at dart var dottið niðurfyri til at tað í dag eru 10 virkin feløg við sløkum 200 virknum leikarum. Dart er nú góðkend ítróttagrein undir ÍSF og Føroyar eru vorðnar limur í World Darts Federation. Samanhaldið [...] eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði. Dartsamband Føroya, Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Løkshøll [...] kappingar árliga bæði í einmansleiki, tvímansleiki, blandaðum tvímansleiki og ein liðkapping. Hartil eru ungdómskappingar, tí dart er ein vaksandi ítróttargrein, og tað legst serliga afturat við ungum leikarum
tvøsti um dagin fyri at náa markvirðið. Í spiki eru eisini stórar nøgdir av ymiskum lívrunnum evnum, ið verða brotin niður spakuliga, eitt nú PCB og DDE (ið eru sundurbrótingarevni frá skordýraeitrinum DDT) [...] hvørt gramm av spiki. Flestu galdandi mørkini fyri PCB eru lægri enn 1 mikrogramm pr. gramm. Niðurstøðan verður sostatt, at grindahvalir í dag eru so dálkaðir, at hvørki tvøst ella spik lúka treytirnar [...] Mangar eru frásagnirnar um tann týdning, ið grindin hevur havt fyri okkum her á landi. Vóru ár har eingin grind doyði, sást tað aftur í húsarhaldinum, og stór var frøin, tá ið henda Guds gávan av havinum
støðu og serliga børnini. Sjúkan setur stór og nýggj krøv til foreldrini at tosa við børnini um truplar tankar og kenslur, men ofta hava foreldrini orsakað av sjúkuni ikki neyðuga yvirskotið og orkuna sum skal [...] tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar, hon hevur við sær. Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru tí ofta ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta, siga tey úr Føroya Felag móti Krabbameini [...] Føroya Felag móti Krabbameini fer nú undir royndarverkætlan, sum er tilboð til børn, hvørs foreldur eru álvarsliga sjúk. Ætlanin er at stovna bólkar við børnum og ungum í skúlaaldri upp til 18 ár, sum skulu
børnini verja foreldrini og øvugt, so børnini ikki altíð fáa sett orð á til dømis, at tey eru bangin. Tað hevur sera stóran týdning fyri tey at hitta onnur í somu støðu. Fyri at kenna, at tey eru ikki einsamøll [...] sýnast órólig og ørkymlað. Sjúkan setur stór og nýggj krøv til foreldrini at tosa við børnini um truplar tankar og kenslur, men ofta hava foreldrini orsakað av sjúkuni ikki neyðuga yvirskotið og orkuna sum skal [...] tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar, hon hevur við sær. Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru tí ofta ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta. Meira fæst at vita við at venda sær
verið sjálvir í Íslandi og høvdu báðir misti ávikavist abba og pápa undir Íslandi. Hjá teimum yngru eru tað pápar og abbar, sum høvdu samband við Ísland í sínari tíð. Onnur vóru við av berum áhuga. Tey fingu [...] skránni var vitjan á kirkjugarðinum í Seyðisfirði, har menninir, sum doyðu við Riddaranum í 1927, eru grivnir. Hetta var ein sera syrgilig søga. Eftir ein væleydnaðan túr og farast skuldi heim, fór ein [...] áhugaverd er søgan um, tá ið hann tók tann lítla Jóin Sigurdsson heim við sær úr Íslandi umleið 1900. Foreldrini bønaðu hann um at taka drongin við sær, tí tey høvdu ikki umstøður til at hava øll síni børn.
eindømi upp á hesa støðuna. Tað eru mong við mær sum eru í akkurát somu skóm, og eg vóni so inniliga við hesum lesarabrævi at kunna skapa eitt kjak um núverandi skipan. Vit eru avgjørt ein eftirbátur, tá tað [...] sannroynd, at tað eru tey allar fægstu, ið fáa børn síni í ansing áðrenn tey fylla eitt ár. Og tað vísir seg eisini, at tá børn eru so lítil tá tey fara í ansing gerast tey ofta sjúk, so foreldrini hava nógvar [...] gjørd meira smidlig, soleiðis at valmøguleikar eru til staðar. T.d. so tað var gjørligt at fingið útgjaldið býtt útyvir 52 vikur. Tað dýrabarasta vit eiga eru børnini. Tann fyrsta tíðin í teirra lívið eigur
Petra, sum er búsett í Danmark, er yngst. Foreldrini vóru bæði serliga blíð og húsini hann kemur úr, vóru væl umtókt og væl vitja so leingi tey bæði livdu. Tað eru nógv, sum kenna til blíðskapin hjá teimum [...] seyðinum at eta og at hyggja til dunnurnar. Abbabørnini er nú seks í tali og tað sjeynda er á veg, og tey eru ein stór gleði fyri hann í tí dagliga. Pápi er nú pensioneraður og roynir eisini at taka sær tíð til
søgdu, at tær beinanvegin sóu hvør áttu lítlu, tí hon líktist tær so nógv. Vit eru systkinabørn; men av tí, at tað eru 19 ár ímillum okkum báðar, so hevur tað ikki verið tað stóra sambandið okkara millum [...] avstað við Ennibergi sama kvøld. Tit fóru glað avstað aftur vestur, ikki tveir tímar aftaná, fáa foreldrini deyðsboð um teg. Einki kann verða meira óverðuligt og so ræðuligt. Tú var jú ikki sjúk, tað man
sjálvan og sína støðu. Óla Jákup var føddur tann 27. mai í 1956 og vaks upp á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini vóru Rólant Olsen, ættaður úr Søldarfirði, og Bodil, fødd Vestergaard og ættað úr Sumba. Óla Jákup [...] fyri bussferðum til Stettin í Polandi í bæði páska- og heystferiuni, har føroyingar í stórum tali eru farnir til tannlækna, optikara, handils ella bara fyri at uppliva Póland. Ferðaløgini hava vanliga
Foreldrini hjá Finn vóru, Richard og Jensa Heinesen, mamman "Jensa" var fødd "Ennistein". Baði vóru fødd og uppvaksin í Kunoy, Richard var ættaður Norði í Húsi og Jensa var ætta á Gili, tey giftust og [...] fingu 10 børn, sum ikki var nakað óvanligt tá í tíðini. Finnur var nummar 6 í syskinaflokkinum. Foreldrini hjá Finn hoyrdu til tað ættarliði, sum ikki nívdist av kenslum sum hjálparloysi og ræðslu, teir [...] "Berint Hansen" var áhalsin, datt oman norði í Havnartindi og doyði á staðnum. Ein hevur hug at spyrja, "Eru tey í Innarstovu ikki nóg hart roynd, hví skulu tey líða so nógva sorg"? Framvegis standa vit spyrjandi