøllini. Talan er um tólvta sigurin á rað í FTZ deildini. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Hans Eli Sigurbjørnsson [...] H71-venjaran, Petur Mittún. Petur heldur, at hansara spælarar eru í javnvág, og hvíla væl í sær sjálvum, og hann fegnast um, at teir hava vunnið í øllum liðunum tvær ferðir nú, bæði heima og úti. Petur heldur [...] so suverenir í kappingini. Hann staðfestir, at spælararnir verða hildnir til eldin til tær avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Í høllini á Skála vann StÍF 34-25 (18-16) á Team Klaksvík. Pætur Joensen
Í nátt fekk løgreglan fráboðan um harðskap í Klaksvík. Ein drongur hevði sligið eina gentu í andlitið. Hon fór á skaðastovuna, har tað varð staðfest, at hon hevði ikki fingið nevnivert av skaða. Men løgreglan [...] støðum, har fók fylkjast og tey halda, at tað ger stóran mun, tí hesin tilburðurin í Klaksvík er einasti tilburður av harðskapi í nátt. [...] burtur úr at vera til staðar á almennum plássum í eini roynd at fyribyrgja, at fólk fara til hendurs, ella gera seg inn á hvønn annan. Løgreglan sigur, at aftur í nátt hava tey gjørt nógv burtur úr at vera