Lutz í dagsljósi

Lutz Pfannenstiel

-

 

Æraði løgmaður og æraðu landsstýrisfólk

Eg eri vorðin kunnaður um, at eitt bløðunum í landi tykkara (Dimmalætting) hevur havt grein, har umrøðan av mínum persóni kann varpa ein skugga á tykkum. Hettar eri eg sera harmur um, tí tað var ein stórur heiður fyri meg, at so nógv umboð fyri stjórnina møttu upp til framløguna av Ant-Arktis verkætlanini.

Í 1999 gingu søgur um, at eg var ákærdur í Singapore fyri at vera við í avtalaðum spæli, sokallað ‘match fixing’. Í stuttum gongur tað út uppá, at leikarar so ella so fáa pening fyri at spæla ‘ímóti’ sínum egna liði fyri at skapa óvæntað úrslit og harvið stóran veddingarvinning. Mítt mál snúði seg ikki um at tapa, men um at vinna! Ein fremmandur persónur spurdi meg á gøtuni, um vit ikki skuldu spæla ímóti tí og tí liðnum og um vit fóru at vinna; eg møtti honum tríggjar ferðir. Fótbóltsleikarum líkt svaraði eg hvørja ferð okkurt um, at vit fóru at buka mótstøðuliðið av.

Fyri mær var hettar bara ein av mongum prátum við fótbóltsáhugaði, sum fótbóltsleikarar uppliva dag út og dag inn. Trupulleikin var bara tann, at hetta túnatosið vísti seg at vera ein ‘sak’, tí hesin persónurin – ein bookmakari (veddingarstjóri) vísti tað seg – vitnaði í einum rættarmáli, sum varð reist ímóti mær, at hann hevði sagt við meg, at um hann veddaði upp á dystirnar, og um vit vunnu, so fór hann kanska at lata meg fáa 7.000 dollarar, og at eg skuldi hava svarað, at so skuldi eg nokk síggja til, at vit hølvaðu hini liðini av.

Ákæra var ongantíð reist ímóti mær fyri at hava verið við í ‘match fixing’, snøgt sagt tí at einki grundarlag var fyri slíkari ákæru. Tveir teir fyrstu dystirnir vunnu vit, tann triði endaði við javnleiki, og í hesum dysti var eg kosin besti leikari í dystinum. Eg gjørdi sostatt einki annað uttan mítt arbeiði so frægt sum eg kundi í hesum dystunum. Grundað á útsagnirnar hjá veddingarstjóranum varð eg ákærdur fyri ‘corrupt verbal agreement’; logikkurin er í hesum føri, at stendur tær peningur í boði um tú vinnur, og tú sigur ‘at vit skuldu nokk hølva teir av’, so hevur tú sagt nakað revsivert, líkasum at innsatsurin hjá tær er vorðin treytaður av vinninginum, sum lokkar.

Alt hettar varð sagt í einum veruligum rættarsali, við livandi vitni og einum veruligum dómara, og eg varð dømdur fýra mánaðir í geglið. So tað ber illa til at siga, at hettar ikki var veruleiki. Beiskur veruleiki. Trupulleikin fyri meg var bara tann, at einki av hesum hevði hald í tí veruleikanum, sum sipað varð til: Fremmandamaðurin hevði ongantíð grett orð um pening, tá ið vit prátaðu.

Alt hevur sína orsøk, og eg spurdi meg sjálvan, hvør hon var í hesum føri. Um hetta mundið gingu nógvar søgur um ‘match fixing’ í liguni, men tað gekst illa í hond at steðga tí. Fyri at vísa, at stjórnin og fótbóltssambandið veruliga gjørdu nakað við málið, vóru skitin átøk gjørd, og serliga kendu, útlendsku og lutfalsliga ríku leikararnir vóru meiri hent offur, tí tað skapti meiri umrøðu og ‘virðing’ fyri innsatsinum ímóti ‘match fixing’.

Søgan aftanfyri var tann, at persónurin, sum kontaktaði meg, veddingarstjórin, var í kikaranum fyri eitt brotsmál (hann hevði bart ein leikara av í einrúmi við einum gassa), og kundi rokna við harðari revsing. Íspunna søgan um meg var var eitt slysálop á meg – ein púra ósekan persón – fyri at fáa ljósið burtur frá sær sjálvum, óivað eftir at hava fingið lyfti frá myndugleikunum um, at hann fekk linari ella onga revsing fyri harðskapin, um hann kundi hjálpa myndugleikunum við at skapa eitt offur í ‘match fixing’ stríðnum. Men eg svørji nú – eins og eg gjørdi tá – at eg ongantíð havi luttikið í slíkum.

Alt hettar málið – ákæran, dómurin og teir fýra mánaðirnir í geglinum – fekk alsóran persónliga týdning fyri meg. Fongslið var ræðuligt, eg lætnaði 18 kilo og var um at gerast óður í høvdinum. Men eg kláraði tað. Eg gjørdist ein sterkari persónur, og fekk eyguni upp fyri mongum her í verðini, ið eg ikki hevði givið gætur, eitt nú slíkt sum rættartrygd og viðurskiftini hjá fangum. Hettar var snøgt sagt ein vend í mínum lívi, ið m.a. hevur ført til verkætlanina til frama fyri einum betri umhvørvi.

Dómurin og umrøðan av málinum hevði sjálvsagt við sær, at fyrstu tíðina var trupult at fáa sáttmála. Men hettar broyttist skjótt, sohvørt sum rætti samanhangurin kom fram, og eg havi havt sáttmálar við 9 feløg eftir Singapore-málið. T.v.s., at eg uttan trupulleikar havi fingið arbeiðsloyvi í londum, sum eru strong á hesum øki, eitt nú Kanada, USA og Ný Sælandi.

Eg havi fingið greinina í føroyska blaðnum týdda, og tað er skilligt, at greinin er sett upp sum ein stór ‘avdúking’ av nøkrum, sum eg skal hava ligið omaná í sambandi við Føroya-ferðina. Hettar er púra burturvið! Av tí at eg havi ferðast víða – og ikki minst nú eg eri komin ‘runt’ og eisini havi tikið stig til Ant-Arktis verkætlanina – eri eg vorðin ein almennur persónur, ið javnan eri í fjølmiðlahøpi, eitt nú sokallaðum talk shows. Og Singapore-málið er at kalla altíð fastur táttur í hesum sendingum (eg sendi blaðnum 14 links sum vísa hetta, t.d. HYPERLINK "http://www.br-online.de/bayerisches-fernsehen/blickpunkt-sport/blickpunkt-sport-interview-ID120937421973.xml" www.br-online.de/bayerisches-fernsehen/blickpunkt-sport/blickpunkt-sport-interview-ID120937421973.xml og mp3.swr.de/swr1/bw/leute/lutz-pfannenstiel-torwart.6444m.mp3, og kundi sent 100 onnur. Í at kalla øllum sendingum er vinkulin hjá fjølmiðlunum tann sami: At málið var burturúr vón og viti og dømi um ikki-vesturlendska rættarsiðvenju.

At Singapore-málið er partur av teimum sendingum, eg eri í, er ikki bara so hissini ella tí tað er ein ‘góð søga’. Tað at málið hevur havt so stóran týdning fyri meg persónliga og tað, eg fáist við, ger, at eg sjálvur ynski at málið verður tikið við í fjølmiðlasendingum. Tað er meiri og minni byrjanin til alt ... Hettar at Singapore-málið er frammi í heilum hevur verið lagið í so langa tíð, at eg rokni tað sum almannakunnugt. Eyðvitað er, at blaðmaðurin á blaðnum (Dimmalætting) ikki hevur hesa vitan, annars hevði søgan ikki verið framborin soleiðis. Eg eri nær tað skal vera fúsur at svara spurningum um málið eins og eg fegin leggi oyra til aðrar útleggingar enn hana, sum eg her havi framborið.

Æraði løgmaður og æraðu landsstýrisfólk. Lat meg enda, har eg byrjaði: Við Føroya-túrinum, sum var mín fyrsti, men heilt vist ikki tann seinasti. Túrur okkar til land tykkara var fantastiskur, og okkum untist upp á stutta tíð at síggja stóran part av tí. Eg var sera spentur upp á at leggja fram Ant-Arktis verkætlanina, tí eg eri sannførdur um, at vit hava sama aðalmál. Sum eg skilji, hevur hon eisini fingið góða móttøku. Eg takki fyri, at tit hava víst verkætlanini so stóran áhuga, og eg vóni, at vit í felag kunnu varpa ljós á eitt hitt størsta vandamál, sum heimurin hevur at dragast við.

 

 

 

Viðm.: Brævið er svar uppá grein, ið stóð í Dimmalætting síðsta vikuskifti. Brævið er áður sent Dimmalætting, ið ikki vildi prenta brotið “Søgan aftanfyri var tann ...” orsakað av ótta fyri fjølmiðlanevndini. Brævið er sent Dimmalætting, har nevnda brot er redigerað

ÓWH