Systrar gerast frøðingar

Føroyar fáa nýggja útbúgving í sjúkrarøktarfrøði. Løgtingið hevur samtykt skipa fyri nýggjari útbúgving, sum gevur sjúkrarøktarfrøðingum bachelor-heiti. Sjúkrasystraskúlin skiftir navn til Sjúkrarøktarfrøðiskúlin

SJÚKRARØKT

Sjúkrasystrarnar eru um at fara í søguna, og í staðin fáa vit sjúkrarøktarfrøðingar.
Orsøkin er, at útbúgvingin verður løgd um, so hon samsvarar við tær í okkara grannalondum. Á skúlanum, sum nú eitur Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, fær sjúkrarøktarfrøðingur bachelorheiti í røktarfrøði ? Bachelor of Science in Nursing.
Hetta merkir í stuttum, at førleikakrøvini verða økt, og at skúlin fær støðu sum hægri lærustovnur. Sum hægri lærustovnur kann skúlin fáast við vísindaliga gransking í evnum, sum hava við heilsuvísindi at gera.
Mentanarnevndin hjá løgtinginum viðgjørdi uppskotið um nýggju útbúgvingina, og hon gjørdi vart við, at tað var óheppi, at fleiri útbúgvingastøð í Føroyum fáa myndugleika at útvega nýútbúnum bachelor-heiti. Mest natúrligt er, at Fróðskaparsetur Føroya sum granskingarstovnur fær hendan myndugleika, og tí mælti nevndin til, at skipað verður fyri samstarvi millum Sjúkrarøktarfrøðiskúlan og Setrið. Endamálið er at geva Fróðskaparsetur Føroya BS-myndugleika hjá teimum nýútbúnu frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.
Uppskotið er lagt fram og samtykt í løgtinginum, tí skúlamál eru yvirtikin frá Danmark. Nú verður skúlin sostatt skipaður eftir føroyskari lóg, og innihaldið í undirvísingini verður ásett við kunngerð við heimild í lógini.
Innihaldið og krøvini fara at líkjast teimum, sum eru í øðrum Norðurlondum.