okkum ikki, at tú so brádliga var tikin frá okkum. Altíð var tað so hugnaligt at koma út til Nólsoyar at vitja teg og mammu. Og síðstu jól og nýggjár, vit øll vóru har, hugsaðu vit ikki at hetta var tín [...] foldum. Gott er at vita, at ein dag møtast vit aftur har eingin sorg og sjúka er. Tú starvaðist nógv ár á Borðuni, fyrst sum postmaður, síðani sum vitapassari, og fekk tú eisini tann heiður at fáa ´Tjenes [...] nógv, at vit skuldu hava ordan í okkara tingum, vera álítandi og passa alt okkara væl, tú var glaður tá vit báðar yngru fingu prógv í vetur. Lærdi okkum allar nógv um veður, nær tað var best at sigla og
heysti 1955, meðan læknastríðið harðast leikaði á, at Hans Jakku eitt kvøldið, hann hevði verið á floti, gjørdi av at fara til Klaksvíkar at geva systir síni at kóka. Hans Jakku búði tá saman við familju síni [...] norður á Strond. Hann hugsaði ikki, at hetta, sum var hansara hjartans meining, skuldi fara at fáa avleiðingar. Men Hans Jakku skuldi fáa annað at síggja. Læknin er ikki at hitta Nakrar dagar seinni legðist [...] ríkisumboðsmaður: ?Veits tú ikki, at føroyingar valdu loysing tann 14. septembur 1946, og at danski forsætisráðharrin tá segði - nu er Færøerne løse fra Danmark . Her hevur tú einki at gera; vælsignaður slepp tær
heysti 1955, meðan læknastríðið harðast leikaði á, at Hans Jakku eitt kvøldið, hann hevði verið á floti, gjørdi av at fara til Klaksvíkar at geva systir síni at kóka. Hans Jakku búði tá saman við familju síni [...] norður á Strond. Hann hugsaði ikki, at hetta, sum var hansara hjartans meining, skuldi fara at fáa avleiðingar. Men Hans Jakku skuldi fáa annað at síggja. Læknin er ikki at hitta Nakrar dagar seinni legðist [...] ríkisumboðsmaður: "Veits tú ikki, at føroyingar valdu loysing tann 14. septembur 1946, og at danski forsætisráðharrin tá segði - nu er Færøerne løse fra Danmark . Her hevur tú einki at gera; vælsignaður slepp tær
Hovs, at hevði eg funnið oman á bryggjuna, ja, so hevði eg rýmt suðuraftur. Men alt tyktist mær so stórt og fløkjasligt í Havn, at eg tordi ikki at gera nakra roynd at rýma. Eg var bangin fyri at villast [...] Havn. Har fekk eg at vita, at eg hevði fingið skrivstovustarvið, sum eg hevði søkt. Eg var so hørm um at hava fingið starvið, at eg bæði græt og illa læt. Eg var so illa við av hesum, at pabba noyddist norður [...] nøkur vitjan mundi vera í Gøteborg úr Føroyum. Og tað hendi seg meira enn so, at føroysk skip lógu inni. Tá plagdi hon at fara oman á bryggjuna at vita, um onkur var við, sum hon kendi. Men skjótt komu
greiddi frá, at Lina dugdi so sera væl at fáast við ull, og hon spann nógv sum ung genta. Sum onnur ung fór Lina út at arbeiða, tá farið var úr skúlanum. 17 ára gomul kom Lina til Havnar at tæna. Hon tænti [...] hann møtti hjá teimum, har hann eisini føldi seg sum heima. Lina plagdi eisini at fara oman á keiuna, tá skipini vóru inni, at vita, um hon kundi finna onkrar føroyingar, sum hon kundi bjóða heim. Ættað [...] vinkonur fyri lívið. Lina ætlaði bert at vera í Íslandi nakrar fáar mánaðir, men tá hitti hon Baldvin Jónsson, og tey giftust 28. november 1947. Lina kom tískil at verða búgvandi í Íslandi, meðan Herolvur
og hon dugdi væl at halda hús. * * * Tit bera øll orð fyri at vera kreativ og fitt í hondunum, og sjálvt tá tit fóru at skera torv, kundi hetta síggjast aftur. Tað verður fortalt, at tað var ein fragd [...] eiðið í Ebenezer. Men eg veit eisini, at tygum gleddust til at røkka pensjónsaldur, so meira kundi gerast við at mála málningar, mála postalín, veva myndir og at virka ull á ymsan hátt Tygum hava vitjað [...] øgiliga sjálvstøðug og havt ein sterkan vilja til at klára alt sjálv, og eitt sindur treisk hava tygum eisini verið. Tað gav at býta ta einu ferðina, eftir at tygum sum 97 ára gomul vóru komin higar á Lágargarð
ferðafrásøgn Skrivað hevur Mads A. Winther Eg svaraði honum, at eg aldri hevði riðið, men hann var skjótur at svara, ”tú dugir at syngja!”. Endin varð so, at eg meldaði meg til, og kom so á mín fyrsta ríðitúr, [...] veðrið tók seg so væl upp, at oljuklæðini endaðu í saðiltaskunum. So vórðu vit róptir upp, at fáa rossið útflýggjað, og tað kundi taka eina góða løtu, til allir vóru klárir at fara ”á bak”. Meðan vit sótu [...] sigast, at tey røktu rossini fyrimyndarliga væl, og kendu lyndið í rossinum sera væl, so at hvør maður fekk eitt ross, sum passaði til hansara støði, og um rossið var ágrýtið, og egnað til at ríða í fremra
Gunnleiv. Her ræður um at nýta hvørja løtu fult út. Kl. er 11:02, og hann klárur at fara í studio 4. Ein íslendsk fløga liggur klár við pultin í studio. Onkur hevur kanska hildið, at lagið hjá Vestmonnum [...] heldur ofta at hoyrt hesa seinastu vikuna. - Enn havi eg ikki avgjørt, hvønn tónleik eg fari at spæla eftir tíðindini í dag, sigur stjórin. Enn í venjing Tað var seinnapartin hósdagin í farnu viku at tað slitnaði [...] Hann boðaði frá, at tvær tíðindasendingar fóru at verða hvønn dagin á middegi og aftur um kvøldið. Og hesar hevur hann so staðið einsamallur fyri. - Eg eri ikki heilt farin út av trening at gera tíðindi.
við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva. – Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi, spurdi eg. Tú ert so vanur við at halda røðu... – Tað er ikki so at halda røðu fyri kongi [...] vóru farin til Havnar fyri at síggja alla stákanina. Pápi, sum var kongstrúgvur maður, var ógvuliga hugtikin at vitjanini, sum stóð fyri framman. Tað var tikið sum sjálvsagt, at pápi, sum lærarin í Havn [...] á hann, og tá Finsen amtmaður at enda heitti á hann um at halda røðuna, so mátti hann geva seg. Ums íðir upprann 25. juli. Havnin hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at kongsmóttøkan kundi gerast so
gera og rættiliga ”uppi í tíðini”, umframt at vera í húgvu langt niður um oyruni. Hon lá nú eftir heima henda lagnudag. Fekk at enda teskað, at eg ynskti at keypa eina fartelefon. Ungi fryntligi seljarin [...] hann, at eg bert hevði trý vinfólk? Og hvussu tramin visti hann um hesi trý? So tollut var eg á telefonøkinum. Eg fekk sagt honum, at mín telefon EINKI skuldi annað enn brúkast at tosa í umframt at senda [...] hugburð, tá tað snýr seg um at svara telefonini, tá onkur prátar við meg, og eg toli ikki, at fólk tá tey vitja meg knappliga raðfesta telefonina framum við at seta seg at práta um líkt og ólíkt við munninum