Árnafjørður fær nýggj wc við brúsum

Umhvørvið niðri á sandinum er hugnaligt, og her er snøgg brúgv um reinu ánna. Góðveðursdagar um sumrarnar savnast nógvar barnafamiljur her

Í Árnafirði eru arbeiðsmenn í løtuni í holt við at byggja ein bygning inni í bygdini, sum skal rúma kommunalum wc’um við brúsu, og her verða eisini umstøður gjørdar til fólk við avbjóðingum og til familjur við børnum.

 

Tað er bert eitt hanagleiv av sandinum og niðan, har bygningurin nú verður bygdur.

 

Á sandinum í Árnafirði savnast ofta nógv fólk teir góðu dagarnar um sumrarnar.

 

Í róðrarneystinum úti á bryggjuni er eisini kommunalt wc, men hóast eingin teinur inni í bygdini í Árnafirði er langur, fara nýggju wc-og brúsumøguleikarnir at liggja beint við sandin.   

 

Umhvørvið í bygdini og niðri á sandinum er hugnaligt, og her er snøgg brúgv um reinu ánna. Her eru síl, og her kunnu familjur við børnum saktans hugna sær ein góðveðursdag.

 

Í Árnafirði er lítil sandur frá náttúrunar hond, men her er eisini nógvur sandur førdur við sandbátum, eins og vit kenna tað aðrastaðni, har ynski hevur verið um, at sandurin var nakað størri.

 

Nú bygdin eisini fær nýggjan og góðan tunnil seinni í ár, er væntandi, at enn fleiri fólk fara at leita sær til Árnafjarðar, tá tær góðu løturnar eru.