21 ára gamla Eva Nagata Winther spælir flogbólt við liðnum, ið verður nevnt EVA.
EVA er styttingin fyri Elite Volley Aarhus. Eva Winther Nagata og liðfelagarnir í EVA liggja í skrivandi stund triðovast í bestu donsku flogbóltsdeildini.
Eva Winther Nagata er heima í Føroyum hetta vikuskiftið í samband við, at omman í Hoyvík fyllir 80 ár. Eva gav sær tíð í dag at síggja steypahálvfinaluna millum SÍ og KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Eva Winther Nagata skal avstað við fyrsta flogfarinum í morgin, tí klokkan 13 seinnapartin skal lið hennara, EVA spæla útidyst ímóti Frederiksberg í bestu donsku flogbóltsdeildini. Unga hoyvíkskvinnan hevur valt at gera nógv við flogbóltin í samband við skúlagongd og lestur í Danmark.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Evu Winther Nagata í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin í dag.
Eva Winther Nagata vil tilmæla øðrum ungum evnaríkum flogbóltsspælarum at satsa uppá at spæla flogbólt á hægri støði enn í Føroyum.