eru vit eisini á einum pensjónsmarknaði, sum serliga uttanlands er fyri stórum rembingum og broytingum, og tað verður ein avbjóðing fyri okkum at stýra fyritøkuna ígjøgnum hesar broytingartíðir, og samstundis [...] læra seg. Tað snýr seg nógv um at lurta eftir starvsfólkum og at samskifta. - Í míni tíð í BankNordik havi eg verið leiðari fyri ymiskar bólkar av starvsfólki, sum ynskja og krevja ymiskt. Og eitt av tí, sum [...] Verður ikki stýrt rætt, so er vandi fyri, at tað gongur galið. Eg kenni, at vit hava eina sterka leiðslu og eina sterka nevnd í BankNordik, har eg kann fáa góðan stuðul til at taka neyðugu avgerðirnar viðvíkjandi
ikki borið til uttan eina góða unnustu, sigur hann. Toftamaður í Runavík Súni Fríði er uppvaksin í Runavík, men hann er heilur toftamaður. - Bæði foreldrini eru av Toftum, men tey fluttu inn til Runavíkar [...] einaferð í næstbestu deildini. Hann hevur altíð verið góður fyri nøkrum málum. Kortini hevur hann einans leikt tveir landsdystir. Orsøkin til hetta er flúgviótti. - Eg var við í hópinum fleiri ferðir. Eg [...] Eg kom inn móti Norra í 1993, men síðani mátti eg melda avboð til landsliðið fleiri ferðir. Orsøkin til hetta var flúgviótti. Eg vann tó seinni yvir óttanum. - Síðstu ferð eg bleiv úttikin, meldaði eg
Orsøkirnar til heldur svikaligu úrslitini eru so mangar. Høvuðsorsøkin er, at skúlaverkið ikki hevur ráð at bjóða næmingum eina stuðulsskipan, sum veruliga munar. Skúlin fyri øll? Nei, í míni 28 ár sum [...] enskt ella týskt. Hetta skiltu næmingarnir eisini. Gjørdar eru lesiætlanir til allar lærugreinar, og í føroyskum er ávíst tilfar til hvønn aldursbólk. Lesiætlanin vegleiðir, hvat lærast skal í hvørjum aldursbólki [...] indi. Hetta er leiðin. Kemur mær mangan til hugs, hví lærarar, rithøvundar, fjølmiðlafólk og onnur, sum dagliga arbeiða við føroyska málinum, ikki geva seg til kennar í málkjakinum. Hví sita tey kvirr
Góð ráð til húsarhaldið og vanligir matuppskriftir, sum føroyingar hava gjørt fram til okkara dagar. Og sum Jonhild sjálv í køkinum á Selheyggi, við fýra kókiplátum og einum bakarovni, gjørdi til síni 190 [...] børnini Jóhan og Petra, sum saman við mammuni mannaðu ritstjórnina og sum skipaðu fyri. Maðurin hjálpti at skriva og laga til og svágurin Jefri Henriksen kom við holari málsligari ráðgeving. Rættirnir í bókini [...] Amtmanninum ? Hvaðani eg havi fingið og lært uppskiftirnar?! Eg havi altíð havt áhuga fyri matgerð og havi lært nógv av mammu míni. Eisini havi eg altíð klipp uppskiftir úr bløðum og lært av egnum royndum. Jonhild
tá skifti til AaB varð almannakunngjørt, vísti Súni eisini á, at júst Aalborg og Danmark høvdu týdning fyri hansara spælaraskiftið, tí væntandi vóru umstøðurnar meira heimligar, sum hann tók til. -Uttanfyri [...] teir seinastu tríggjar dystirnar á besta liðnum hjá Aab, og møguleikin fyri at bíta seg fastan á AaB liðið tykist avgjørt at vera til staðar. Gingið skjótt Hóast teir taptu móti Viborg leygardagin, tykist [...] fallin ómetaliga væl til í Aalborg, sigur Súni Olsen, tá vit sessast við eitt av borðunum í kantinuni, eitt sindur burturi frá har hinir AaB-leikararnir sita. Gøtumaðurin flutti til Aalborg í juli mánaði
so. Eg vildi givið so óendaliga nógv fyri at hildi um teg og sagt tær, hvussu góð eg eri við teg. Fortalt tær, hvussu stóran týdning tú hevði og hevur fyri meg og míni. Tú lærdi meg nógv í tínum alt ov stutta [...] aftur. Systur tín 3. aug 07 Grát ei. Grát ei fyri náttini, tó at hon tók tínar veingir. Grát ei fyri myrkrinum, tó at tað sleit tínar streingir. Grát ei fyri sólini, tó hon blindaði eygu tíni, tí hon vísti [...] skuldarkenslu. Eitt ár við stúran fyri hesi løtu, eg nú eri í – løtan, tá eg varð noydd at skriva minningarorð um teg og harvið endaliga góðtaka, at tú ert farin frá okkum fyri altíð úr hesi verð. Góðtaka,
tí tað var ein stórur heiður fyri meg, at so nógv umboð fyri stjórnina møttu upp til framløguna av Ant-Arktis verkætlanini. Í 1999 gingu søgur um, at eg var ákærdur í Singapore fyri at vera við í avtalaðum [...] so skuldi eg nokk síggja til, at vit hølvaðu hini liðini av. Ákæra var ongantíð reist ímóti mær fyri at hava verið við í ‘match fixing’, snøgt sagt tí at einki grundarlag var fyri slíkari ákæru. Tveir teir [...] So tað ber illa til at siga, at hettar ikki var veruleiki. Beiskur veruleiki. Trupulleikin fyri meg var bara tann, at einki av hesum hevði hald í tí veruleikanum, sum sipað varð til: Fremmandamaðurin
áheitan til valevnini í Føroyum er, at tey skulu satsa alt. Geva alt tey hava fyri at verða vald. Tað er serstakt at verða uppstillaður til eitt so stórfingið starv. Og tá ið á stendur, minst so til, hví [...] løtu sat eg bara og stardi fram fyri meg, men so fór eg til verka. Kropsliga sera strævið Teir fyrstu tríggir dagarnir vóru ógvuliga møtimiklir. Plakatirnar skuldu riggast til. 700 eintøk vóru tøk á loftinum [...] valevni høvdu meiri ella minni tilknýti til Føroyar hesaferð. Annika Smith við sínum bondum til Tvøroyri, Bo Sandberg hjá Socialdemokratunum við tilknýtinum til Klaksvíkar og so Rasmus Jarlov hjá Konservative
biðin at fara heim til húsa aftur, meðan bíðað var. Men tey vildu ikki fara avstað. Tey vildu vera saman hesa løtuna, greiddu tey frá. Tá tóku tey stig til at bjóða teimum ungu til eina samkomu á Land [...] valdur á fyrsta sinni í 2001. Hesi fólk ella umstøður vóru í uppskoti til ársins fyrstuhjálparar fyri 2005: Kári og Lydia Durhuus fyri debriefing á Landssjúkrahúsinum í januar 2005 (sí grein). Tá Jógvan [...] Krossi á samkomuni. Tað má vera tekin um, at áhugin fyri fyrstuhjálp og týdningurin av hesi vitanini kemur víða um. Fólk hava so líðandi fingið eyguni upp fyri, hvussu neyðugt tað er at duga fyrstuhjálp. Kári
líkasælu og dovinskapi, at tað skal ein heimsumfatandi pandemi til fyri at purra okkum út, og fyri at avdúka, at ein skipan, sum til dømis verandi farsóttarskipan ikki riggar optimalt í Føroyum. Men [...] vera vitni til, at danskarir sendu okkum olmussupakkar við skamtum, sum danski skattgjaldarin rindaði fyri; sum til eitt annað menningarland. Og at okkara landsapotekari varð reduseraður til ein kurér [...] taka ábyrgd. Vit mugu sjálvi byggja borð fyri báru. Eingin ger tað fyri okkum. Vit kunnu ikki dúva uppá danskar loysnir í Føroyum. Tær eru gjørdar til eitt heilt annað samfelag enn okkara, og tað