Grímur Hammer. Vit spurdu hann, um tað hevur verið trupult millum hann og Jan, síðan tað gjørdist greitt, at hann læt seg stilla upp? - Nei, ikki beinleiðis. Og tó. Tá tað var greitt, at eg fór at stilla [...] heldur, at tað er í fínasta lagi, at hann ikki tekur telefonina, meðan valið fer fram, so hann møguliga kann ávirka limirnar, sum ringja inn. - Tað skilji eg eisini væl, og eg haldi, at tað er í fínasta [...] Arbeiðsmannafelag, og tað hevur hann verið í fýra ár. Hann fór til skips fyrstu ferð í 1978, og tá var hann ikki fermdur. Hetta var við línuskipinum Morgunroðanum. - Eg havi verið sjómaður í mong ár, men
rør út, tí honum dámar tað. Hann ásannar tó, at útróður er næstan vorðin søga, og her er at kalla eingin tilgongd. Hann vísir á, at ein útróðrardagur krevur einar 18 tímar, og tað skal ein øgilig orka leggjast [...] leggjast í, um lønsemi skal spyrjast burtur úr. - Tað er væl skiljandi, at menn ikki tíma at rógva út, soleiðis sum útróðurin hevur verið í fleiri ár. Í fleiri bygdum, sum áður vóru útróðrarbygdir, er [...] Kjartan Joensen og bátsfelagi hansara at fara við 30-36 stampum. Línan verður rikin um í landi, og tað eru pensjónistar, sum taka sær av hesum. Ein slíkan útróðrartúr eru teir altíð tveir á báti. Kjartan
nógv, eg kann gera við tað. Men eg kann bíða til hosdagin, um tað er so, at tað ikki liggur fyri at koma við svari innan, tí t.d. onkur er uttanlanda, men eg havi so fingið tað burturúr, at eg havi fingið [...] kundu teir eisini bara havt gjørt tað beinanvegin, sigur Kári á Rógvi. - Vit vóri eisini við til at avgreiða ætlanina um skúlaverk viðvíkjandi miðnámsskúlanum, og halda tað hava týdning at fáa semju um f [...] til Sandoynna. Gerhard Lognberg vil hava at vita, um byrjað verður at bora í 2010, sum nevnt hevur verið, og um hvørt Sandoyartunnil ella Eysturoyartunnil verður byrjaður fyrst. "Um byrjað verður at bora
heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað, hon ikki hevur hug til. - Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum, men eg skilji [...] fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn sníkir teg oman móti sjóvarmálanum. - Eg haldi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hetta, tá okkara børn vóru smá. Tað hevur altíð verið sagt, at [...] , og tá kann tað vera eitt sindur óhøgligt á hávetri at koma og fara hiðani á náttartíð. Á Hellunum er hella og eingin strond, og tí er neyðugt at ansa eftir børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður
hansara leiklut, tá lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til 2. viðgerð í løgtinginum. - Tað vildi kanska verið sigandi fyri støðuna, um eg fór upp á tingsins røðarapall og brúkti mína talitíð í stillheit [...] sáttmálan. Uttanflokkatingmaðurin sigur seg vóna, at aðrir løgtingslimir gera tað sama. - Eg veit væl, at fyri nøkur tingfólk er tað eitt prinsippmál, at tey vilja ikki lesa tilfarið við teimum bindingum, sum [...] sum tagnarskyldan hevur við sær. Men fyri meg og fyri fólkaræðið annars hevði tað verið gott, um vit vóru fleiri løgtingslimir, ið kundu diskuterað innihaldið í sáttmálanum. Enn er ógreitt, um ella nær
víðari restaurering. - Fámará er eitt attraktivt stað. Og tað ynskja vit eisini at tað skal verða í framtíðini, sigur Johan avgjørdur. - Heima – tað er her Í gjár vóru liðin júst tvey ár síðani, Johan og [...] í iva um, at Fámará bar av øllum. - Tað var so løgið, ja, heilt absurd, at tað segði bara pling beinanvegin, tá vit komu higar. Her var nógv at taka fatt í, men tað løgdu vit líka í. Her kundu vit føra [...] - Vit bíða í spenningi, sigur Johan stutt. Taka yvir Tað var ikki frítt, at Johan bleiv eitt sindur kløkkur, tá hann fekk at vita um søluna. - Tað føldist so óveruligt, og føldist sum um at teppið nú var
hann átti ikki at havt sagt tað. Slíkt skapar bara konfliktir, søgdu tey. - Men her kemur tað fram aftur, hetta við at vera konfliktsky. Er tað nakað eg ikki eri, so er tað konfliktsky. Tí skal eingin [...] Skopun: Tað munnu vera tey fægstu sum ikki vita um tær útsagnir, sum Gerhard er komin við í lesarabrøvum í seinastuni. Nógv hevur verið sagt og viðmerkt um tað, sum hann skrivaði í farnu viku. Og á hægstu [...] við einum ella øðrum. Hinvegin so hevur hann verið harmur um, at orð hansara skaptu slíka órógv innanfloks í Javnaðarflokkinum. Tað er ongatíð gott, tá tað ein sigur verður misskilt, - kanska við vilja
Havn - mánadag, mikudag og fríggjadag. - Tað hevði uttan iva verið betri, um vit fingu nýtt breyð hvønn dag. Men tað eru teir ikki so sinnaðir fyri, helst tí at tað ikki man loysa seg, sigur Birgit. Tær [...] síðuni. Sama prís sum aðrir Hóast tað finnast handlar í grannabygdunum, og nógv fólk arbeiðir aðrastaðni, so eru tað kortini nógvir hósvíkingar sum keypa í handlinum. Hví tað er so, hevur Birgit gjørt sær [...] akkurát so nógv av teim vanligu frímerkjunum. Men við lagaligheit fekk hesin kundin so tað, hann ynskti sær, hóast tað kostaði honum eitt sindur eyka í postgjaldi. Handilin virkar eisini sum kiosk, og hevur
Føroya. Tað var bert eitt prestastarv leyst at søkja tá, og var tað á Viðareiði. Tað søkti eg og fekk tað, og har var eg verandi í fimm ár. Um tað spøkti? Nei. Tað vóru onkur løgin ljóð, tá tað bleiv stilt [...] Í Klaksvík hava hann og konan trivist væl. - Jú, tað hevur verið gott, men tað hevur eisini verið strævið. Prestagjaldið er stórt, og tað hevur verið nógv at gjørt. Umframt vanliga arbeiðið í kirkjuni [...] ein kemur við slíkum boðum. Men tað er gott at gráta, tí tá grætur mann sorgina út. Tað kann vera tungt, at hava við menniskju at gera, men mær hevur hevur altíð dámað tað væl. - Boðini skulu gevast varðliga
ár, men eg eri ikki samdur í, at tað er tað rætta at gera. Grundgivið verður fyri at keypa rúsdrekka til síni børn við at siga, at tey fara at drekka kortini, og tí er tað tryggari, at vit sum foreldur keypa [...] líknandi, og tað er tað, sum børnini fáa loyvi at drekka. Jóhan Christiansen sigur seg minnast, tá hann sum ungur royndi rúsdrekka fyri fyrstu ferð. - Eg rokni ikki við, at eg havi verið nógv øðrvísi enn [...] smakkin, vilt tú hava meir. Við øðrum orðum, haldi eg tað vera bláoygd av foreldrum at halda, at tá tey hava keypt sínum barni fýra cider, so er hetta tað einasta, tey drekka í býnum. Borgarstjórin heldur