Veðrið ikki alt at siga

Summar festivalurin 2005 setti met og omanfyri 8000 fólk savnaðust um tónleik og hugna. Fyrireikararnir meta, at hetta helst er størsta mannfjøld í Norðoyggjum nakrantíð

 
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eru væl nøgdir við tiltakið um vikuskiftið. Eini 8000 fólk vóru á festivalinum og er tað met og harvið størsta tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð.
- Eg haldi eg tori at siga, at hetta er størsta mannfjøld í Norðoyggjum nakrantíð. Vit eru nøgd við, at so nógv vitjaðu, men tað hevur eisini nógv at siga, at alt gekk friðarliga fyri seg. Fáar fráboðanir vóru til løgreglu og sjúkrahús og stjørnurnar komu, gjørdu sítt og sluppu avstaðaftur í øllum góðum, sigur ein av fyrireikarunum, Steintór Rasmussen.
 
 
Læruríkt
Hann metir eisini, at festivalurin í ár var læruríkur, tí tað er nú prógvað, at veðrið hevur ikki alt at siga. Tað var nevniliga regn og sirm stóran part  av fríggjadegnum og leygardegnum, men leygarkvøldið gjørdist eitt sindur betri og sunnudagin skein sólin.
- Tað er sjálvandi heppið hjá teimum, ið hava ligið í tjaldið og hjá teimum, ið eru komn í báti, sigur Steintór.
Hann fegnast um, at so nógv leitaðu sær til Klaksvíkar, men er líka fegin um, at fólk hugnaðu sær, at alt gekk væl og at fólk lata væl at og at fleiri longu nú gleða seg til næsta Summarfestival