hon staðfestir, at tað enn einaferð eru tey, sum eru illa sperd frammanundan, sum verða rakt. Tað er dýrt at liva í Føroyum og tey, sum verða rakt av hesari sparing, eru júst tey, sum ongan ágóða og skattalætta [...] Nú tey almennu starvsfólkini hava fingið 1% í lønarhækking næsta ár, heldur samgongan, at tað er rætt, at allar pensjónir eisini hækka tað sama. Men tað er bara viðbótin, sum hækkar, tí sjálv grundupphæddin [...] almannaveitingarnar hækka 4% um árið fyri at fylgja prísvøkstrinum. So varð tað lækkað niður í 3% og nú skuldi tað so heilt avtakast. Men samgongan heldur, at tað er rætt, at almannaveitingarnar hækka tað
dag hava vit ein nýggjan frítíðarskúla til 80 børn. Og nú eru øll plássini umbiðin, upplýsir Elsebeth. Nýggi frítíðarskúlin heldur til í hølunum har Tekniski skúli áður búleikaðist. Tey eru nú umbygd og [...] hevur arbeiðsbólkurin fyri frítíðarskúlan funnið í Føroysku Floruni. Grundgevingarnar fyri hesum vali eru, at navnið er vakurt á skrift; tað er orginalt; tað er stuttligt at siga bæði hjá børnum og vaksnum;
er longu millum 100 tær best seljandi í Týsklandi. Fremst á listanum eru eitt nú Green Day, U2, Eminem og Lady Gaga. Longri niðri eru Katy Perry nummar 82, Coldplay nummar 84 og Metallica nummar 85. Einans [...] Hann greiddi frá, at tað er ikki vanligt fyri bólkar hjá teimum at rúka inn á listan soleiðis, so vit eru ógvuliga glaðir fyri hetta, staðfestir Heri Joensen fyri heimasíðuni mess.fo. [...] Einans trý pláss við síðuna av, á 88. plássi, liggja Týr frammanfyri eitt nú Nickleback, Neil Young og Linkin Park. Síðsta fløgan hjá Týr, Land, seldi sera væl, nevniliga yvir 20.000 eintøk. Men hetta var
Á Strandferðsluni eru tey farin at pakka, tí nú skal stovnurin flytast til Suðuroyar. Tann 14. januar letur Strandferðslan upp á Tvøroyri Á Strandferðsluni í Havn er støðan av álvara farin at mekjast av [...] av, at tann stóri flytidagurin er farin at nærkast. Har eru tey nevniliga farin at pakka, tí nú skal Strandferðslan flytast til Suðoyar. Jákup Danielsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at avgerð er tikin [...] tann 14. januar, letur Strandferðslan sostatt upp á Tvøroyri. Jákup Danielsen sigur, at flytikassar eru komnir og hesar næstu dagarnar skulu teir pakkast. Ætlanin er at flyta alla útgerðina suður við Smyrli
Válin. - Um onkur hevur áhuga fyri at selja okkurt við bátahylin henda dagin, eru tey vælkomin til tess. Víst verður á, at eitt nú ber til at selja úr onkrum báti, viðførisrúmi á bili ella á onkran heilt annað [...] sum kundu hugsað sær at havt sølubás, eru vælkomin at siga frá, soleiðis at hetta kann gerast ein partur av skránni. - Er onkur áhugaður í at hava matarsøl, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við [...] Á skránni henda dagin við bátahylin á Válinum verður eitt nú bál, barnaundirhald, tónleikaframførsla, fiskikapping og felagssangur. KSR, Kvívíkar sóknar Róðrarfelag, fer at skipa fyri onkrum í neystinum
Í minsta lagi 17 børn eru nú deyð av hungri í Gasa, tí ísraelska verjan blokkerar neyðhjálp. Omanfyri 17.000 børn ganga á fremmandar dyr og leita eftir sínum foreldrum, sum eru dripin. Og tvífalt so nógv [...] nógv foreldur hava mist eitt ella fleiri av sínum børnum. 31.000 eru nú dripin. 70% av teimum kvinnur og børn. Sjúk ella ov tíðliga fødd børn enda í kuvøsum. Teirra andadráttur javnvigar á einum fínum trái [...] sivilium palestinum á vestara áarbakka exploderað. Við úttrykkiligum stuðli frá ísraelsku stjórnini. Vit svørja trúskap til okkara sameinda vestanfyri, sum útflýggjar neyðugu presisjónsmissilirnar til at
Her eru síl, og her kunnu familjur við børnum saktans hugna sær ein góðveðursdag. Í Árnafirði er lítil sandur frá náttúrunar hond, men her er eisini nógvur sandur førdur við sandbátum, eins og vit kenna [...] sandurin var nakað størri. Nú bygdin eisini fær nýggjan og góðan tunnil seinni í ár, er væntandi, at enn fleiri fólk fara at leita sær til Árnafjarðar, tá tær góðu løturnar eru. [...] Í Árnafirði eru arbeiðsmenn í løtuni í holt við at byggja ein bygning inni í bygdini, sum skal rúma kommunalum wc’um við brúsu, og her verða eisini umstøður gjørdar til fólk við avbjóðingum og til familjur
tori at siga, at hetta er størsta mannfjøld í Norðoyggjum nakrantíð. Vit eru nøgd við, at so nógv vitjaðu, men tað hevur eisini nógv at siga, at alt gekk friðarliga fyri seg. Fáar fráboðanir vóru til løgreglu [...] ið eru komn í báti, sigur Steintór. Hann fegnast um, at so nógv leitaðu sær til Klaksvíkar, men er líka fegin um, at fólk hugnaðu sær, at alt gekk væl og at fólk lata væl at og at fleiri longu nú gleða [...] Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eru væl nøgdir við tiltakið um vikuskiftið. Eini 8000 fólk vóru á festivalinum og er tað met og harvið størsta tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð. - Eg haldi eg tori
Sjúkrasystrarnar eru um at fara í søguna, og í staðin fáa vit sjúkrarøktarfrøðingar. Orsøkin er, at útbúgvingin verður løgd um, so hon samsvarar við tær í okkara grannalondum. Á skúlanum, sum nú eitur Sjúkr [...] Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Uppskotið er lagt fram og samtykt í løgtinginum, tí skúlamál eru yvirtikin frá Danmark. Nú verður skúlin sostatt skipaður eftir føroyskari lóg, og innihaldið í undirvísingini verður [...] verður ásett við kunngerð við heimild í lógini. Innihaldið og krøvini fara at líkjast teimum, sum eru í øðrum Norðurlondum.
lív undir herviligu yvirgangsatsóknini móti World Trade Center í New York hin 11. september í 2001, eru nú eyðmerkt við dna-greining. Familjurnar hava gjørt av ikki at upplýsa, hvørji hesi fólkini vóru. Hetta [...] Hetta merkir, siga myndugleikarnir í New York, at lík og leivdir av tilsamans 1649 fólkum nú eru eyðmerkt. Tilsamans 2753 fólk lótu lív í yvirgangsatsóknini í New York, sum yvirgangsfelagsskapurin, al-Qaida [...] vóru tvey ferðafólkaflogfør, ið al-Qaida hevði rænt, sum vórðu flogin inn í háhúsini í New York. - Vit vóna, at hesar nýggju eyðmerkingar kunnu geva familjunum, sum varða av hesum offrunum, eitt slag av