politiska skipanin vera á varðhaldi. Almennar ognir skulu ikki gjarast út bíliga og lætt til ávísar útpeikaðar persónar við tí rætta politiska tilknýtinum. Men tað er uppgávan at vera á varðhaldi alla staðni [...] útvaldir fólkafloksmenn at leggja seg á almennar ognir, má tað steðgast. Ætla Tórbjørn Jacobsen og hansara vinnulívsmenn at gera tað, má tað eisini steðgast. Hvørja trygd hava vit fyri, at kampurin í Tinganesi
hetta málið einans verður viðgjørt í skýmaskotum meirilutans, fari eg at biðja um at fáa tað sett á skrá á almenna býráðafundinum, sum verður hósdagin tann 30. januar. Har vænti eg at fáa eina gjølla frágreiðing [...] hent, at borgarstjórin sýtir fyri at taka málið á dagsskrá í býráðnum, fari eg í øðrum lagi at biðja um at fáa málið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini á fyrsta regluliga fundi, sum verður vikuna eftir [...] bæði meiriluta og minniluta. Umboðanin í teimum ymsu býráðsnevndunum er er fyri ein part ætlað sum trygd fyri, at minnilutin ikki verður hildin burtur frá borðinum, har málini verða viðgjørd. Tann mannagongdin
vælferðarskipanir til tess at skapa trygd og rættvísar skipanir fyri framtíðina. Føroyar hava allar fortreytir fyri at læra av royndum hjá øðrum og seta skjøtil á síni egnu boð upp á framtíðar vælferðarsamfelagið [...] nøktandi støði á almennu, føroysku vælferðartænastunum. Endamálið skal vera at hava einfaldar og gjøgnumskygdar skipanir, ið kunnu umsitast rættartrygt so nær borgarunum sum gjørligt. Heitt verður á landsstýrismannin [...] m, men er hinvegin ein inntøkupostur á fíggjarløgtingslógini saman við skattum, avgjøldum o.ø. Sostatt mugu føroyskir politikarar raðfesta almanna- og heilsumál á fíggjarlógini saman við øllum øðrum játtanum
orðunum hjá løgmanni. Bárður á Steig Nielsen, tingmaður tók eisini frástøðu frá orðunum hjá løgmanni: – Kaj Leo tók meg til síðis klokkan 12.51 ólavsøkudag og vísti mær á hasar reglurnar í løgmansrøðuni [...] sambandsløgmanni. Fríggjadagin sótu forfólkini í øllum flokkum á fundi hjá løgmanni, har semja tykist vera um, at nú skal okkurt henda. Og nógv bendir á, at tað er júst tað, sum Kaj Leo Holm Johannesen droymdir [...] hevur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark sagt júst tað sama, fyrstu ferð í setanarrøðu síni á fólkatingi í oktober 2023. Men hvat sigur Kaj Leo Holm Johannesen í dag um hesa umstríddu løgmansrøðuna
tað ofta av tilvild, at komið verður fram á áhugavert tilfar. Men tað hendi nú um dagarnar, tá ið eg í einum Tingakrossi fyri 1904 kom fram á eina grein um Jørgen á Nesi. Greinin var skrivað av Sverra Patursson [...] Ein hetja millum tær nógvu sjóhetjurnar er Jørgen á Nesi. Hann er nú ein maður uppá 62 ár. Hann hevur sitið í báti frá barnsbeini. Hevur flotið á sjónum alt árið runt “stundum í logn og møkum, stundum [...] rósað av at vera á einari av hansara røttu línuferðum. Eg stúri fyri, at at teimum vildu tykst eina slíka ferð heldur ófýsiliga og takka til at sleppa aftur til lands. “Má altíð vera á sjónum” Tað var eitt
hann er hóskandi á høvdinum á eini mynd í blaðnum. John fór til skips longu sum 14 ára gamal, og nú til heystar hevur hann verið umborð á Tjaldrinum í samfull 31 ár. Hini árini á sjónum royndi hann eitt [...] bretski trolarin, Japonica. Teir komu fram á skipið norður úr Mýlingi. Maðurin, vit tosa um, er sumbingurin, John Kjærbo eystan Á. Vit møttu honum av tilvild á vestaru bryggju týsdagin. So skjótt, vit tóku [...] Bjargingartænastuni. - Vit vóru sendir á kavaraskeið í Øravík í fimm vikur, eg sjálvur, Jens Midjord og Elmar Højgaard, sum seinni gjørdist leiðari á stovninum. Manningin á Tjaldrinum hevur trivist ómetaliga
sum farin eru á sjónum, umboðað. Lokalur íblástur Á varðanum stendur ørindi 15 úr Sálmi 50 í Gamla Testamenti: »Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!« Poulina Eliasen sigur [...] Poulina Eliasen. Á varðanum er mannaður bátur á síðuni, sum vendir móti sjónum. Hinumegin, niðan móti fjallinum, er ein røktingarmaður avmyndaður. Soleiðis eru bæði tey, sum fallin eru á landi, og tey, sum [...] at fáa minnisvarðan á Syðradali á Kallsoynni upp at standa. Nú, sløk trý ár seinni, stendur ein prýðiligur varði norðanvert bygdina. Minnisvarðan á Syðradali hevur Árni Ziska av Strondum gjørt. Sjálvur
Á middegi í dag skrivaðu Sprotin, Mentamálaráðið og Kommunufelagið undir nýggjan sáttmála, sum eisini framyvir skal tryggja, at orðabøkurnar hjá Sprotanum verða ókeypis á netinum. Heldur enn at brúkarin [...] tænastuna, sum fevnir um: - allar verandi orðabøkur á www.sprotin.fo - dagliga dagføring av orðabókum Sprotans - dagføring av orðabókum Orðabókagrunsins - trygd fyri at skipanin altíð er tøkniliga tíðarhóskandi [...] ein forðing fyri, at fólk vildu nýta Sprotan á netinum. Tí er hendan skipanin, ið ger tað ókeypis fyri brúkararnar, nógv tann besta, segði hann og vísti eisini á, at ókeypis netorðabøkurnar eru sum eitt opið
eiga at takast upp á arbeiðsmarknaðinum alla tíðina. ? Kortini verður ongantíð rokkið á mál. Tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag í einum, verður altíð okkurt annað at fáa skil á. Ikki arbeiði til øll [...] Vinther á m.a. á, at álitismannaskipanin ikki virkar nóg væl ? Hetta er ein trupulleiki, ið mangan er umrøddur. Hon segði, at tað eru nógv arbeiðspláss, har ongi álitisfólk eru. ? Tað tykist at vera trupult [...] FA fóru út á arbeiðsplássini at hjálpa til at fáa álitismannaskipanina at virka. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag segði, at tað er ein sáttmálarættur, at løntakarar velja sær álitisfólk á arbeiðsplássum
Aling Uppi á Glyvradali ? ella uppi á Dal, tey rópa ? hevur smoltstøðin hjá Bakkafrost eina miljón smolt gangandi. Hans Jacobsen sigur, at felagið hjá teimum hevur aling á Lambavík, og ætlanin er at sleppa [...] havt ávísarar avtakarar, sum á ein ella annan hátt eru flættaður inn í virksemi, hevur alingin hjá Bakkafrost verið avtakari av smolti, sum framleitt verður á smoltstøðini uppi á Dal. Bíðað sum longst Hans [...] sleppa at seta fisk út á Gøtuvík til várs. - Í løtuni veit eingin, hvussu verður, men verður okkara smolt sett út til várs, seta vit tað út sjálvir. Sum er, bíða vit eftir svari frá fíggingarstovnunum.