Tilboð til børn, hvørs foreldur eru álvarsliga sjúk

Føroya Felag móti Krabbameini fer nú at geva børnum og ungum, hvørs foreldur eru álvarsliga sjúk, eitt forum, har tey kunnu tosa opið um sjúkuna og tankarnar í tí sambandi.

At tosa um sjúku mammuna ella pápan. At tosa um óttan og kenslurnar. At tosa um at stúra fyri at missa. At tosa opið uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálv.
Føroya Felag móti Krabbameini fer nú undir royndarverkætlan, sum er tilboð til børn, hvørs foreldur eru álvarsliga sjúk. Ætlanin er at stovna bólkar við børnum og ungum í skúlaaldri upp til 18 ár, sum skulu koma saman eina ferð aðru hvørja viku tveir-tríggjar tímar hvørja ferð fram til summarfrítíðina. Endamálið er at geva børnum og ungum eitt forum, har tey kunnu tosa um sjúkuna og tankarnar í tí sambandi uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálv.
 
Børn reagera ymist
Eftir at lívshóttandi sjúkan er staðfest og fyrsti skelkurin hevur lagt seg, leita tankarnir hjá mammuni ella pápanum til børnini. Hvussu nógv skulu tey vita? Er neyðugt at siga sum er? Hvussu skulu vit siga tað?
Børn reagera ymist, tá ið mamman ella pápin gerast álvarsliga sjúk. Summi byrgja seg inni við seg sjálv, onnur royna alt tey megna ikki at gera nakran háva burtur úr sær sjálvum og gera øllum øðrum til vildar, meðan onnur broyta atburð, sýnast órólig og ørkymlað. Lívshóttandi sjúka hevur altíð við sær broytingar í familjuni; sjúka foreldrið kann ikki gera tað sama sum áðrenn, familjan er í eini truplari støðu og serliga børnini. Sjúkan setur stór og nýggj krøv til foreldrini at tosa við børnini um truplar tankar og kenslur, men ofta hava foreldrini orsakað av sjúkuni ikki neyðuga yvirskotið og orkuna sum skal til, og tá verður tað upp aftur verri hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar, hon hevur við sær. Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru tí ofta ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta, siga tey úr Føroya Felag móti Krabbameini.
 
Royndir úr Danmark
Byrjað verður væntandi í oktober, og verður tað Kathrina Lindenskov Joensen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, ið fer at taka sær av bólkunum. Hon hevur royndir í slíkum arbeiði frá arbeiði sínum Kræftens Bekæmpelse í Danmark, har tey í mong ár hava skipað tilboð til børn, hvørs foreldur eru rakt av lívshóttandi sjúku. Eftirmetingarnar haðani vísa, at tilboðið avgjørt gagnar børnunum.
 
Tørvurin er har
Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur í Føroya Felag móti Krabbameini, sigur:
- Vit meta avgjørt, at tørvur er á slíkum tilboði til børn og ung í Føroyum. Tá ið royndarverkætlanin er liðug komandi summar, eftirmeta vit, hvussu hevur gingist, hvussu undirtøkan hevur verið og um vit halda fram eftir sama leisti ella skipa tilboðið øðrvísi.
Sambært felagnum skal familjan sjálv venda sær til felagið og boða frá, um tey ynskja at luttaka í bólkinum, men áðrenn børnini og tey ungu kunnu byrja í bólkinum, hevur bólkaleiðarin samrøðu við familjuna.