Petur Mittún: Liðið er í javnvág

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr H71-venjaran taka samanum tólvta sigurin á rað

Fyrr í dag vann H71 greiðan 24-19 (13-9) sigur á KÍF í Hoyvíkshøllini. Talan er um tólvta sigurin á rað í FTZ deildini. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Hans Eli Sigurbjørnsson gjørdist toppskjútti hjá KÍF við níggju málum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við H71-venjaran, Petur Mittún.

 

Petur heldur, at hansara spælarar eru í javnvág, og hvíla væl í sær sjálvum, og hann fegnast um, at teir hava vunnið í øllum liðunum tvær ferðir nú, bæði heima og úti. Petur heldur ikki, at tað er ein "trupuleiki", at teir eru so suverenir í kappingini. Hann staðfestir, at spælararnir verða hildnir til eldin til tær avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. 

 

Í høllini á Skála vann StÍF 34-25 (18-16) á Team Klaksvík. Pætur Joensen skeyt níggju mál fyri StÍF. Bogdan Florea skeyt átta mál fyri Team Klaksvík.