Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Súni Fríði Barbá er ein av mest royndu fótbóltsspælarum, sum enn eru virknir. Hann tekur eitt tørn aftur í ár, nú hann skal vera leikandi hjálparvenjari hjá AB, sum roynir seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð.
Súni Fríði býr í Kvívík saman við unnustuni. Tey hava trý børn, og tey fluttu inn í nýggj hús í 2004. Súni Fríða arbeiðir á dagsstovninum í Kvívík. Hann viðurkennir, at fótbólturin fer við nógvari tíð:
- Tú ert sera upptikin sum fótbóltsspælari. Tú mást ráðføra teg við familjuna. Hetta hevði ikki borið til uttan eina góða unnustu, sigur hann.
Toftamaður í Runavík
Súni Fríði er uppvaksin í Runavík, men hann er heilur toftamaður.
- Bæði foreldrini eru av Toftum, men tey fluttu inn til Runavíkar. Eg havi búð øll míni barndómsár í Runavík, og barndómsfelagið er NSÍ, sigur hann.
Súni Fríði hevur tó spælt fleiri ár við B68 – seinast í fjør, har ið hann hevði eitt gott kappingarár, hóast felagið flutti niður.
- Tað er torført at siga, hvat felag liggur hjartanum næst, men eg haldi, at svarið má verða B68. Eg havi havt nógv góð ár á Toftum, og eg havi altíð kent meg væl har. Familjubondini á Toftum eru eisini sterk, sigur hann.
Annars hevur Súni Fríði eisini leikt við HB, GÍ og AB. Hann hevur sum heild einans havt góðar upplivingar í feløgunum.
- Tað hava ongantíð verið rættiligar ósemjur. Okkurt einkult dømi hevur verið, men eg klári at hyggja øll í eyguni í dag, sigur hann.
Flúgviótti forðaði altjóða gjøgnumbroti
Súni Fríði hevur tvær ferðir verið toppskorari í bestu deildini og einaferð í næstbestu deildini. Hann hevur altíð verið góður fyri nøkrum málum. Kortini hevur hann einans leikt tveir landsdystir. Orsøkin til hetta er flúgviótti.
- Eg var við í hópinum fleiri ferðir. Eg kom inn móti Norra í 1993, men síðani mátti eg melda avboð til landsliðið fleiri ferðir. Orsøkin til hetta var flúgviótti. Eg vann tó seinni yvir óttanum.
- Síðstu ferð eg bleiv úttikin, meldaði eg eisini avboð. Tað var tá ið Føroyar spældi móti San Marino. Tá fekk eg at vita, at teir høvdu ætlað, at eg og Todi skuldu byrja inni. Hendan dystin bleiv John Petersen úttikin fyri meg, og vit kenna øll, hvussu væl hansara fótbóltsleið gekk aftaná hetta.
- Síðani hevur kappingin um álopsplássini verið hørð, og eg havi ongantíð fingið boð aftur. Sæð í bakspeglið, angri eg eitt sindur, at eg ikki fór við. Eg kenni tað soleiðis, at landsliðið manglar í mínari yrkisleið sum fótbóltsleikari. Men tá kláraði eg ikki at fara við, tí at vit skuldu flúgva, sigur Súni Fríði.
Ísland sent boð fleiri ferðir
Útlandið hevur eisini sent boð eftir Súna Fríða, men tilboðini hava ikki verið nóg spennandi.
- Eg hevði fleiri ferðir møguleikan at fara til Íslands at leika, men íslendskur fótbóltur segði mær einki. Mær hevur altíð dámt væl enskan fótbólt, so um eitt tilboð hevði komið frá einum enskum felagið í triðbestu deildini, hevði eg tikið av. Men tað kom ongantíð, og tí havi eg einans leikað her heima, sigur Súni Fríði.
Hevur nakað at bjóða
Súni Fríði spældi í 2005 í næstbestu deildini við AB. Tá væntaðu nógv, at hann fór at trampa niður, men soleiðis var ikki.
- Eg skoraði 31 mál hetta árið í næstbestu deildini, og eg helt, at tað var ov óinteressant at spæla í næstbestu deildini. Tí valdi eg at skifta til B68, sum júst var flutt upp í bestu deildina. Vit fluttu tíverri niður, men tað gekk væl hjá mær persónliga. Eg haldi enn, at eg havi nakað at bjóða í bestu deildini, og tí valdi eg at skifta aftur til AB sum leikandi hjálparvenjari, sigur hann.
Droymir um at venja B68
Súni Fríði hevur ætlanir um at gerast virkin venjari einaferð í framtíðini.
- Eg eri byrjaður at taka skeiðini, og mítt mál er at gerast venjari hjá einum liðið í fremstu deildini áðrenn 2012. Nú fari eg at slúsa til mín sum hjálparvenjari, sigur Súni Fríði, sum hevur ein dreym um at sleppa at venja eitt ávíst felag.
- Dreymurin er at gerast venjari hjá B68 ein dag. Eg kenni nakað serligt yvir fyri felagnum, sigur hann.
Barbá
Súni Fríði Barbá æt einaferð Súni Fríði Johannesen. Hann broytti eftirnavn í 2004.
- Áin, sum rennur fram við húsunum í Kvívík, eitur Barbá. Mær hevur altíð dámt væl føroysk heiti, og tí valdu vit at fáa okkum hetta eftirnavnið, sigur hann.
Súni Fríði lesur pedagog sum fjarlestur, samstundis sum hann arbeiðir á dagsstovninum.
- Mær dámar best heitið ”námsfrøðingur”, men nógv nýta orðið ”pedagog”. Mær dámar væl at arbeiða við fólkum. Serliga menningartarnaðum. Tað er spennandi at kunna hjálpa øðrum at menna seg og at fáa tað betri, sigur Súni Fríði.
Tá ið Súni Fríði skal kobla av, gongur hann ein túr.
- Mær dámar væl at ganga túrar fyri at avstressa. Mangan gangi eg í fjøllunum. Tað fær meg at slappa av, sigur Súni Fríði, sum viðurkennir, at hann er eitt sindur øðrvísi enn flest onnur.
- Eg havi mín egna verumáta – eisini sum fótbóltsspælari, sigur málrevurin at enda.
Vit kunnu vænta at síggja hann renna runt á fótbóltsvøllunum í nøkur ár afturat, um hann verður skaðafríur.
Fakta:
Súni Fríði Barbá
20.10.1972
Unnustan eitur Beina Nielsen
Tey eiga trý børn
Fyrsti dystur í 1989 á besta liðnum hjá NSÍ
Byrjaði at spæla fótbólt sum 8 ára gamal
Súni Fríði um útlendskar leikarar
- Talið á útlendskum leikarum er hækkað nógv, meðan eg havi spælt. Teir hækka støðið til deils, men tað eru alt ov nógvir vánaligir ella miðalgóðir leikarar, sum koma til landið. Eg haldi, at ein útlendskur leikari skal skara framúr. Nógv av feløgunum hava ov lætt við at bjóða einum útlendskum leikara nógvar pengar. Tey áttu í staðin at bjóða einum ungum, góðum føroyskum leikara pengarnar.
Súni Fríði um Ábraham Løkin
- Ábraham Løkin var mín fyrimynd sum fótbóltsspælari. Eg minnist, hvussu nógv eg sá upp til hann, tá ið eg var yngri. Hann var ein sera fjøllbroyttur spælari. Hann er ein av teimum fáu føroysku leikarunum, sum hava havt altjóða støði
Súni Fríði um trúgv
- Eg eri kirkjufólk, og eg trúgvi. Tíverri gangi eg ov lítið í kirkju. Tað hevur eisini verið fótbólturin, sum hevur verið í vegin. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg biði áðrenn hvønn dyst. Tá biði eg fyri øllum.
Súni Fríði um politikk
- Eg havi stóran áhuga fyri politikki. Eg vil lýsa meg sjálvan sum ein vinstrasinnaðan hóvligan loysingarmann. Eg eri limur í Tjóðveldisflokkinum. Eg fylgi væl við í politiska spælinum, og eg var einaferð biðin at stilla upp, men eg valdi at lata vera.










