Tilboð til børn hjá sjúkum foreldrum

Tíðindaskriv

v/ Føroya Felag Móti Krabbameini

Aftur í vetur skipar Føroya Felag móti Krabbameini fyri samtalubólkum fyri børn, ið hava foreldur, sum eru rakt av krabbameini.

Bólkar við børnum og ungum í skúlaaldri upp til 18 ár koma saman eina ferð aðru hvørja viku tveir-tríggjar tímar hvørja ferð í gjøgnum veturin.

Endamálið er at geva børnum og ungum eitt forum, har tey kunnu tosa um sjúku og kenslur og tankar í tí sambandi uttan at taka atlit til onnur enn seg sjálv.

Eins og í fjør fer Kathrina Lindenskov Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur og sálarfrøðingur, at taka sær av bólkunum.

- Í gerandisdegnum hjá hesum familjum gongur tað mesta upp í sjúku og viðgerð. Ofta er tað soleiðis, at børnini verja foreldrini og øvugt, so børnini ikki altíð fáa sett orð á til dømis, at tey eru bangin. Tað hevur sera stóran týdning fyri tey at hitta onnur í somu støðu. Fyri at kenna, at tey eru ikki einsamøll, men eisini fyri at hava eitt stað har tað ber til at tosa frítt og opið, sigur Katrina L. Joensen.

 

Børn reagera ymiskt, tá ið mamman ella pápin gerast álvarsliga sjúk. Summi byrgja seg inni, onnur royna alt tey megna ikki at gera nakran roks burtur úr sær sjálvum og gera øllum øðrum til vildar, meðan onnur broyta atburð, sýnast órólig og ørkymlað.

Sjúkan setur stór og nýggj krøv til foreldrini at tosa við børnini um truplar tankar og kenslur, men ofta hava foreldrini orsakað av sjúkuni ikki neyðuga yvirskotið og orkuna sum skal til, og tá verður tað upp aftur verri hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar, hon hevur við sær.

Børn og ung, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, eru tí ofta ógvuliga einsamøll við sínum tankum og ótta.

Meira fæst at vita við at venda sær til Føroya Felag móti Krabbameini á tlf 317959 ella 217959.